Framúrskarandi gallaveitsla

Fyrsta gallaveitslan fyri øll føroysk kappróðrarfólk var ógvuliga væl løgd til rættis og tí eisini framúrskarandi væl eydnað úr enda í annan


 

Hóast seinkað ein tíma, gjørdist gallaveitslan fyri kappróðrarárið 2001, sum róðrarfelagið Knørrur skipaði fyri, ein rúkandi succes úr enda í annan.

Øll tey meira enn 400 fólkini, ið vóru møtt í Badmintonhøllini í Havn leygarkvøldið upplivdu ein veitslu, ið var væl løgd til rættis úr enda í annan. Hóast nógv var at fara um hjá borðreiðslugentunum, fingu øll at eta og drekka samstundis afturvið væl frambornum skemti frá Sjúrða Skaale og Jákup Weihe.

Og hóast veitslugestirnir vóru kappróðrarfólk, sum alt kappróðrarárið hava verið noydd at halda seg turr innanborða, var tað eingin, ið gjørdi ov nógv av undir borðhaldinum. Tvørturímóti var borðhaldið siðiligt og dudrandi lívligt á rættan hátt.


Valflesk afturvið

Umframt væl hýrdu kappróðrarfólkini, speiðrekandi skemtararnar og gávuhýrdar stuðlar, vóru politikarar eisini bodnir við til hesa fyrstu gallaveitsluna. Og tað var heilt greitt, at teir nýttu høvið til at borðreiða við eitt sindur av valfleski í part til eitt tilstundandi løgtingsval.

Bjarki Mohr skírdi kappróðrarfólk fyri hetjur og nýtti annars umleið eitt korter til at greiða frá, hvussu nógv hann heldur um kappróðrarfólk. Hjá Heðini Mortensen var støðan nøkulunda tann sama. Í hansara hugaheimi eru kappróðrarfólk eisini av størstu hetjum í landinum.

Landsstýrismaðurin við kappróðri sum málsøki, heilsaði eisini kappróðrarfólkunum. Men hendan heilsan var heldur turrislig, eftir at kappróðrarfólkini vóru skýrd hetjur av øllum undanfarnu røðarunum. Óli Holm, landsstýrismaður við ábyrgd fyri ítróttinum, møtti ikki sjálvur til veitsluna, men hevði í staðin valt at lata at skrivara úr Mentamálastýrinum lesa upp eina heilsan úr tveimum A 4 ørkum.


Klaksvíkingar eiga ársins felag

Borðhaldið á Gallaveitsluni endaði við, at steyp vórðu latin ymsu bátsmanningunum og feløgunum fyri fairplay, besta áralag, snøggasta bátin og ársins felag.

Ein nevnd umboðað fólki við hollum kunnleika til kappróður kom til ta niðurstøðu, at klaksvíkingar eiga besta kappróðrarfelagið og at vestmenningar eiga snøggasta bátin í landinum.

Gallaveitslan 2001 endaði við dansi eftir væl rungadi rútmum frá All that Rain til tann ljósa morgun.