Arbeiðsmarknaðurin í Føroyum

Tað er eingin, sum hevur skrivað so nógv við atliti til arbeiðsmarknaðin/arbeiðsplássini hjá tí almenna/landinum/kommunala/ríkinum/privata.

Og støðuna hjá arbeiðsleysu/tøku/bíligu arbeiðsmegi/tímaløntu/mánaðarøntu/óheftu/heft at ALS, Almannastovu og arbeiðsgevara/løntakara/fakfelag. Tað, sum oyðileggur arbeiðsmarknaðirnar/arbeiðsplássini hjá tí almenna/landinum/kommunala/ríkinum/privata tað er øll henda bíliga arbeiðsmegin. Tað vil siga børn/ungdómar/tilkomin fólk, sum eru tey óheftu at oman fyri nevndu stovnum og felagsskapum, ið ein framhaldandi vil finnast at í kjakinum. Tað skal eisini verða víst til familjupolitikkin við atliti til arbeiðsmarknaðin/arbeiðsplássini kring landið, ið er brot á manna- og javnstøðurættindi, ið skapar stættamun. Tað hevur eisini verið skrivað um, at vit mega fáa eina skipan við náttúrligari frágongd av eldri fólki, og tilgongd av yngri fólki við atliti til arbeiðsmarknaðin/ arbeiðsplássini. Tað skal eisini verða komið inn á barnsburðar farloyvisskipan, at fáa hesar betur skipaðar, so at arbeiðsleys/tøk kunnu koma út á arbeiðsmarknaðin/arbeiðsplássini og fáa arbeiðs-/starvsroyndir. Tað hevur verið funnist at, at løntakarar/fakfelagsfólk fara tvørtur um fakmørk við at leggja fleiri arbeiði/størv undir seg, ístaðin fyri at tey hildu seg innan fyri egin fakmørk, tí so fingu nógv fleiri arbeiði/størv. Tað skal verða sagt, at børn/ungdómar/tilkomin fólk eru ikki nóg búgvin í dag til arbeiðsmarknaðin/ arbeiðsplássini, ið ein hevur nevnt, tí tey hava ikki somu arbeiðs-/starvsroyndir sum arbeiðsleys/tøk. Tað er nógv fyri, at arbeiðsleys/tøk í dag skulu verða gjørd til almennar syndabukkar av oman fyri nevndu, ið ikki skilja at arbeiðsleys/tøk eru undir sáttmálabundnum lønum. Tað finst í dag eingin samstarvsavtala millum ALS og arbeiðsgevara/løntakara/fakfeløg, ið tryggjar arbeiðsleysum/tøkum at koma út aftur á arbeiðsmarknaðin/arbeiðsplássini kring landið sum støðan er í dag. Tað at ALS hevur skipað Føroyar sum ein arbeiðsmarknað skapar nóg mikið av trupulleikum fyri fólk av bygd og bý kring landið ístaðin fyri at vit fingu skipað lokalar arbeiðsmarknaðir, sum spardi dupultar ferðir og húsarhald. Tað líkst ikki nøkrum, at ómetaliga nógv foreldur ídag sleppa undan at forsyrgja sínum børnum til hesi eru 18 ár, og at hesi í dag eru atvoldin til at mong arbeiðsleys/tøk og foreldur ikki sleppa út at arbeiða/starva, tí mong fáa ikki í dag síni børn ansað. Tað verða ikki børn/ungdómar/tilkomin fólk, ið fara at bera samfelagsbyrðar og skapa samfelagsvirði og framtíðina, tað síggja vit í dag kring landið og skal ein koma aftur til tað seinni.


Hans Birgir Hansen