Dagsins hetja klaksvíkinga, Jan Allan Müller, er í døpurhuga. Hóast hann skeyt tvey av málunum í landskappingardystinum móti NSÍ í Runavík, og átti at fegnast við liðfeløgum sínum, hevur ein skaði doyvt gleðisrómin munandi hjá tí 30 ára gamla vágbinginum.
Ein hálvur tími av fyrra hálvleiki var farin, tá Jan Allan skuldi smekka til bóltin á miðum vølli. Í somu løtu gelti eftir í niðastu búkvøddunum, og hann kendi beinanvegin á sær, at hann var raktur av tægrasliti.
Vágbingurin, sum KÍ hevur keypt leysan úr Svendborg, fór kortini ikki út, men valdi at halda áfram, hóast tað sambært honum sjálvum bert var við hálvari megi.
Tægraslit vanligt
Væntandi varð Jan Allan Müller læknakannaður seinnapartin í gjár, og í stuttari viðmerking til Ítróttar-Sosialin í gjár, segði hann seg vóna, at hann fór at verða mettur nóg birgur til teir tríggjar dystirnar, eftir eru at spæla í føroysku landskappingini. Útlitini tykjast kortini døpur, tí mánadagin var vágbingurin sera nívdur av skaðanum.
Tægraslit er sera vanligur ítróttarskaði. Skaðin hendir, tá íðkarin overvar vøddarnar; antin tí hann toykir seg ov langt, ella leggur ov nógv fyri við vøddum, ið ikki vanliga verða nýttir. Eru vøddarnir kaldir, er nógv størri vandi fyri at vera raktur.
Fótbóltsspælarar verða oftast raktir av tægrasliti í lærvøddunum; serliga aftarumegin. Rúm tíð gongur áðrenn hin skaddi aftur er fullbirgur, og sagt verður, at 6 vikur væl kunnu ganga, er talan um álvarsligt slit.










