Hetta vikuskiftið var ógvuliga avgerandi fyri, hvat lið gerst føroyameistari í ár.
Áðrenn dystirnar sunnudagin var VB á odda við 19 stigum, meðan KÍ og HB høvdu 18 stig.
Sunnudagin var VB í Klaksvík og vitjaði KÍ, og sostatt var hetta toppdysturin í føroysku kvinnudeildini. VB vann fyri eini góðari viku síðani heili 6-0 suðuri í Vági móti KÍ, so spennandi var at síggja, um VB kláraði at endurtaka bragdið í Klaksvík. Men tað vísti seg ikki at vera dagurin hjá VB kvinnunum.
Tá bert tveir minuttir vóru leiktir, legði toppskjúttin í føroysku kvinnudeildini, Malena Josephsen, KÍ á odda, og var hetta ein dreymabyrjan hjá KÍ. Um hetta var ein ring byrjan fyri VB kvinnurnar, gjørdist hon ikki betri, tá Rannvá Andreassen økti um leiðsluna bert tríggjar minuttir seinni. Og fimm minuttir seinni kundu VB kvinnurnar bert standa og hyggja at, tá Elsa Maria Simonsen legði KÍ á odda 3-0. Sostatt var støðan heili 3-0, tá bert tíggju minuttir vóru leiktir, og var hetta sera óvæntað.
Um VB kvinnurnar skuldu hava nakran møguleika at koma inn aftur í dystin, máttu tær í minsta lagi hava mál áðrenn hálvleik. Men í staðin var tað KÍ, sum økti um leiðsluna til 4-0, og enn einaferð var tað Malena Josephsen, sum skoraði.
Sostatt var hálvleiksstøðan 4-0 til KÍ, og VB kvinnurnar vórðu heilt tiknar á bóli. Tíggju minuttir inn í seinna hálvleik minkaði VB um munin, og var tað Rannvá Augustinussen, sum skeyt málið fyri VB. Í 65. minutti staðfesti Malena Josephsen sigurin við sínum triðja máli. Tríggjar minuttir seinni fekk VB tó minkað um munin til 5-2, og var hetta eitt sjálvmál.
KÍ vann sostatt týdningarmikla toppdystin móti VB, og tað vil við øðrum orðum siga, at tær liggja á odda við 21 stigum, og skulu tær bert hava ein sigur inni á Skála næsta vikuskiftið fyri at gerast føroyameistarar ár 2000. Kravið hjá VB fyri at gerast meistarar næsta vikuskiftið, er ein sigur móti HB, samstundis sum KÍ skal tapa inni á Skála.
HB vann vánaliga grannauppgerð
HB hevði undan dystinum í Havn móti B36 sunnudagin 18 stig, sama stigartal sum KÍ, og eitt stig aftanfyri VB. Tí var tað av alstórum týdningi, at tær vunnu grannauppgerðina í Havn móti B36, sum ikki er við í stríðnum um FM heitið, við tað at tær bert høvdu tíggju stig fyri dystin.
Heilt tíðliga í grannauppgerðini gjørdist Eyðfríð Christiansen púra einsamøll við B36 málverjanum, men hon skeyt bóltin framvið málinum. Málmøguleikarnir í fyrra hálvleiki vóru sera fáir, og spælið var heldur ikki av tí besta. Men í 35. minutti bragdaði í hjá HB, og løgdu tær seg á odda 1-0. Eyðfríð Christiansen spældi bóltin úr høgru síðu heilt yvirum, og har kundi Gunn Muller ótarnað leggja HB á odda, og hálvleiksstøðan var sostatt 1-0 til HB. Í seinna hálvleiki vóru eins og í fyrra hálvleiki fáir málmøguleikar, og einki samanhangandi spæl var at síggja í Gundadali. B36 hevði eitt skot á stongina, men nærri kom einki av liðunum, og dysturin endaði við einum 1-0 sigri til HB.
HB hevur sostatt eins og KÍ 21 stig, meðan VB hevur 19 stig. Men tað, sum ger allan munin, er, at KÍ hevur klárað seg betri innanhýsis móti HB, við tað at KÍ hevur vunnið báðar dystirnar teirra millum, og tí skal KÍ ikki vinna á Skála, samstundis sum HB skal vinna á VB, um HB kvinnurnar skulu gerast føroyameistarar, og er hetta ikki serliga sannlíkt. KÍ vann nevniliga heili 17-0 á Skála seinast liðini møttust, og umframt tað verður tað ikki ein løtt uppgáva hjá HB at vinna á VB, hóast tær eftir seinasta dyst í Vági fóru til Havnar við einum sannførandi 4-1 sigri í viðførinum.
