KÍ omaná í loftkríggi

Fótbóltur: Oddaliðið hevði tyngdina, sum gjørdi, at tað bara var eina lítla løtu, at teir skinklaðu eitt sindur, men fótbóltsevnini hjá klaksvíkingum komu sjáldan til sín rætt

1. deild NSÍ-KÍ 1-3 (1-2)


Líkindini vóru góð, og tað var einki at siga til, at lagið var gott á teimum fleiri hundrað klaksvíkingunum, sum sunnudagin vóru kring vøllin við Løkin í Runavík. Teirra lið vann, og hini úrslitini lagaðu seg næstan so væl fyri klaksvíkingarnar, sum tað kundi bera til.

Men tá tað er sagt, so má leggjast afturat, at um roknað verður í poleraðum fótbóltsspæli, so var avrikið hjá KÍ so sum so.

Eingin ivi var um, at gestirnir høvdu størri kropsliga tyngd, enn teir á heimaliðnum vístu, og KÍ menninir tóktust skorið yvir ein kamb eisini vera væl betri fyri. Og tá tað er ein sannroynd, at allir á KÍ liðnum eru góðir fótbóltsspælarar, so hevði tað ikki verið av leið at rokna við, at teir vístu undirhaldandi fótbóltsspæl.

Men tað gjørdu teir í alt ov lítlan mun. Jan Allan Müller var á miðvøllinum, og Rógvi Jacobsen var í álopinum. Umbýtið av leiklutunum riggaði væl, Jan Allan vísti, at hegni og royndirnar gera, at góður dugur er í honum sum maðurin, ið kann vera við til at skipa spælið, og tá Jan Joensen og Marek Wierzbicki (vísti í løtum sera snilt spæl) vóru hinir báðir miðvallararnir og framrættaðu Harley Bertholdsen og John Ryan vóru vongverjarnir í 4-3-3 spæliháttinum, so vóru fyritreytirnar til staðar fyri hugflogsríkum og samanhangandi fótbóltsspæli, har eitt tvey samanspæl, yvirlappingar í borðunum og stikkbóltar fram til Arnold Joensen og Heðin á Lakjunum


Nógv í luftini.

Men tað var bara í løtum, at klaksvíkingarnir gjørdu nyttu av evnunum til samanspæl niðri á vøllinum. KÍ spældi ongantíð planleyst, men planurin gekk fyri tað mesta út uppá, at miðvøllurin skuldi leypast um, tá langir og ofta høgir bóltar vórðu sendir fram í borðini ella fram eftir miðásinum til Rógva Jacobsen, sum við sínum góðu fótbóltsevnum og stóru kropsstyrki alla tíðina var størsta álopshóttanin.

Allir verjuspælararnir hjá KÍ eru fínir fótbóltsspælarar, og teir vístu eisini viðhvørt, at teir megnaðu væl at samanspæla seg úr trongstøðum, men tað sá næstan út til, at teimum var álagt, at bólturin sum skjótast skuldi flytast høgt og langt fram á vøllin.


Ikki nóg kraftmiklir

Lagið í NSÍ hevði ikki verið nakað serligt í vikuni upp undir dystin móti KÍ. Sunnudagin royndu teir at gera eina roynd at koma afturíaftur í stríðnum um tey fýra fremstu plássini, men hon var bara heilhjartað eina lítla løtu í 1. hálvleiki, tá teir vóru komnir framum við hepnum máli.

NSÍ liðið var ikki so lítið umskipað. Arnfinn Langgaard var á sentrala miðvøllinum saman við Kára Hansen, og Jákup Martin Jacobsen og Bergur Hansen, sum hava spælt millum lítið og einki á besta liðnum, vóru ávikavíst í miðverjuni og á miðvøllinum í vinstru.

