Ferðsluvandar við læknamiðstøð

– Tað kann ikki vera rætt, at tú skalt krossa ferðsluna sum best ber til, um tú skalt til læknan í Miðlon.

– Tað kann ikki vera rætt, at tú skalt krossa ferðsluna sum best ber til, um tú skalt til læknan í Miðlon.

 

Tað sigur ein borgari, sum hevur vent sær til Miðlahúsið, tí hann heldur, at ferðslutrygdin á Hoyvíksvegnum við Miðlon í Havn er út av lagi vánalig.

 

Kemur tú við bussinum úr býnum og skalt til læknan – ella onnnur ørindi – í Miðlon, so mást annaðvhørt ganga langan umveg ella passa tær løgir gjøgnum nógvum bilaferðsluna á Hoyvíksvegnum, sigur borgarin, sum eisini hevur vent sær til Tórshavnar býráð við hesum málið.

 

Og rætt hevur hann. Við Miðlon er busssteðgistað hinum megin Hoyvíksvegin. Men har er eingin gonguteigur. Nærmasti gonguteigur er heilt niðri við Ringvegin. Tað vil siga, at tú skalt ganga ein umveg upp á 400 metrar, um tú skalt nýta gonguteigin.

 

Hin gonguteigurin er heilt niðri við  næsta busssteðgistaðið við Fútalág.

 

– Her eru so nógv fólk, sum koma við bussinum og sum hava ørindi í Miðlon, at her skuldi sjálvandi verið ein gonguteitur, heldur hesin havnarborgarin, sum altso eisini hevur vent sær til býráðið við umbøn síni um at bøta ferðslutrygdina við Miðlon, sum millum annað hýsi læknamiðstøð við kommunulæknum.