Eitt tað størsta dramaið í hesum kappingarárinum var tað, tá HB við stórum fylgi var á Svangaskarði. Fótbóltsspælið var bara í løtum á tí støðinum, sum tað hevði klætt einum toppdysti í 1. deild. Men undirhaldsvirðið var alíkavæl fínt. Spenningurin var í høddini alla tíðina. Tað var ikki fyrrenn Suni Johansen, sum greiddi torføra setningin væl og sum í ár hevur víst, at hann er nógv mentur sum dómari, bríkslaði fyri síðstu ferð, at áskoðararnir kundu taka tað meiri róliga.
Fyri B68 var tað ikki nóg mikið at fáa eitt stig. Út frá dystargongdini áttu toftamenn ikki at vera misnøgdir við javnleikin, men kortini er tað væl skiljandi, at teir iðraðu seg nógv um, at teir so at siga mistu sigurin.
B68 málið og møguleikin
B68 kom á odda miðskeiðis í 1. hálvleiki. Málið var eitt fantastiskt einmansavrik av toppskjúttanum í 1. deild. Hann eitur Marcello Marcellino. Eftir innkast í vinstru fekk Marcello bóltin so at siga á baklinjuni. Hann gjørdi tunnil á ein av verjuspælarunum, áðrenn hann sneiddi ein av sær afturat, og tá vinkulin var vorðin nóg stórur, smekkaði hann flatt við nærra stólpan. Bárður Johannesen fekk fótin á, men kundi ikki verja meiri enn so, at bólturin fór upp í nettakið, og toftamenn á og kring vøllin frøddust.
Síggja vit burtur frá hesum møguleikanum ? í veruleikanum var ikki talan um møguleika ? so hevði B68 bara ein annan stóran málmøguleika, men tað var vorðið sum møguleiki:
Í stórum og drúgvum HB trýsti sendi Marlon Jorge, sum longu í 1. hálvleiki hevði loyst skadda Jan Petersen av, langan bólt fram á vøllin. Hans á Lag tóktist um miðstrikuna at hava tak á, men á váta og hála vøllinum stakk bólturin afturum HB miðverjan. Súni Fríði Johannesen, sum hevði tað torført ímóti gomlu liðfeløgunum, gjørdist púra leysur. Eftir miðásinum setti hann kós ímóti málinum, og tá hann var komin í brotsteigin og við Hans á Lag einar tveir metrar aftanfyri seg sendi hann til vinstru fyri seg sjálvan. Bárður Johannesen tóktist mest sum hava tveitt seg, áðrenn B68 maðurin royndi at skjóta, og so var hornaspark í staðin fyri 2?0 til B68.
Stríðið á miðvøllinum
Toppdysturin á Svangaskarði fær ikki vakurleika virðisløn. Áskoðararnir sóu tvey lið, sum eru í sera góðari fysiskari venjing, leggja alla orku í. Har vóru nógvir nærdystir á jørðini og í luftini. Í løtum hekk spælið saman, men ofta vóru sendingarnar skeivar. B68 royndi við fleiri diagonalbóltum úr høgru og í hitt borðið, men tað var bara hendinga ferð, at tað kom nakað burturúr góðu royndunum, tí háli vøllurin setti serliga stór krøv til neyvleikan.
Ofta verður havt á munni, at spælararnir tey seinnu árini eru vornir kropsliga nógv betri fyri, enn teir vóru fyrr, men at bóltførleikin og harvið samanspælið ikki hevur fylgt við. Toppdysturin á Svangaskarði var góð ábending um hetta.
Ofta var plássið, sum tað varð spælt á, ov lítið, og tí gjørdust nógvar støður ov órudduligar. Fróði Benjaminsen var meiri eyðsýndur hjá B68, enn hann hevur verið undanfarnu ferðirnar, meðan tað heldur ikki hesa ferð eydnaðist Øssuri Hansen ? Ingi Rasmussen var ofta tætt í honum ? at skap tað eyka yvirskotið, sum fyrr á árinum hevur givið B68 nógv mál og harvið fleiri stig.
Andrew av Fløtum var fyrstu løtuna sera væl upplagdur í vinstru álopssíðu hjá HB. Eftir at hava sneitt framvið tveimum hevði hann eina knallandi góða skotroynd, men Magnus Poulsen í B68 málinum, sum hevur ment seg til ein tann besta málverjan í føroysku kappingini, var sum ein køttur niðri við stólpan og bjargaði.
Í 2. hálvleiki var vinstra álopsborðið hjá HB púra burtur. Í høgru var Allan Mørkøre sera framrættaður, men hann hevði stórar trupulleikar at koma framvið Jákupi Djurhuus, sum spældi væl á vinstra vongverja. Allan hevði fleiri langskotroyndir, sum fóru við síðuna av. Og tá støðan framvegis var 1?0 fekk hann ? eftir B68 kiks í uppspælinum ? ein fínan møguleika inni í brotsteiginum, men skotið fór omanfyri.
HB málið
Í 2. hálvleiki gekk tað mesta fyri seg á B68 hálvuni, men tað stóðust heilt fáir upplagdir møguleikar burturúr. Heimaliðið drálaði tað, sum teir fingu loyvi til, og tolið hjá gestunum var ikki nóg gott. Nógvir krossbóltar komu í brotsteigin, men Jan C. Dam, Oleif Joensen og serliga Arnbjørn Danielsen, sum vísti sera sannførandi avrik, vunnu mest sum hvørja ferð.
Tað lá í luftini, at HB skuldi fáa mál. 70 minuttir vóru farnir, tá Súni Fríði Johannesen var púra blankur. Skelkurin tóktist gera, at teir settu ferðina eitt vet meiri upp, men málið fingu teir faktistkt burturúr ongum. Eftir eitt av fleiri góðum hornasparksinnleggum frá innskifta Róa Árting, fekk B68 verjan út úr brotsteiginum. Har stóð Ingi Rasmussen, og sambært HB formannin, Gunnar Mohr, hevur verjukendi miðvallarin, sum avgjørt ikki hevði fingið kjansin sum málskjútti, ongantíð fluktað so reint, sum hann gjørdi hesa ferð. Nógv fólk var frammanfyri Magnus Poulsen, sum ikki sá bóltin fyrrenn hann lá í netinum. Men hann hevði ikki farið í málið, um Hans á Lag ikki hevði rættað kósina á honum, søgdu toftamenninir.
HB menninir søgdu ikki so nógv um tað. Teir vóru ovurfegnir um javnleikin, sum styrkti um teirra møguleikar at vinna FM heitið.
jh
B68: Magnus E. Poulsen ? Jan Petersen, Jan C. Dam, Arnbjørn Danielsen, Oleif Joensen, Jákup Djurhuus ? Fróði Benjaminsen, Eyðstein Skipanes, Øssur Hansen ? Súni Fríði Johannesen, Marcello Marcellino
HB: Bárður Johannesen ? Jóhannes Joensen, Hans á Lag, Símun Eliasen, Janus M. Joensen ? Allan Mørkøre, Ingi Rasmussen, Rúni Nolsøe, Hallur Danielsen ? Jón Rói Jacdobsen, Andrew av Fløtum