hevur skipað Føroyar sum ein arbeiðsmarknað skapar nóg mikið av trupulleikum fyri fólk av bygd og bý kring landið ístaðin fyri at vit fingu skipað lokalar arbeiðsmarknaðir, sum spardi dupultar ferðir og húsarhald [...] sfólk fara tvørtur um fakmørk við at leggja fleiri arbeiði/størv undir seg, ístaðin fyri at tey hildu seg innan fyri egin fakmørk, tí so fingu nógv fleiri arbeiði/størv. Tað skal verða sagt, at børn/u [...] somu arbeiðs-/starvsroyndir sum arbeiðsleys/tøk. Tað er nógv fyri, at arbeiðsleys/tøk í dag skulu verða gjørd til almennar syndabukkar av oman fyri nevndu, ið ikki skilja at arbeiðsleys/tøk eru undir sátt
medvirkað til at økja um ansin og virðingina fyri list og mentan í Føroyum. Á sama hátt hevur húsið við virksemi sínum styrkt áhugan og virðingina í útheiminum fyri føroyskari list og føroyskari mentan. Tað [...] at lívga um føroyska mentan, at breiða kunnleikan um føroyska mentan út til onnur Norðanlond og at skapa mentanarligt samband og samstarv millum Norðanlond og Føroyar. Húsið hevur nú vunnið sær fast pláss [...] Tað eru tí allar góðar grundir til at fegnast um húsið og alt tað, sum húsið stendur fyri. Norðurlandahúsið er meira enn eitt vakurt og prýðiligt hús við livandi og ríkum listarligum virksemi. Tað er eisini
átti at gjørt, men tosa vit um týdningin fyri føroyskt mentunarlív, hevur Húsið eftir mínari meting havt grundleggjandi týdning, ótrúligan týdning. Tí fyri tað fyrsta hava vit tvey elementer ting, nevniliga [...] tann hátt var Húsið óvanliga væl fyri, heldur Dánjal Pauli Danielsen fyri. So kann ein spyrja, hvussu Húsið og úrslit tess hava hilnast? Har má hvør einstakur svara fyri seg, men eg kann siga, at Húsið [...] hevur eisini skipað fyri nógvum framsýningum uttanlanda, sum Húsið hevur fíggjað. Tað er ilt at meta nágreiniliga um hvønn týdning Húsið hevur havt at týða fyri bókmentirnar, men fyri tónleik og málningalist
tiltiknu Føroyakvøldini. Vit harmast sjálvsagt um, at tey ikki eru í húsinum í summar. Ferðaráðið var vertur á einari stórari ferðavinnuráðstevnu í 1995, har galladøgurðin fyri umleið 400 fólkum var í [...] Fyri Ferðaráðið og ferðavinnuna hevur tað verið og er framvegis av stórum týdningi at hava eitt mentunarhús sum Norðurlandahúsið. Umframt at hava flutning til og úr Føroyum og gistingarmøguleikar í huga [...] innivist. Ferðaráðið hevur havt gott samstarv við starvsfólkið og leiðsluna í Norðurlandahúsinum. Vit fáa yvirlit yvir komandi tiltøk, sum vera nýtt bæði í faldarum okkara og eru at finna í okkara kunning
prístalsviðgjørt, so í veruleikanum fáa vit kanska ikki meira fyri ta 1,4 milljónina, vit hava stríðst fyri at fingið afturat. Um gongdin heldur fram, so endar tað við, at vit ikki hava ráð til annað enn at hava [...] mánaðirnar komu vit nøkulunda upp undan aftur. Men úrslitið er so eisini, at vit eru um at fáa umvælt og fríðkað øll húsini. Vit hava havt umfatandi høvuðsreingerð og vaskað tað úr enda í annan. Vit hava bygt [...] nýtt til samskifti. Í fjør var metár. Tá høvdu vit 406 tiltøk og 54.000 vitjanir í húsinum, men av tí at vit ikki kunnu telja øll, sum koma á gátt, so kunnu vit saktans leggja eini 20.000 afturat, sum bara
