Armstrong aftur í Tour de France

Hóast hann misti allar sínar seks sigrar í Tour de France, eftir at hann játtaði seg sekan í doping, súkklar hann aftur í Frankaríki í dag.

Lance Armstrong varð mettur sum ein tann besti súkklarin nakrantíð. Hóast hann fekk krabbamein í 1996, vann hann Tour de France sjey ferðir á rað, frá 1999 til 2006, tá hann gavst at súkkla.

 

Øll árini vóru spurnartekin sett við hansara evni og um hann mundi nýta doping, men Lance Armstrong avnoktaði allar ákærur. Tó so, í 2012 vóru allir hansara sigrar í Tour de France kolldømdir, eftir at hann varð ákærdur fyri doping, og noktaði at reinvaska seg. Og í januar 2013 játtaði hann í eini sjónvarpssamrøðu við Oprah Winfrey, at hann hevði nýtt doping øll árini.

 

Í dag og í morgin er hann tó aftur á súkkluni á Tour de France-teininum. Hesaferð er tað sum liður í einum stuðulstiltaki, har peningur verður savnaður til millum annað krabbameinsgransking. Lance Armstrong stovnaði sjálvur felagsskapin Livestrong, ið veitir stuðul til teirra, ið eru rakt av krabbameini.

 

Tað er fyrrverandi fótbóltsspælarin hjá Crystal Palace, Geoff Thomas, sum fekk staðfest leukemi í 2003, sum stendur aftanfyri tiltakið. Saman við øðrum súkklarum, súkklar hann allan Tour de France teinin, ein dag undan veruliga tourinum. Teir vóna at savna saman eina millión pund á ferðini.