kappingarári. Dysturin endaði 2-2, men fyri føroyska fótbóltsfjepparan var í størri mun vert at leggja til merkis, at ongin føroyingur var við í kvøldsins hópi hjá Vejle. Viljormur Davidsen er langtíðarskaddur [...] Nattestad hevur nakra framtíð í felagnum. Hann er so í øllum førum ikki byrjaður at venja enn. Tískil var tað ikki óvæntað, at hesir báðir ikki vóru við í hópinum, men triði føroyingurin, Jóan Símun Edmundsson [...] Jóan Símun geva avboð til dystin vegna ein skaða í lyskuni. Í morgin verður vónandi onkur føroyingur at síggja á vøllinum í næstbestu deildini í Danmark. Vendsyssel, ið telur bæði Hall Hansson og René Shaki
noyddir at geva seg, sigur Anfinn Olsen, formaður í Reiðarafelagnum, sum kortini fegnast um, at sáttmálarnir eru komnir í hús. - Samráðingarnar hava verið drúgvar, men eg fegnist um, at tað eydnaðist at koma [...] dagføringar verða gjørdar í umsitingini av inntøkutapstryggingini og frameftir fara fiskiskip ikki at útmynstra úr føroyskari havn um jólini. Eisini eru serstakar ásetingar fyri tann partin av sáttmálanum
Tour de France kolldømdir, eftir at hann varð ákærdur fyri doping, og noktaði at reinvaska seg. Og í januar 2013 játtaði hann í eini sjónvarpssamrøðu við Oprah Winfrey, at hann hevði nýtt doping øll árini [...] fekk krabbamein í 1996, vann hann Tour de France sjey ferðir á rað, frá 1999 til 2006, tá hann gavst at súkkla. Øll árini vóru spurnartekin sett við hansara evni og um hann mundi nýta doping, men Lance Armstrong [...] øðrum súkklarum, súkklar hann allan Tour de France teinin, ein dag undan veruliga tourinum. Teir vóna at savna saman eina millión pund á ferðini.
hatta skipið - Noreg er kent fyri at seta trygdina í hásætið og hetta skipið lýkur, umframt norsku krøvini, øll altjóða krøv. Havnarmyndugleikarnir upplýsa annars fyri mær, at skipið fer avstað, so skjótt tað [...] Stóra gasstangaskipið, sum liggur í Nólsoyarfirði, hevur fingið fólk at undrast og spyrja um dálkingar- og spreingivanda. Spurt verður eisini, um trygdin er í lagi og um hvussu leingi skipið verður liggjandi [...] hevur eisini undrað umhvørvisnevndina og borgarstjóran. - Upplýsingarnir frá havnamyndugleikunum eru, at stóra gasstangaskipið, sum liggur í Nólsoyarfirði, eitur Arctic Lady. Skipið er bygt í 2006 av Mitsubishi
Reinert, Edvard Samuelsen og Kjartan Mohr. Síðani fóru boðini út til reiðfólk at hittast dagin eftir. Skipað bleiv soleiðis fyri at Vilhelm Tórsheim, kallaður keisarin, gekk fremst við merkinum, honum á baki [...] einasti núlivandi reiðmaðurin, sum var við til fyrstu ólavsøkuskrúðgonguna í 1942. Poul Mohr greiðir frá, at menn hittust heima hjá pápa hansara, Kjartan Mohr, dagin fyri ólavsøku í 1942. - Teir, ið løgdu ráð [...] Haðani fór skrúðgongan so umvegis Tróndargøtu oman á Tinghúsvøllin. Tað var frá fyrsta degi lagt dent á at reiðfólkið skuldi vera væl ílatið. Hvít skjúrta og svart slips var búnin hjá reiðfólkunum. Hetta bleiv
eru níggju ár síðani, at Rás2 fyrstu ferð skipaði fyri skemti og tónleiki á Ólavsøku. Longu fyrsta árið varð greitt, at undirtøkan fyri tiltakinum var so mikið stór, at avgjørt varð at skipa tiltakið sum [...] Seinnu árini hevur verið siðvenja, at Rás2 og Miðlahúsið skipa fyri stórum ólavsøkubrakið Ólavsøkudag, og soleiðis verður aftur í ár. Hesaferð verður tað við Ave, Steintór&Kim og Hilmar Jan Hansen stendur
beinanvegin, at nú vildi Heðin ikki standa aftanfyri Sjúrð og Aksel í danska tjóðskaparstríðnum, so Heðin tónaði bara reint flagg." Kanska sagt í speisemi - men kortini. At fólk royna at seta meg og onnur [...] eg ikki ilt av. Men hendan uppbýtingin er bara eitt sindur kunstig. Serliga tá hugsað verður um, at vit at kalla als ikki eru ósamd við Magna um ta grundlóg, hann annars skrivar um. Hví er Magni "tjóðsk
húsið sigur á síni heimasíðu, at í løtuni bíðar hon eftir endaligu løggildingini frá Sundhedsstyrelsen. Serlæknaútbúgingin tekur fimm ár og Landssjúkrahúsið upplýsir, at Krista Arnold Thomsen hevur tikið [...] í Klaksvík saman við manni og trimum børnum. Og nú ætlar hon at søkja fast starv sum kommunulækna í Klaksvík . Landssjúkrahúsið upplýsir, at í løtuni eru 14 læknar undir útbúgving til kommunulækna og væntandi [...] Líkt er nú til, at Klaksvíkingar fáa ein kommunulækna afturat í fast starv. Í Klaksvík eru tríggir kommunulæknar. Jaspur Peterse og Magnus Magnussen eru kommunulæknar í føstum starvi og tað triðja starvið
18 fóru undir finaluna í Klaksvíkskappingini. Fótbóltslagið í Klaksvík er gott, eftir at tað eydnaðist heimaliðnum at vinna 3-1 ímóti HB. Støðan í hálvleikinum var 1-0 við máli. Tað var Henry Heinesen, sum [...] beinanvegin eftir steðgin hevði avloyst Teit Matras Gestsson. Frammanundan at KÍ økti um leiðsluna hevði HB risa møguleika at javna, men Fríði Sigurðsson, sum í kvøld vardi KÍ málið, bjargaði brotssparki [...] høvdinum setti bóltin í málið eftir innlegg frá Hjalgrími Elttør. Hetta var fyrsta ferðin í níggju ár, at KÍ vann kappingina, sum stutt undan byrjan av kappingarárinum á hvørjum ári er í Klaksvík.
Tað kann ikki vera rætt, at tú skalt krossa ferðsluna sum best ber til, um tú skalt til læknan í Miðlon. Tað sigur ein borgari, sum hevur vent sær til Miðlahúsið, tí hann heldur, at ferðslutrygdin á Hoyvíksvegnum [...] bussinum og sum hava ørindi í Miðlon, at her skuldi sjálvandi verið ein gonguteitur, heldur hesin havnarborgarin, sum altso eisini hevur vent sær til býráðið við umbøn síni um at bøta ferðslutrygdina við Miðlon [...] n. Men har er eingin gonguteigur. Nærmasti gonguteigur er heilt niðri við Ringvegin. Tað vil siga, at tú skalt ganga ein umveg upp á 400 metrar, um tú skalt nýta gonguteigin. Hin gonguteigurin er heilt