Svar til Ólav Petersen

Ólavur Petersen hevur heitt á meg um at svara, hvørt duldar avtalur eru millum Tjóðveldisflokkin og donsku stjórnina um føroysku undirgrundina. Svarið er sjálvsagt: Nei.

Orsøkin til spurningin frá Ólavi er, at eg í norskum útvarpi havi víst á, hvørjar avtalur í løtuni eru galdandi millum Føroyar og Danmark á hesum øki.

Eg havi onki ímóti, at Ólavur Petersen endurgevur brot úr samrøðu míni við norska útvarpið. Men fegnari hevði eg verið, um endurgevingin var røtt og bein.


Undirgrundaravtalan

er undirskrivað

Norski tíðindamaðurin spurdi, hvørja støðu eg hevði til innbjóðingina frá Kjeld Magne Bondevik forsætisráðharra til eitt komandi landsstýri um oljusamstarv við Noreg. Eg svaraði, at enn var henda innbjóðing ikki viðgjørd í Føroyum, men at vit sjálvsagt altíð vóru fegin um at tosa við norska forsætisráðharran um samstarv. Eg vísti tó á, at í løtuni er ein undirgrundaravtala galdandi millum føroyska heimastýrið og donsku stjórnina, har donsk feløg og serfrøði hava ein framíhjárætt í føroyskari oljuleiting og oljuvinnu. Henda avtalan má sjálvsagt viðgerast og avgreiðast í samráðingum við donsku stjórnina, legði eg dent á.

Eg vísti sostatt til undirgrundaravtaluna, sum varð undirskrivað í Tinganesi tann 22. des. 1992 millum Atla Dam og Poul Schlüter. Annars kann eg upplýsa fyri Ólavi Petersen, at í felagslýsingini millum stjórnina og landsstýrið frá 12. oktober í 1993 verður aftur víst til undirgrundaravtaluna. Og skoytt verður uppí, at metast skal um, hvussu avtalan skal »udmøntes«, sum tað stendur skrivað. Samstundis heitir stjórnin á donsk feløg um at bjóða seg fram í føroyskum oljuleitingarvirksemi.


Undirgrund

og donsk feløg

Tað, sum eg annars veit um undirgrundaravtaluna, er, at danski javnaðarflokkurin á heysti í 1992 strongdi á, fyri at almenna danska oljufelagið DONG skuldi fáa ein greiðan framíhjárætt í føroysku undirgrundini. Hvørt oljudirektivið hjá ES og áhugamálini hjá A.P. Møller skumpaðu undir, at føroyingar yvirtóku málsøkið, havi eg ikki skjalprógv uppá.

Men eg vil fegin frætta nærri, hvaðani Ólavur Petersen hevur sínar upplýsingar og skjalprógv.


Avtalur skulu haldast

ella broytast

Samanumtikið haldi eg, at Ólavur Petersen tíverri man hava misskilt okkurt. Bæði í undirgrundarmálinum og í míni samrøðu við norska útvarpið. Donsk og føroysk áhugamál eru í fleiri førum mótstríðandi, tá tað snýr seg um føroysku undirgrundina. Tann spurningin eiga vit at viðgera opið. Men kortini kunnu vit ikki renna undan gjørdum avtalum við donsku stjórnina. Tí eiga vit heldur at arbeiða fyri at fáa greiðar linjur og broyta avtalurnar eftir okkara ynskjum. Eftir mínum og Tjóðveldisfloksins tykki skulu vit jú hava yvirvaldsrættin yvir Føroyum og harvið undirgrundini.

Vit eiga sjálvsagt eisini at tosa við norsku stjórnina um møguligt samstarv ? eins væl og við Danmark, tá vit eru javnbjóðis partar. Alt hetta verður munandi greiðari, tá nýggir politiskir karmar eru gjørdir millum Føroyar og Danmark.

Og tað var tað, sum eg segði við norska útvarpið tann 1. mai.


Vinarliga

Høgni Hoydal