sum partar av kappingini hevur hótt tey, og bæði vilja longur upp á stigatalvuna. VB kann fáa B68 aftur, og B68 kann fáa grannarnar í NSÍ aftur, um tað gongur eftir vild. ?Alt hevur gingið betur hjá okkum [...] fyrrakvøldið, og tað er eisini væntandi, at hann fer at spæla í morgin. TÍ kann VB-venjarin velja millum allar sínar bestu spælarar, og liðið fer ivaleyst at líkjast tí, sum gjørdi tað so gott móti KÍ fyri smáum [...] okkum her í seinnu hálvu. Úrslitini hava verið betri, spælararnir eru hugaligari, venja meira og eru betri fyri, og tí havi eg góðar vónir um at fáa øll trý stigini í dystinum móti B68, sigur Krzystof Popczynski
Allan Müller, er í døpurhuga. Hóast hann skeyt tvey av málunum í landskappingardystinum móti NSÍ í Runavík, og átti at fegnast við liðfeløgum sínum, hevur ein skaði doyvt gleðisrómin munandi hjá tí 30 ára [...] miðum vølli. Í somu løtu gelti eftir í niðastu búkvøddunum, og hann kendi beinanvegin á sær, at hann var raktur av tægrasliti. Vágbingurin, sum KÍ hevur keypt leysan úr Svendborg, fór kortini ikki út, men [...] við hálvari megi. Tægraslit vanligt Væntandi varð Jan Allan Müller læknakannaður seinnapartin í gjár, og í stuttari viðmerking til Ítróttar-Sosialin í gjár, segði hann seg vóna, at hann fór at verða mettur
Luturin hjá KÍ var at stríðast fyri trimum stigum móti NSÍ, og tað eydnaðist. Kappingarneytarnar úr GÍ og B36 kundi KÍ ikki gera nakað við, men sjálvandi sendu teir vinaligar hugsanir til sumbingar og HB menninar [...] at vera til staðar á pappírinum. KÍ skal spæla á heimavølli móti Sumba, á útivølli móti B36 og á heimavølli móti ÍF. GÍ og B36 skulu spæla í Gøtu, og eftir vitjanina av KÍ skal B36 til Runavíkar. GÍ skal [...] allar sínar dystir, og samstundis skal KÍ ikki fáa fleiri enn trý stig, og B36 skal ikki fáa stig í øðrum dystum enn móti KÍ. Botnurin Í botnstríðnum var tað sjálvsamt, at Sumba, ÍF og B71 øll fingu stig
fyri KÍ. Tað var, tá hann tveitti seg í fulla longd og helt góðum frísparksbólti frá Sjúrða Jacobsen. KÍ mál og møguleikar KÍ javnaði lítla løtu eftir NSÍ málið, og bæði í sambandi við hetta málið og í øðrum [...] avrikið hjá KÍ so sum so. Eingin ivi var um, at gestirnir høvdu størri kropsliga tyngd, enn teir á heimaliðnum vístu, og KÍ menninir tóktust skorið yvir ein kamb eisini vera væl betri fyri. Og tá tað er ein [...] til at skipa spælið, og tá Jan Joensen og Marek Wierzbicki (vísti í løtum sera snilt spæl) vóru hinir báðir miðvallararnir og framrættaðu Harley Bertholdsen og John Ryan vóru vongverjarnir í 4-3-3 spæliháttinum
Unglingarnir hjá NSÍ vunnu fyrra semifinaludystin móti HB, sum varð spældur mánakvøldið í Runavík. Eftir ásetingunum hjá FSF skuldi hesin dysturin spælast í kvøld, men varð framskundaður. NSÍ vann dystin 4-1 [...] Seinni dysturin verður spældur í Havn mánadagin. Mánakvøldið var KÍ sent úr kappingini, tá teir spældu javnt móti FS Vágum á heimavølli. KÍ skuldi vinna fyri at koma víðari. Ístaðin verður tað so GÍ, sum [...] gjár, var eitt sindur óvist, um dysturin verður í kvøld. Trupult er at fáa pláss á vøllunum í Havn, og tí kann verða at fyrri dysturin verður spældur í Gøtu í kvøld.
