Tað plagar at vera í mai mánaði, at stóri áhugin plagar at verða snaraður móti arbeiðsmarknaðinum, tí tá plaga sáttmálasamráðingarnar at vera.
Um heystið plagar tað at vera friðaligari, hvat sáttmálasamráðingum viðvíkur. Onkrir sáttmálar millum fíggjarmálastýrið og fakfeløg hjá alment løntum eru ikki komnir upp á pláss enn, men tað hoyrist lítið um, at virksemið er serliga stórt í hesum sambandi, og tá tað ikki hoyrist um hetta í fjølmiðlunum, so er neyvan stórt virksemi, tí kunning í fjølmiðlunum um samráðingarnar plagar so at siga at vera ein partur av samráðingunum.
Øðrvísi skipan
Á einum øðrum arbeiðsmarknaði er virksemið stórt í hesum døgum, sjálvt um tað ikki hoyrist so nógv um tað. Á hesum arbeiðsmarknaðinum er eitt av eyðkennunum nevniliga, at tað verður millum lítið og einki tosað, fyrrenn sáttmálarnir eru komnir uppá pláss.
Arbeiðsmarknaðurin hevur við fótbóltin at gera, og tey, sum eru uppií, eru ikki arbeiðsgevarafeløg og lønmóttakarafeløg. Tá tað kemur til fótbólt er arbeiðsmarknaðurin skipaður, sum vanligi arbeiðsmarknaðurin var skipaður fyri einum hundrað árum síðani, og tað vil við øðrum orðum siga, at hann er als ikki skipaður.
Í væl skipaðum samfeløgum verður tað mett sum ein sjálvfylgja og ein styrki, at arbeiðsmarknaðurin er skipaður. Í fótbóltsheiminum kemur hetta als ikki upp á tal, og har kunnu vit siga, at allir partar telva móti hvørjum øðrum.
Nógv virksemi
og lítið prát
Nú er bara ein góð vika eftir, inntil fótbóltsárið 1999 heima á landi verður liðugt, og tí ræður um hjá feløgunum at tryggja sær, at spælaragrundarlagið komandi ár verður so gott, sum tað á nakran hátt ber til.
Teir flestu sáttmálarnir, sum eru galdandi millum feløgini og spælararnar, røkka fram til hetta kappingarárið er liðugt, og tað vil við øðrum orðum siga, at teir eru bara galdandi í eina viku afturat.
Í grundsáttmálunum, sum eru teir, ið sáttmálanevndin hjá Fótbóltssambandinum skal góðkenna, stendur, at feløgini og spælararnir hava ikki loyvi at tosa um nýggjar sáttmálar við ávikavíst aðrar spælarar og onnur feløg, meðan ein annar sáttmáli framvegis er galdandi. Tí er ikki so nógv at frætta akkurát nú, men tað er eingin loyna, at feløg og spælarar tosa saman, sjálvt um tað formliga ikki verður mett sum sáttmálasamráðingar.
Tað ber altíð til at leingja ein sáttmála, soleiðis at hann verður galdandi í t.d. eitt ár afturat, og eftir hvat vit skilja, so eru fleiri sovornar avtalur gjørdar í ár millum feløg og spælarar, sum sostatt komandi ár fara at vera í vinnu hjá sama arbeiðsgevara.
Langi endin
Mest áhugaverdu spælararnir eru landsliðsspælararnir, sum framvegis spæla fótbólt í Føroyum. Teir sita við langa endanum, tí tað eru fleiri feløg, sum fríggja til teirra, og kanska meiri enn nakra aðra staðni á arbeiðsmarknaðinum er prísásetingin grundað á útboð og eftirspurning galdandi á fótbóltsmarknaðinum. Tí hava teir landsliðsspælararnir, sum ikki longu frammanundan hava bundið seg at spæla í sama felag komandi ár, ráð at bíða, meðan feløgini so ógvuliga fegin vilja hava teir í starv hjá sær.
Hvussu nógv teir einstøku spælararnir fáa í løn verður ikki upplýst alment. Søgurnar eru nógvar um, hvussu nógv teir ymisku fáa, og at sumt fer gjøgnum skattaskipanina og sumt fer aðrar vegir. Um søgurnar eru bara partvís sannar, so hava feløgini nógv størri fíggjarliga orku at rinda lønir við, enn tað kann roknast við av sovornum áhugafeløgum.
Nakað annað er, at gongdin í flestu feløgunum tykist fara at verða, at talið á spælarum, sum í framtíðini verða sáttmálasettir, fer at lækka. Kappingin er og fer at verða um teir bestu spælararnar, og tað tykist longu hava havt við sær, at bestu spælarunum fara størri upphæddir at standa í boði, meðan liðfelagarnar mugu finna seg í at fáa minni ella kanska onga løn.
Venjararnir og feløgini
Í blaðnum í gjár søgdu vit, at Gøtu Ítróttarfelag og Johan Nielsen hava longt sáttmálan, soleiðis at Johan Nielsen í ár 2000 á áttanda ári fer at standa á odda fyri besta liðnum hjá GÍ, sum undir hansara leiðslu vann trý meistarheiti (Páll Guðlaugsson var venjari, tá GÍ vann fjórða meistaraskapin á rað).
Ion Geolgau hevur sáttmála við HB fyri komandi ár, og Tomislav Sivic hevur sáttmála við B36 fyri komandi ár. Í sáttmálunum stendur, at tað ber til at siga hann upp við einum mánaða uppsagnarfreist. Ion Geolgau verður í HB komandi ár, meðan tað tykist vera eitt sindur meiri ivasamt, hvussu að verður við B36 og Tomislav Sivic.
Burtursæð frá Johan Nielsen og so Trygva Mortensen, sum tók ábyrgdina á seg í NSÍ, tá teir hildu tað vera neyðugt at siga útlendska venjaran úr starvi, hava eingir 1. deildarvenjarar verið føroyingar í 1999, og soleiðis sum vit hava skilt tað, so eru eingi sáttmálaviðurskifti, sum forða fyri, at teir verða skiftir út. Hetta er eisini galdandi fyri NSÍ venjaran.
Venjararnir, sum framvegis samráðast við feløgini, sum teir eru í, ella sum hava fingið at vita, at teir fáa ikki sáttmálaskeiðið longt, ella sum sjálvir ikki ynskja at halda fram, ella sum framvegis bíða eftir einum útspæli frá felagnum, sum teir í ár hava verið í tænastu hjá, eru Tony Paris í KÍ, Piotr Krakowski, ÍF, Bjørn Krog, B68, Ivan Hristov, B71, Krzysztop Popczynski í VB og Milan Cimburovic í Sumba.
Um eina góða viku ella so fara vit ivaleyst at frætta meiri um hetta.