krígnum. Tað eina uppslagið verður kallað Satt ella Ósatt. Hetta eru sjónarmið hjá fólkið, sum ikki eru sannførd um, at jødatýning nakrantíð er framd. Tað var eitt sindur ørkymlandi at lesa, tí tað var ikki [...] ikki avgjørt, hvat flokkurin leggur leiðina, men tað eru óivað eins nógvar meiningar um tað, sum tað eru næmingar í flokkinum. Ísrael hevur verið nevnt, og tað er eisini í samsvari við framsýningina at vitja [...] hvat jødatýningin var. Sostatt vistu 72 prosent av føroysku næmingunum í framhaldsdeildini meira enn bara, hvat jødatýningin var, meðan restin í minsta lagi hevði hoyrt um hana. Tað er merkisvert, at øll
eitt hálvt ár ella so. Í hesum sambandi bjóðaði TK-Stovan til seminar í gjár, og tað var júst virðisbrævamarknaðurin, sum var til viðgerar. Vit fingu orð á stjóran í TK-Stovuni, Ólav Gregersen, og spurdu [...] gevur nógvar nýggjar avbjóðingar, samstundis sum hann eisini gevur vinnuni nýggjar møguleikar. Tað var tað, sum vit vildu greiða vinnuni frá, og tí valdu vit at gera eitt seminar við seks ymsum fyrilestrum [...] føroyska vinnu er tað ein kollvelting, at møguleiki er at skráseta fyritøkur í keypsskálum, sum gjørt verður uttanlands, tí vanliga eru tað familjur, sum eiga fyritøkurnar ella eru tað vinir og kenningar
Eitt tað størsta dramaið í hesum kappingarárinum var tað, tá HB við stórum fylgi var á Svangaskarði. Fótbóltsspælið var bara í løtum á tí støðinum, sum tað hevði klætt einum toppdysti í 1. deild. Men [...] undirhaldsvirðið var alíkavæl fínt. Spenningurin var í høddini alla tíðina. Tað var ikki fyrrenn Suni Johansen, sum greiddi torføra setningin væl og sum í ár hevur víst, at hann er nógv mentur sum dómari [...] áskoðararnir kundu taka tað meiri róliga. Fyri B68 var tað ikki nóg mikið at fáa eitt stig. Út frá dystargongdini áttu toftamenn ikki at vera misnøgdir við javnleikin, men kortini er tað væl skiljandi, at teir
álopsspælið, og tað er neyvan nakar ivi um, at Todi verður ímillum teir fyrstu ellivu næstu ferð. Einasta málið kom í 74. minutti. Enn eina ferð var tað Ståle Solbakken, sum skoraði. Hesa ferð var tað eftir h [...] av OB. Fyri danir var tað mest merkisverda við OB liðnum, at Carsten Hemmingsen, sum inntil fyri trimum vikum síðani spældi í FCK, var á OB liðnum. Frá einum føroyskum sjónarmiði er tað sera áhugavert at [...] Hansen, fyri fyrstu ferð var í OB verjuni frá fyrsta bríksli. OB hevði skipað liðið í 4?5?1 uppstilling, og Johan B. Hansen var ytstur í høgra borði. Síðstu løtuna royndi OB at javna. Tað restaðu níggju minuttir
hyggin at hava skiftiklæðir við, dregur sær turt upp á kroppin, tí tað regnaði alla tíðina, meðan menn vóru inni í skorini. Í vár var Tíðindablaðið Sosialurin við, tá sandavágsmenn vóru í Vestaru Skor [...] Farið varð so leygardagin í staðin. Veðrið helt sær, til komið var í Skoradal og farast skuldi inn í Skorarnar. Tá fór at regna, og tað regnaði líka til allir vóru komnir aftur til Steinin í Skoradali [...] verður so bara gitt um. Onkur heldur, at teir munnu vera omandotnir. Tað kann vera rættiliga sannlíkt. Men onkur er, sum uggar seg við, at tað er hent fyrr, at onkur er sloppin úr Skorini, hóast hegnað hevur