spælarar koma úr NSÍ, tveir úr KÍ, og so er ein spælari úr hvørjum av hesum feløgum: ÍF, GÍ, MB, SÍF og Randers Freja í Danmark. Ganga aftur Føroyingar hava nú í mong ár verið við í NM og EM undankappingum [...] Mortensen, HB, Klement Matras, B36 og John Thomsen, ÍF. Miðvallararnir eru Súni Olsen, GÍ, Brynjolvur Nielsen, NSÍ, Niels Joensen, B36, Hjalgrím Elttør, KÍ, Ken Nónklett, NSÍ og Janus M. Joensen, HB. Teir tríggir [...] eru á U-16 liðnum í ár, fleiri vóru í fjør, og so eru tað teir, sum vóru við á U-16 í fyrraárið. Málverjarnir eru Pól Næs Joensen úr B36 og Karstin Joensen úr KÍ, verjuspælararnir eru Áki Mørk, B36, Atli
taptu ímóti KÍ. Tað er bara ein góð vika síðani, at B36 var á odda í landskappingini. Nú eru teir dotnir niður á triðja plássið, og um teir komandi sunnudag á heimavølli ikki vinna móti KÍ, og GÍ og HB vinna [...] komandi sunnudag, og at teir ? vit mundu sagt undir øllum umstøðum ? fáa Føroya Bjór steypið og gullkrónurnar í Klaksvík annan leygardag, tá átjanda og síðsta umfarið verður avgreitt, og ÍF kemur til Klaksvíkar [...] luttøkan Vit loyva okkum altso at rokna við, at KÍ verður meistari. Og so snýr spenningurin í toppinum seg um, hvør skal út í Europa at royna seg saman við KÍ og B36. Um B36 verður næstbest, so ber triðja plássið
spælararnir fyrr á árinum hava strítt seg til undir venjing og í dystum. Men sjálvt um eitt venjingarkvøld kanska verður lopið um av og á, og tað okkurt av hinum fólkunum ikki verður lagt so nógv fyri, so merkir [...] hevur vant dreingjaliðið hjá NSÍ, Trygvi Mortensen, 1. deildarvenjari hjá NSÍ, Johan Nielsen, 1. deildarvenjari hjá GÍ, Jógvan Martin Olsen, hjálparvenjari hjá Allani Simonsen og høvuðsábyrgdarpersónur fyri [...] spælararnar, og út frá hesum og út frá møguleikunum, sum venjararnir halda, eru í spælarunum, er tað uppgávan hjá venjarunum at seta nýggj mál fyri menningina av spælarunum næsta árið og niður í smálutir
verður millum lítið og einki tosað, fyrrenn sáttmálarnir eru komnir uppá pláss. Arbeiðsmarknaðurin hevur við fótbóltin at gera, og tey, sum eru uppií, eru ikki arbeiðsgevarafeløg og lønmóttakarafeløg. Tá [...] upp á tal, og har kunnu vit siga, at allir partar telva móti hvørjum øðrum. Nógv virksemi og lítið prát Nú er bara ein góð vika eftir, inntil fótbóltsárið 1999 heima á landi verður liðugt, og tí ræður um [...] eitt sindur meiri ivasamt, hvussu að verður við B36 og Tomislav Sivic. Burtursæð frá Johan Nielsen og so Trygva Mortensen, sum tók ábyrgdina á seg í NSÍ, tá teir hildu tað vera neyðugt at siga útlendska
hevði leikbann og er viðaftur hesaferð. Nicola Biberdzic hevur havt skaða, men hann verður møguliga við í morgin. Álitsfulli verjuspælarin Dánjal Johan Joensen fekk gult kort móti KÍ, og hann er leikbannaður [...] báðar teir seinastu dystirnar. Vilja flyta dystin NSÍ hevur roynt at sannført kappingarnevndina hjá FSF um, at best er, um dysturin millum Sumba og NSÍ verður spældur klokkan 14.00. Orsøkin til hetta er [...] ferðaætlanin hjá Smyrli er broytt, tí viðhaldsfólk hjá KÍ skulu flytast til og frá stórdystinum í Havn. Hetta ger, at Smyril fer fyrr av Tvøroyri, og um dysturin í Sumba verður spældur klokkan 15.00, sum