KÍ best í Klaksvík

Heimaliðið vann finaluna í Klaksvíks kappingini 3-1 ímóti HB

Hóast vøllurin var heilt hvítklæddur á middegi, so var tað grønt, tá ið KÍ og HB klokkan 18 fóru undir finaluna í Klaksvíkskappingini.

Fótbóltslagið í Klaksvík er gott, eftir at tað eydnaðist heimaliðnum at vinna 3-1 ímóti HB. Støðan í hálvleikinum var 1-0 við máli. Tað var Henry Heinesen, sum umsetti brotsspark til mál, tá ið eitt korter var farið.

Miðskeiðis í 2. hálvleiki var tað miðverjin og liðformaðurin Jonas Flindt Rasmussen, sum eftir horna stútaði bóltin í HB málið, har Petur S. Thomsen beinanvegin eftir steðgin hevði avloyst Teit Matras Gestsson. Frammanundan at KÍ økti um leiðsluna hevði HB risa møguleika at javna, men Fríði Sigurðsson, sum í kvøld vardi KÍ málið, bjargaði brotssparki frá Andrew av Fløtum.

Tá ið eitt stórt korter var eftir, minkaði HB um munin til 2-1. Aftur hesa ferð var talan um deyðbóltsstøðu. Lítla løtu seinni staðfesti innskifti Kenan Hajdarevic heimasigurin, tá ið hann við høvdinum setti bóltin í málið eftir innlegg frá Hjalgrími Elttør.

Hetta var fyrsta ferðin í níggju ár, at KÍ vann kappingina, sum stutt undan byrjan av kappingarárinum á hvørjum ári er í Klaksvík.