samband við sjúklingarnar, teir sita á deildunum, og tú fylgir við teimum. Sjúkrahúsið er ikki so stórt, at tú ikki megnar at fylgja við sjúklingunum. Hetta er ikki sum á teimum stóru sjúkrahúsunum uttanlands [...] Starvsdagur -Her á laboratoriinum kanna vit blóð og land. Vit hava eisini ein blóðbanka og eina bakteriologiska deild. Hetta er eitt ótrúliga spennandi arbeiði. Sjálvsagt kann tað gerast strævið til tíðir [...] innlagdir. Talið var so lítið, at sjúklingarnir komu inn har laborantarnir arbeiddu. Í dag liggur talið á 23.000, sum er helvtin av fólkatalinum í øllum Føroyum. -Samanhaldið millum sjúklingar og starvsfólk
tað serliga var tann eini, sum skaraði framúr. Og rætt var, tá ið krovið varð hongt á vektina, kreyp hon líka upp á 58,5 kilo, ella 117 pund. Hetta er ein tvey ára gamal veðrur, sum hann hevur havt gangandi [...] tann trupulleikan kennir Elias onki til. Og so slett ikki nú á døgum, teir hava hava fingið viftu í hjallin. Ikki fleiri veðrar Hesin veðurin upp á 117 pund, er tann størsti, Elias nakrantíð hevur havt. Og [...] Seyðahald Mikkjalsmessa er farin aftur um bak og á Mikkjalsmessu var gamalt, at tá skuldi veðrarnir drepast. Enn eru tað mong, sum ikki hava slaktað, men nøkur hava. Ymiskt er, hvussu tað hilnast, men
fyrst í sjeytiárunum. Í hesum sendingum hevur Klæmint greitt frá lívinum og serliga teimum mongu árunum á sjónum. Klæmint er, sum so mangur úr Sandoynni, ein framúr góður frásøgumaður og eygleiðari og nógv [...] Klæmint hevur ført og átt skip og hann hevur altíð verið bundin at sjónum. Hevur hann ikki verið umborð á skipi, so hevur hann róð út og mangan fongin hevur hann ført til lands. Klæmint hevur mangan brættan [...] ynskt ein góðan føðingardag og alt tað besta og tað eru abbabørn sum eru aftanfyri orðini í hesi heilsan.
Heðin Brú, bæði sum skald og yrkamann. Feðgar á ferð verður varpað um alt landið. Tað verða kulturell og litterer kyrrindi. Politiskt koma javnaðarmenn á odda og P. M. Dam, vinmaður Hans Jákups verður [...] var ov álvarsamt mál til at spæla sær við. Eitt aðaltema var, at at vit aldri kundu líta á, at vit vóru komin á mál. Vit máttu ongantíð gloyma og ansa eftir, at tey ungu ikki gloymdu tað ræðuligu mótstøðu [...] fall á fólkaatkvøðuna plagdu teir at rysta vid høvdinum og hildu spotskliga fyri, at um ikki allir teir innbilsku, nýliga heimvendu asfaltsmenninir og teirra donsku konur høvdu sloppið at atkvøtt á fól
fevnir yvir 50 ár ? hálva øld á sama arbeiðsplássi. Tað var 1. apríl í 1951, at Jósvein byrjaði á posthúsinum í Vági. Hetta var á gamla posthúsinum í Vági. Pápi hansara starvaðist á postkontórinum og tey búði [...] ungur og tá er alt so lætt, sigur Jósvein, ið vanliga verður róptur Jósvein á Posthúsinum. Broytingar At starvast á posthúsi á bygd er ein serstøk støða at hava. Ein kemur at kenna flest øll fólk. - Eg [...] Tey eru ikki mong, ið starvast at kalla alt lív sítt á sama arbeiðsplássi. Jósvein Djurhuus er ein teirra, tí í 50 ár hevur hann starvast á posthúsinum í Vági. Mánadagin hevur hann sín síðsta arbeiðsdag