Týdningarleysur NSÍ sigur
Í Runavík var dystur millum aftastu liðini í kvinnudeildini, NSÍ og Skála, og var hesin dysturin tí uttan stórvegis týdning.
Irdi Hansen, sum saman við Maibritt Olsen hevur staðið fyri nærum øllum málunum hjá NSÍ í ár, legði NSÍ á odda, tá umleið tíggju minuttir vóru farnir, og miðskeiðis í fyrra hálvleiki økti Elinbjørg Hammer um leiðsluna.
Hálvleiksstøðan var eisini 2-0 til NSÍ, og miðskeiðis í øðrum hálvleiki kundi Elinbjørg Hammer økja til 3-0 frá 11 metra blettinum. Seint í seinna hálvleiki skoraði Anna Malena Højgaard fyri NSÍ til 4-0, og beint áðrenn dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð, megnaði Sólvá Solmunde at minka um munin fyri Skála til endaligu støðuna 4-1. NSÍ hevur sostatt seks stig, meðan Skála ikki hevur fingið nakað stig til høldar enn.
Seinasta umfar næsta vikuskiftið
Næsta vikuskiftið verður seinasta umfar í bestu føroysku kvinnudeildini. KÍ og HB hava 21 stig í part, meðan VB hevur 19 stig. Hóast tað er sera javnt í toppinum, er lítil ivi um, hvør fer at lyfta føroyameistarasteypin næsta vikuskiftið.
KÍ hevur betri innanhýsis úrslit móti HB, og tí skulu tær bert hava ein sigur á útivølli móti Skála fyri at tryggja sær meistaraheitið, og við tað at munurin er ógvuliga stórur millum hesi bæði lið, skal einki annað enn ein rein sensatión til, um HB ella VB skulu vinna føroyameistaraheitið. Umframt tað hava HB og VB truplan dyst móti hvørjum øðrum, og enn er ikki greitt, hvar hesin dystur verður leiktur. HB varð dømt at missa heimavøll sín móti VB, við tað at tær ikki møttu upp til ein dyst í Vági fyri summarsteðgin, men tær royna at fáa heimavøllin aftur, sum kann fáa týdning fyri endaligu støðuna. Dómsnevndin skal í næstum taka støðu til, hvar hesin dysturin verður spældur.
B36 tekur ímóti NSÍ næsta vikuskiftið í Havn, og fyri kappingina er hetta ein dystur uttan týdning. Ein útsettur dystur skal eisini avgreiðast mitt í hesi vikuni, og er tað dysturin millum Skála og NSÍ, sum verður ein endurtøka av dystinum í Runavík sunnudagin. Hesin dysturin hevur heldur ikki týdning fyri kappingina, men um NSÍ megnar at vinna á bæði Skála og B36, koma tær framum B36 í samlaðu støðuni, og er hetta altíð nakað at spæla um.
Sostatt sær leikskráin fyri dystirnar, sum eftir eru at leika, soleiðis út: Skála-NSÍ, VB-HB, Skála-KÍ, B36-NSÍ.
Einki minni enn ein sensatión kann gera, at KÍ ikki kann kalla seg Føroya besta lið næsta vikuskiftið, men í fótbólti kann alt henda, tað hava vit verið vitni til fleiri ferðir fyrr.
Úrslitini sunnudagin:
KÍ-VB 5-2
KÍ: Malena Josephsen 3, Rannvá Andreassen 1, Elsa Maria Simonsen 1.
VB: Rannvá Augustinusenn 1, sjálvmál 1.
HB-B36 1-0
HB: Gunn Muller
NSÍ-Skála 4-1
NSÍ: Irdi Hansen 1, Elinbjørg Hammer 2, Anna Malena Højgaard 1.
Skála: Sólva Solmunde 1.
Máltindurin
Malena Josephsen KÍ 17
Guðrun í Lágabø VB 13
Rannvá Andreasen KÍ 9
Rannvá Augustinussen VB 7
Annika Godtfred HB 6
Eyðvør úr Dímun HB 6
Irdi Hansen NSÍ 6
Vivian Bjartalíð KÍ 5
Laila Jespersen VB 5
Eyðfríð Christiansen HB 4
Gunn Müller HB 4
Vivian Thorleifsson HB 4
Elsa Maria Simonsen KÍ 4
Maibritt Olsen NSÍ 4
Gurið Mortensen VB 4
Halltóra Joensen VB 4