Slættanes: Teir standa bundnir at rættargarðinum á lendingini á Slættanesi. Fimtan hornaseyðir, sum tiknir eru úr Vestaru Skor og nú skulu til Sandavágs. Menninir sita niðan fyri og fá sær ein bita. Onkur, sum hevur verið so hyggin at hava skiftiklæðir við, dregur sær turt upp á kroppin, tí tað regnaði alla tíðina, meðan menn vóru inni í skorini.
Í vár var Tíðindablaðið Sosialurin við, tá sandavágsmenn vóru í Vestaru Skor við hornaseyði. Og vitiligt er, at tá farið varð við at sleppa út, verður eisini boðað at koma eftir teimum aftur.
Avgjørt varð at fara seinasta vikuskifti. Begynt varð fríggjamorgunin, men menn vandaðu veður og settust aftur. Farið varð so leygardagin í staðin. Veðrið helt sær, til komið var í Skoradal og farast skuldi inn í Skorarnar. Tá fór at regna, og tað regnaði líka til allir vóru komnir aftur til Steinin í Skoradali við teimum seyðunum, sum eftir vóru í Skorini.
Seytjan vórðu sleptir í Vestaru Skor í vár, og hendan dagin, farið varð eftir teimum, vóru fimtan eftir. Hvat er vorðið av hinum báðum, verður so bara gitt um. Onkur heldur, at teir munnu vera omandotnir. Tað kann vera rættiliga sannlíkt. Men onkur er, sum uggar seg við, at tað er hent fyrr, at onkur er sloppin úr Skorini, hóast hegnað hevur verið fyri, og er afturkominúr haganum, tá fjøllini vóru gingin um heystið. So til tað er yvirstaðið, er bara at liva í vónini.
Tað eru ikki bara sandavágsmenn, sum hava seyð gangandi í skorunum norðanfyri. Gitin er Ryggsskor hjá miðvingum frá sjónvarpssending fyrst í nítiárunum.
Umframt hava menn seyð gangandi aðrastaðni í urðum og torvum fram við vágalandinum fyri norðan.
Fríggjadagin vóru sandavágsmenn í Torvuni, teir kalla, innanvert Trøllkonufingur, har teir høvdu tveir seyðir gangandi. Teir vórðu flettir sama kvøldið. Annar vá 58 pund, meðan hin vá 78.
Seyðirnir úr Vestaru Skor vórðu sleptir á beiti heima í bønum, til mett veðrur ráðiligt at fletta teir.
-Eingin grund er at fóðra maðkar við so góðum kjøti, varð tikið til, tá komið varð aftur at húsum leygardagin.
Í seinni blað verður myndafrásøgn frá túrinum.