Føroyar søgdu Maritu farvæl

Sólstrálurnar leitaðu sær fram undan skýggjunum og náttúran vísti seg frá síni bestu síðu, tá 1.300 fólk hósdagin fylgdu Maritu Petersen, løgmanninum í svørtu tíð Føroya, til gravar

 

Vakrari kundi løtan ikki vera, tá Marita Petersen, fyrrverandi løgmaður Føroya, hósdagin varð fylgd sína seinastu ferð her á fold.

 

Mitt í allari sorgini hendan lívsins heystardag leitaði sólin fram millum skýggini og heilsaði blídliga fyrrverandi løgmanninum, konuni, mammuni, ommuni, systurini og vinkonuni farvæl. Eisini tey avvarandi fingu ein uggandi og lívsgevandi koss av sólstrálum við á vegnum í teirra sváru sorgarstund.

 

 

 

Alment farvæl

 

Áðrenn jarðarferðina høvdu fólk helst varhugan av, at talan ikki fór at verða um eina heilt vanliga jarðarferð. Tað var jú fyrrverandi løgmaður Føroya, ið skuldi jarðast, og tí kundi væntast, at okkurt serligt fór at verða gjørt burturúr.

 

Og talan var heldur ikki um nakra vanliga jarðarferð. Tú fekst sjón fyri søgn longu ávegis til Vesturkikjuna meira enn hálvan tíma undan jarðarferðini. Fólkini, tú møtti á leiðini í somu ørindum, sum tú, vóru løgmaður, landsstýrismenn, fyrrverandi løgmenn og landsstýrismenn, tingmenn og embætisfólk umframt øll tey vanligu fólkini, ið stóðu Maritu nær.

 

Longu uttan fyri kirkjuna møtti tú fyrstu blómutyssunum og kransunum, sum fólk, feløg og stovnar høvdu sent, fyri at bijða Maritu farvæl á seinasta sinni. Stóri steinurin oman fyri inngongdina til kirkjuna var prýddur við kransum upp eftir síðunum, meðan vøkur smá blómutyssi lógu sum ein blómugarður kring grønu fløtuna, har steinurin stendur.

 

Heilsanirnar vóru til stjóran, formannin, vinkonuna, javnaðarkvinnuna og bara Maritu.

 

Inni í kirkjuni var eisini hábærsliga prýtt við blómum og kransum. Uppi við altarið stóðu kransarnir frá teimum nærmastu umframt aðrar frá almennum mydugleikum, Javnaðarflokkinum og landsstýrinum.

 

Kistan var vakurt prýdd við gulum blómum, og frá kistuni lá ein røð av blómutyssum mitt eftir gólvinum. Hendan røðin endaði við einum stórum blómutyssi við einum reyðum og einum hvítum sikibandi við gulláskrift. Hetta stóra blómutyssið var ein seinasta heilsan frá sjálvari Margretu drotning og manni hennara, Hendriki prinsi.

 

Eisini danska stjórnin hevði sent eina seinastu heilsan, umframt, at danski ráðharrin, Ole Stavad, var komin til jarðarferðina sum alment umboð fyri donsku stjórnina.

 

 

 

Hábærsligt farvæl

 

Longu hálvan tíma áðrenn sjálva jarðarferðarguðstænastuna var stóra Vesturkirkjan so mikið full av fólki, at tú mátti leita, fyri at finna tær sess.

 

Frammi í kór, oman fyri kistuna, stóðu strúkarar úr Føroya Symfoniorkestri og spældu klassiskan syrgitónleik, meðan kirkjan alsamt fyltist við fólki og kirkjutænararnir stríddust við at finna sessir og troðka fólk saman.

 

Tá klokkan ringdi, sum tekin um, at nú var jarðarferðarguðstænastan byrjað, vóru umleið 1.300 fólk komin at heilsa Maritu farvæl. Og nøkur vórðu noydd at standa uttan fyri, tí kirkjan var meira enn fullsett.

 

Marjun Bæk, prestur, helt líktaluna. Hon hevði valt at lata vera við at tosa ov nógv um Maritu sum fyrrverandi løgmann, og hon hevði eisini valt at lata vera við at tosa ov nógv um Maritu sum persón, konu, mammu og ommu. Í staðin valdi hon at prædika um munin og tættleikan millum deyðan og kærleikan. Hon nýtti Kirkegaard til at greiða frá, hvussu tætt kærleikin og deyðin liggja at hvørjum øðrum.

 

Eftir prædikuna sang manskór uppi á loftinum, og eisini sluppu strúkararnir fram at aftur.

 

Tað er heilt vist, at ljómandi kórsangurin og hábærsligu tónarnir frá strúkarunum rørdu hjartastreingirnir hjá teimum flestu, sum vóru í Vesturkirkjuni hesa løtuna.

 

 

 

Persónligt farvæl

 

»Føgur er foldin, dýrdarríkur himin....«

 

Nú var tunga løtan komin, tá næstringarnir skuldu venda kistuni og bera konuna, mammuna og systurina út úr kirkjuni og út í bilin, ið skuldi koyra hana til seinasta hvíldarstaðið.

 

Hetta var, sum hjá øllum øðrum, ið uppliva skíkt, ein tung løta hjá familjuni. Spakuliga og við niðurboygdum høvdi bóru næstringarnir teirra kæru Maritu Petersen, ikki løgmannin, men konuna, mammuna, ommuna og systurina út. Fyri teimum var Marita Petersen tann góða og hugnaliga konan, sum fjálgaði um familjuna og syrgdi fyri, at øll trivust.

 

Eftir familjuni fylgdi tann stóri skarin, sum helst er tann størsti skarin, ið hevur verið til nakra jarðarferð í Føroyum í mong ár. Tá líkbilurin nærkaðist kirkjugarðinum við Velbastaðvegin var allur Heygsvegurin ein stórur skari av fólki.

 

»Jesus til várt sálargagn...«

 

Nú skuldi sigast farvæl fyri seinastu ferð. Kistan varð lorað niður í grøvina, meðan vakrir syrgitónar ljómaðu úr hornunum hjá GHM.

 

»Av mold ert tú komin. At mold skalt tú verða. Av mold skalt tú aftur rísa upp.« Ein lítil sólstrála stavaði niður á kistuna, meðan presturin kastaði døkku moldina niður á lokið. Føroyska náttúran segði eisini Maritu Petersen farvæl. Friður verið við minninum.