minsta lagi hava mál áðrenn hálvleik. Men í staðin var tað KÍ, sum økti um leiðsluna til 4-0, og enn einaferð var tað Malena Josephsen, sum skoraði. Sostatt var hálvleiksstøðan 4-0 til KÍ, og VB kvinnurnar vórðu [...] Hetta vikuskiftið var ógvuliga avgerandi fyri, hvat lið gerst føroyameistari í ár. Áðrenn dystirnar sunnudagin var VB á odda við 19 stigum, meðan KÍ og HB høvdu 18 stig. Sunnudagin var VB í Klaksvík og [...] og var tað Rannvá Augustinussen, sum skeyt málið fyri VB. Í 65. minutti staðfesti Malena Josephsen sigurin við sínum triðja máli. Tríggjar minuttir seinni fekk VB tó minkað um munin til 5-2, og var hetta
rækjur. Veiðan var eini 10 tons í miðal um samdøgrið, og tað er heilt hampuligt. Hann heldur, at FAS-skipanin kundi verið við til at føroyskir bátar fóru á nýggjar leiðir at royna eftir rækjum. Tað kundi verið [...] rækjuskipum mugu liva við í løtuni. Hetta er tó ikki ein støða, sum kann halda á í longri tíðarskeið. Fiskiskip eisini undir FAS Tað, ið Bjarni Petersen skjýtur upp, er, at fiskiskip, sum ikki eru í føroyskum [...] eisini komu undir FAS-skipanina. Tað ber bara ikki til, tí úrtøkan er ikki nóg høg til tess nú. FAS-skipanin hevði hinvegin verið við til at gjørt hetta møguligt. - Tað er ein sannroynd, at seinastu tíggju
skoraði Magni Petersen, sum í útgangsstøðuni var í álopinum, men var farin aftur á miðvøllin, tá hann skoraði málini. Tað var týðuligt, at Magni Hentze framvegis var darvaður av skaðanum, sum hann hevur í alboganum [...] áðrenn AB slapp at svara aftur. Í fyrra førinum var tað eftir góða sending frá Kristiani Poulsen, sum var komin innum verjuna í høgru, og í seinna førinum var talan um kalt einmansavrik. Í fyrstu atløgu drálaði [...] bóltin aftur í spæl, og tað takkaði Svend Poulsen fyri. Seinna AB málið skoraði innskifti Sigurd Justinussen. B36?Skáli Toppdysturin var tættur, og hann var undirhaldandi. Av og á var spælið hampuliga gott
kirkjugólvinum einki við tað at gera. Hetta var spurningur um æru, bæði hjá handverkaranum og hjá tí, sum í skónum var. Æran er fagrasta træ í skógini, og ærukær eru flest øll. Lat tað eisini vera sagt, tá [...] hvørjum króki, tú sást tað, kendi angan av tí, og tilevningin var goymd í onkrum króki, sum fyri eftirtíðina gjørdist til nakað dýrabart. Meðan tú bíðaði inni hjá Skómakaranum, var lív í hvørjum sekundi [...] til bar. Dyggur var hann í sínum handverki, og væl visti hann eisini, at skógvarnir skuldu skína. Tað skuldi standa eftir, tá ið farið varð inn eftir kirkjugólvinum sunnudag, at verkið var til fulnar gjørt
bygdarráðnum at taka við, enn tað var hjá tí verandi, eru tær samdar um. Tí tað er lættari at arbeiða við eini skuld upp á góðar tvær álíkningar heldur enn fýra. Men tað er sjálvandi ikki vist, at tær [...] Mia og Hervør halda ikki, at tað verður neyðugt at steðga nøkrum, fyri at fáa annað framt í komandi valskeiði. Tað er bara at duga at brúka pengarnar rætt, siga tær. Men tað verður stuttligari hjá nýggja [...] milliónum. Tá verandi bygdarráð tók við, var kommunuskuldin fýra álíkningar, meðan hon í dag er góðar tvær. Tó er skattainntøkan vaksin úr 20 til 25 milliónir. Hóast tað hava verið trongar tíðir í Vestmanna