NSÍ vann fyrru semifinaluna

Fótbóltur: Hálvfinalurnar í unglingadeildini standa millum B36-GÍ og NSÍ-HB

Unglingarnir hjá NSÍ vunnu fyrra semifinaludystin móti HB, sum varð spældur mánakvøldið í Runavík. Eftir ásetingunum hjá FSF skuldi hesin dysturin spælast í kvøld, men varð framskundaður.

NSÍ vann dystin 4-1 eftir 2-0 í hálvleikinum. Seinni dysturin verður spældur í Havn mánadagin.

Mánakvøldið var KÍ sent úr kappingini, tá teir spældu javnt móti FS Vágum á heimavølli. KÍ skuldi vinna fyri at koma víðari. Ístaðin verður tað so GÍ, sum skal spæla hina semifinaluna móti B36.

Hesin dysturin skal eftir ætlan spælast í kvøld, men tá vit tosaðu við FSF-skrivstovuna fyrrapartin í gjár, var eitt sindur óvist, um dysturin verður í kvøld. Trupult er at fáa pláss á vøllunum í Havn, og tí kann verða at fyrri dysturin verður spældur í Gøtu í kvøld.