Bæði B68 og VB kaga upp eftir stigatalvuni nú fýra dystir eru eftir at spæla. Hvørki av liðunum hevur havt nakað stórt kappingarár, men bæði halda seg verða komin burtur úr niðurflytingarvandanum, sum partar av kappingini hevur hótt tey, og bæði vilja longur upp á stigatalvuna. VB kann fáa B68 aftur, og B68 kann fáa grannarnar í NSÍ aftur, um tað gongur eftir vild.
?Alt hevur gingið betur hjá okkum her í seinnu hálvu. Úrslitini hava verið betri, spælararnir eru hugaligari, venja meira og eru betri fyri, og tí havi eg góðar vónir um at fáa øll trý stigini í dystinum móti B68, sigur Krzystof Popczynski, spælandi venjari hjá VB.
Hann vandi fyri fyrstu ferð hesa vikuna hóskvøldið, tí hann hevur havt skaða at dragast við, men hann væntar, at hann fer at spæla sunnudagin. Álopsmaðurin Dan Djurhuus hevur ligið sjúkur, men hann var somuleiðis til venjing fyrrakvøldið, og tað er eisini væntandi, at hann fer at spæla í morgin.
TÍ kann VB-venjarin velja millum allar sínar bestu spælarar, og liðið fer ivaleyst at líkjast tí, sum gjørdi tað so gott móti KÍ fyri smáum tveimum vikum síðani.
B68 manglar liðskiparan
Hjá toftamonnum er tað stórur missur, at teir mugu spæla dystin í morgin uttan liðskiparan Fróða Benjaminsen, sum júst hevur gjørt góða reklamu fyri sær á landsliðnum. Fróði fekk sítt triðja gula kort í seinasta dystinum, og tað hevur við sær leikbann.
Somuleiðis er ein av brasiliumonnum eisini leikbannaður. Lucio, sum spældi á vinstra vongverja seinast, hevur eisini fingið ov nógv gul kort. Oleif Joensen, sum ikki hevur vant nakað serligt eftir summarsteðgin, spældi við seinast, og hann verður helst viðaftur hesaferð.
Finn Mørk var burtur orsaka av leikbanni seinast, men tað fer ikki at forða honum í at spæla hetta vikuskiftið.
Dysturin millum B68 og VB hevur ikki sama týdning, sum aðrir dystir hava fyri botn og topp hetta vikuskiftið, men bæði í Vági og á Toftum ætla teir at leggja alla orku í at vinna dystin, sum kann hava við sær betri pláss á stigataluni.