stóra blómutyssið var ein seinasta heilsan frá sjálvari Margretu drotning og manni hennara, Hendriki prinsi. Eisini danska stjórnin hevði sent eina seinastu heilsan, umframt, at danski ráðharrin, Ole Stavad [...] verða. Av mold skalt tú aftur rísa upp.« Ein lítil sólstrála stavaði niður á kistuna, meðan presturin kastaði døkku moldina niður á lokið. Føroyska náttúran segði eisini Maritu Petersen farvæl. Friður verið [...] ikki vera, tá Marita Petersen, fyrrverandi løgmaður Føroya, hósdagin varð fylgd sína seinastu ferð her á fold. Mitt í allari sorgini hendan lívsins heystardag leitaði sólin fram millum skýggini og heilsaði
fyllir Jákup Joensen á Eiði 70 ár. Hann er millum útróðrarmenn og onnur, sum hava havt við føroyska fiskivinnu at gera seinastu fjórðingsøldina, ivaleyst best kendur sum Jákup á Norðsøka. Á Eiði verður hann [...] ímillum. Seinni var hann so við trolara og róði eisini út suðuri á Tvøroyri. Í 1959 fór hann at arbeiða á loranstøðini, sum tá varð bygd á Eiði, og varð hann har, til tøknin gjørdi fólkið óneyðugt í 1970 [...] fiska tosk, eisini á Eystur- og Norðurlandinum. Tá kreppan var upp á tað ringasta í fyrru helvt av nítiárunum, fór Jákup, saman við øðrum í Tinganes at biða lova sær eystur í Barentshavið á saltfiskaveiðu
staðin valt at lata at skrivara úr Mentamálastýrinum lesa upp eina heilsan úr tveimum A 4 ørkum. Klaksvíkingar eiga ársins felag Borðhaldið á Gallaveitsluni endaði við, at steyp vórðu latin ymsu bátsmanningunum [...] ið gjørdi ov nógv av undir borðhaldinum. Tvørturímóti var borðhaldið siðiligt og dudrandi lívligt á rættan hátt. Valflesk afturvið Umframt væl hýrdu kappróðrarfólkini, speiðrekandi skemtararnar og gávuhýrdar [...] landinum. Landsstýrismaðurin við kappróðri sum málsøki, heilsaði eisini kappróðrarfólkunum. Men hendan heilsan var heldur turrislig, eftir at kappróðrarfólkini vóru skýrd hetjur av øllum undanfarnu røðarunum
graveraðari mynd frá kappróðrinum á vestanstevnu í fjør, har Strálan gjørdist nummar eitt, Hvessingur nummar trý og Hósvíkingur nummar fýra. Eisini var ein persónlig heilsan og tøkk við ynskjum um nógv góð [...] Anfinn Gærdum, formaður í bygdarfelagnum Stráluni, sum valdi at heiðra Jógvan Arge við eini minnisplátu á gallaveitsluni fyri kappróðrarfólk leygardagin. Anfinn Gærdum sigur, at fólk í felagnum leingi hava [...] serliga Jógvan Arge, eiga stóra tøkk fyri, at kappróðurin verður gjørdur spennandi. Og sjálvt um eg á gallaveitsluni tosaði fyri 400 fólkum, eri eg vísur í, at hvørki umboðaði ein meiriluta ella ein minniluta
Dánjal við Sílánna á Tvøroyri hevði keypt hana í 1925, men í 1929 varð hon seld norður um fjørð. Eg var tískil við á hini tiltiknu ferðini í 1935, tá ið vit bjargaðu »Blithsome« á kappanum. Henda ferð [...] longdina tá, og noyddist tí at hava flaggskipara, og hann var Andrias á Høvdanum. Men tað bar so á, at Andrias fekk herviliga blóðeitran á hálvum túri, og noyddust vit tí inn í Godthaab við honum, har hann [...] Sostatt vóru feðgarnir báðir skiparar á hvør sínum skipi á hesari minniligu ferð. So varð gjørt klárt, og vit fóru. Hildið varð suður við landinum og komu suður á Kappan. Har var nógv grind at síggja,