Hvat ger argemannin tjóðskaparligari enn onnur?

Nakrir føroyingar eru tjóðskaparligari enn aðrir. Teir vilja veljast á Fólkating, so teirra rødd kann hoyrast har. Tí hon er ein "tjóðskaparrødd".

Nakrir føroyingar eru tjóðskaparligari enn aðrir. Teir vilja veljast á Fólkating, so teirra rødd kann hoyrast har. Tí hon er ein "tjóðskaparrødd".


Aðrar føroyskar røddir eru ikki "tjóðskaparrøddir", og skulu tí sita heima.



Hetta hevur ljóðað síðani valstríðið byrjaði, og tað blívur við.



Magni Arge, sum hevur ført ann í hesum retorikkinum, svingar seg nú upp til henda setningin:



"Var ikki sørt skakkur í morgun, tá eg árla á morgni fór av Argjum heim til Havnar, tí tað fyrsta, eg síggi røra seg, er ein flaggskrýddur býarbussur. Hann flaggaði við donskum fløggum. Hugsaði beinanvegin, at nú vildi Heðin ikki standa aftanfyri Sjúrð og Aksel í danska tjóðskaparstríðnum, so Heðin tónaði bara reint flagg."



Kanska sagt í speisemi - men kortini.



At fólk royna at seta meg og onnur uttanfyri teirra fína, tjóðskaparliga felag, fái eg ikki ilt av.



Men hendan uppbýtingin er bara eitt sindur kunstig. Serliga tá hugsað verður um, at vit at kalla als ikki eru ósamd við Magna um ta grundlóg, hann annars skrivar um.



Hví er Magni "tjóðskaparligur" og vit onnur ikki...? Er føroyskur tjóðskapur ein politisk ideologi? Í Javnaðarflokkinum halda vit ikki.



Sí her: https://www.youtube.com/watch?v=YTp_urJRX78