Líkt er nú til, at Klaksvíkingar fáa ein kommunulækna afturat í fast starv. Í Klaksvík eru tríggir kommunulæknar. Jaspur Peterse og Magnus Magnussen eru kommunulæknar í føstum starvi og tað triðja starvið hevur verið mannað við avloysara Hesi bæði síðstu árini hevur Krista Arnold Thomsen verið avloysari, men hon er akkurát nú vorðin endaliga liðug við útbúgving sína sum kommunulækni, ella sum serlækni í almennu medisini, sum tað eitur. Landssjúkrahúsið sigur á síni heimasíðu, at í løtuni bíðar hon eftir endaligu løggildingini frá Sundhedsstyrelsen.
Serlæknaútbúgingin tekur fimm ár og Landssjúkrahúsið upplýsir, at Krista Arnold Thomsen hevur tikið fyrra part í Region Nordjylland og seinna partin í Føroyum, her hon hevur havt meginútbúgvingastað í Kommunulæknaviðtaluni á Sandinum í Klaksvík, har hinir báðir kommunulæknarnir eisini húsast.
Krista Arnold Thomsen byrjaði í starvi í Føroyum í november 2012. Hon er 35 ára gomul, og býr í Klaksvík saman við manni og trimum børnum. Og nú ætlar hon at søkja fast starv sum kommunulækna í Klaksvík .
Landssjúkrahúsið upplýsir, at í løtuni eru 14 læknar undir útbúgving til kommunulækna og væntandi verða tríggir av teimum liðugt útbúnir í ár.
|