áhuga fyri at binda. Fyri tveimum árum síðani varð hon liðug við útbúgving sína sum tógvformgevi, og nú tekur hon stigið til at gera dreym sín til veruleika, at fara undir at binda, formgeva og skapa klæði [...] tradisjónsbundnar, eiga at hava nøkur útbúgvin fólk. Eg havi stóra virðing fyri øllum tí, sum verður gjørt, men vit hava brúkt fyri eini víðari menning. Tí eiga fólk at fara út í heimin at útbúgva seg, tí [...] so tað sær brúkt út. Og tað skal tað. ? Vit eru í eini økologiskari aldu. Hví skulu vit brúka litað tógv? Føroysku litirnir eru rættiliga góðir at brúka. Vit hava so nógvar litir í dag, at tá ið eg hyggi
samráðingarleiðara, men tað nýttist hann ikki at vera. Á valfundi fyri næmingunum í handilsskúlanum og studentaskúlanum á Kambsdali tríggjar dagar fyri valið, segði Sámal Petur í Grund, meðan m.a. Annfinn Kallsberg [...] Tað vita tjóðveldismenn, og tí mugu teir ivaleyst bæði boyggja seg fyri Annfinni Kallsberg sum triðja fólkafloksløgmanninum og fyri, at teir ikki fáa bæði fíggjarmál og fiskivinnumál. Gera teir ikki tað [...] uppskotinum um løgmann, sum tingformaðurin leggur fyri tingið. Og tað vil siga, at sjálvt um t.d. bara teir tíggju fólkafloks- og sjálvstýrismenninir atkvøða fyri og teir fimtan tjóðveldis? og javnaðarmenninir
undirgrundina. Tann spurningin eiga vit at viðgera opið. Men kortini kunnu vit ikki renna undan gjørdum avtalum við donsku stjórnina. Tí eiga vit heldur at arbeiða fyri at fáa greiðar linjur og broyta avtalurnar [...] tykki skulu vit jú hava yvirvaldsrættin yvir Føroyum og harvið undirgrundini. Vit eiga sjálvsagt eisini at tosa við norsku stjórnina um møguligt samstarv ? eins væl og við Danmark, tá vit eru javnbjóðis [...] um oljusamstarv við Noreg. Eg svaraði, at enn var henda innbjóðing ikki viðgjørd í Føroyum, men at vit sjálvsagt altíð vóru fegin um at tosa við norska forsætisráðharran um samstarv. Eg vísti tó á, at í
Arbeitt verður fyri, at danski Tjóðbankain eins og Fíggjareftirlitið hava fráboðanarskyldu til Føroya landsstýri viðvíkjandi føroysku peningastovnunum. 2. Búskaparligir og fíggjarligir karmar Fíggjarlig og [...] sum møguligt og so lágt skattatrýst sum møguligt. Lagt skal vera upp fyri, at láginntøkur og barnaríkar familjur verða ikki fyri vanbýti. Hjún har annað hevur alla inntøkuna, verða at javnstilla við hjún [...] lagdir nærri borgarunum, har hetta umsitingarliga ber til. 6. Vinnuligir karmar Vinnulívspolitikkurin verður at leggja í tryggar karmar, so vinnulívið fær umstøður at mennast til at bera føroyska samfelagið
Cannes? Ja, svarar Kristian og heldur fyri, at hetta er nakað, sum vit eiga at spæla eitt sindur uppá. Men vit skulu tó heldur ikki látast at vera meira eksotisk, enn vit eru, tí hóast tað finnast fólk, ið [...] her heima eru farin at spyrja, hví okkara rokktónleikur ikki er kendur, ella hvussu vit kunnu gera hann kendari uttan fyri landoddarnar. Men um tað sigur Kristian, at rokkur ella rokkpoppur hevur eitt annað [...] vera t.d. svensk er tað als ikki víst, at tey fíggjarliga eru svensk. Tað er ikki fyri at vera negativur, men her eru vit upp ímóti eini mekanismu, har tað eina hálvdagsstarvið í Tutli ikki er nóg mikið