Todi setti ferð á

Fyri fyrstu ferð var Johan B. Hansen í OB verjuni frá fyrsta bríksli

Tað er gott lag í FCK. Eftir eina kappingarbyrjan, sum bendi á, at talan fór at verða um endurtøku frá í fjør ? óstøðugt spæl og langt ímillum sigrarnar ? er gongdin fullkomuliga vend tær síðstu vikurnar. Eftir at Jacob Laursen er komin í verjuna og Ståle Solbakken er komin á miðvøllin hevur FCK vunnið hvørja ferð. Teir vóru á áttanda plássinum fyri fýra vikum síðani. Nú eru teir á triðja plássinum.

Hesa ferð høvdu teir vitjan av OB. Fyri danir var tað mest merkisverda við OB liðnum, at Carsten Hemmingsen, sum inntil fyri trimum vikum síðani spældi í FCK, var á OB liðnum.

Frá einum føroyskum sjónarmiði er tað sera áhugavert at staðfesta, at nýggjasti føroyski landsliðsspælarin, Johan B. Hansen, fyri fyrstu ferð var í OB verjuni frá fyrsta bríksli. OB hevði skipað liðið í 4?5?1 uppstilling, og Johan B. Hansen var ytstur í høgra borði.

Síðstu løtuna royndi OB at javna. Tað restaðu níggju minuttir, tá Johan B. Hansen, sum stutt frammanundan hevði fingið gula kortið, varð skiftur út.


Todi bíðaði í

meiri enn ein tíma

FCK venjarin, Roy Hodgson, hevði undan dystinum gjørt av, at Todi Jónsson skuldi vera á beinkinum. Sviin Patrick Simpson, sum eisini hevur verið skaddur, var í álopinum í staðin fyri norðmannin Harald Brattbakk, sum var leikbannaður. Venjarin segði seg ikki tora at hava tveir spælarar inni, sum akkurát vóru komnir fyri seg eftir skaðar.

Todi Jónsson kom á vøllin í 69. minutti. Inntil tá hevði spælið ikki verið nakað serligt, og málmøguleikarnar høvdu verið fáir. David Nielsen kom inn saman við Toda. Hann avloysti Simpson, og Todi avloysti Thomas Thorninger.

Sambært donsku pressuna settu teir báðir innskiftararnir ferð í FCK álopsspælið, og tað er neyvan nakar ivi um, at Todi verður ímillum teir fyrstu ellivu næstu ferð.

Einasta málið kom í 74. minutti. Enn eina ferð var tað Ståle Solbakken, sum skoraði. Hesa ferð var tað eftir hornasparksinnlegg úr høgru, sum David Nielsen snittaði víðari innfyri málið.