Fýra av bestu álopsmonnunum hjá NSÍ eru skaddir, og hetta líður liðið undir. Ian Højgaard var einasta hóttanin frammi á vøllinum, um tað kann kallast soleiðis, Helgi L. Petersen, sum spældi við stórum bindi um lærið, royndi viðhvørt at seta ferð á í høgru, men teir høvdu tað torført yvirfyri sera drúgva Jan Andreasen og Andrzey Pacek í miðverjuni hjá klaksvíkingum, og tá nógvir av spælarunum hjá NSÍ ikki eru serliga stórir, so var tað trupult hjá teimum, tá bóltarnir vóru millum tríggjar og fimm metrar yvir vøllinum.


NSÍ mál og

møguleikar

Heimaliðið, sum í ovurstórari virðing fyri mótstøðumonnunum mest hevði sparkað burtur, fekk hol á, tá eitt lítið korter var farið. Sjúrður Jacobsen, sum saman við Helga L. Petersen og Ian Højgaard hevur tyngdina at spæla upp móti KÍ, royndi við fløtum skoti langt úti frá, men tað hevði ikki verið nakar trupulleiki hjá Stephen Boyle at bjargað, um ikki bólturin tók í álopsmannin hjá NSÍ, Eddie Mikkelsen, og fullkomuliga broytti kós.

Í lítlu løtuni eftir leiðslumálið vunnu heimamenninir fleiri nærdystir, teir høvdu okkurt hornasparkið, og teir høvdu tveir málmøguleikar, uttan at bólturin fór innum Stephen Boyle, sum bara eina ferð slapp at vísa, at hann er ein fongur fyri KÍ. Tað var, tá hann tveitti seg í fulla longd og helt góðum frísparksbólti frá Sjúrða Jacobsen.


KÍ mál og møguleikar

KÍ javnaði lítla løtu eftir NSÍ málið, og bæði í sambandi við hetta málið og í øðrum førum, sást, at málverjin hjá NSÍ hevði trupulleikar.

Jan Allan Müller krýndi gott avrik á miðvøllinum við tveimum málum. Hálvan annan metur frá málstrikuni setti hann krúllin undir bóltin, eftir at Arnold Joensen hevði sent horna úr høgru og Rógvi Jacobsen hevði vunnið luftbóltin, og nakrar minuttir seinni skoraði Rógvi Jacobsen, sum var hin stóri spælarin hjá klaksvíkingum, besta málið hesa ferð. Arnold Joensen kom leysur eftir stikkbólt fram í høgru, og Rógvi Jacobsen heilfluktaði í kassan.

Jan Allan Müller staðfesti sigurin hjá toppliðnum mitt í seinna umfarinum. Pacek tveitti langt inn úr høgru, Rógvi Jacobsen vann sum ein annar feltharri luftbóltin og longdi til Jan Allan Müller, sum takkaði fyri.

Og KÍ hevði onkrar aðrar møguleikar, sum teir kundu havt fingið mál burturúr. Rógvi Jacobsen hevði tann størsta í 1. hálvleiki, tá hann kom ímillum afturlegging, men sendi við síðuna av.

Seinnapartin av seinna umfarinum trillaðu klaksvíkingarnir nógv ímillum sín. Teir tóktust ikki serliga áhugaðir í at gera so nógv burturúr, lagið var gott, tí tað vóru nógv tíðindafró fólk uttanfyri vøllin, og langt frammanundan at Odmar Andreasen, sum ikki var ófittur við klaksvíkingar, bríkslaði fyri síðstu ferð, tóktust hugsanirnar vera snaraðar móti uppgávuni móti Sumba.


NSÍ: Dejan Milanovic - Dánjal Hansen, Jákup Martin Jacobsen, Kári Sigvardsen, Sjúrður Jacobsen - Helgi L. Petersen, Kári Hansen, Arnfinn Langgaard, Bergur Hansen - Ian Højgaard, Eddie Mikkelsen.

KÍ: Stephen Boyle - Harley Bertholdsen, Andrzey Pacek, Jan Andreasen, John Ryan - Marek Wierzbicki, Jan Allan Müller, Jan Joensen - Arnold Joensen, Rógvi Jacobsen, Heðin á Lakjuni.