Kannað blóð og land í 40 ár

? Jensa Heinesen hevur í 40 ár kannað blóð og land á laboratoriinum á Landsjúkrahúsinum.

? Mær dámar ótrúliga væl at arbeiða her. Tað er júst tí eg havi verið her so leingi, sigur Jensa Heinesen, sum í fyrradagin hevði 40 ára starvsdag

 

Starvsdagur


-Her á laboratoriinum kanna vit blóð og land. Vit hava eisini ein blóðbanka og eina bakteriologiska deild. Hetta er eitt ótrúliga spennandi arbeiði. Sjálvsagt kann tað gerast strævið til tíðir, men samanhaldið millum starvsfólkið og deildirnar her úti er so gott, so tað ger ikki mun, greiðir Jensa Heinesen frá.

Tá Jensa Heinesen fyri 40 árum síðani byrjaði at arbeiða, vóru bert tríggir laborantar. Í dag eru 22.

-Broytingarnar hava verið stórar millum ár og dag. Tá eg byrjaði her, vóru vit tríggir laborantar, ið arbeiddu í einum lítlum rúmi. Tá varð alt arbeiðið gjørt manuelt, ístaðin fyri í dag hevur tú tól at gera nógv arbeiði og stilla analysur. Umstøðurnar tá og í dag kunnu als ikki samanberast, fortelur Jensa Heinesen.

Eitt annað dømi, ið kann nevnast er, at tá Jensa Heinesen byrjaði, vóru ógvuliga fáir ambulantir sjúklingar. Tað eru sjúklingar, ið ikki eru innlagdir. Talið var so lítið, at sjúklingarnir komu inn har laborantarnir arbeiddu. Í dag liggur talið á 23.000, sum er helvtin av fólkatalinum í øllum Føroyum.

-Samanhaldið millum sjúklingar og starvsfólk er ógvuliga gott, og er tað ein partur ið ger arbeiðið so gevandi. Tú hevur samband við sjúklingarnar, teir sita á deildunum, og tú fylgir við teimum. Sjúkrahúsið er ikki so stórt, at tú ikki megnar at fylgja við sjúklingunum. Hetta er ikki sum á teimum stóru sjúkrahúsunum uttanlands, har tú bert arbeiðir við maskinum og tólum.

-Um heilsan er eins góð og í dag, so ætli eg mær uttan iva at halda fram í nøkur ár afturat. Hetta er jú eitt ógvuliga fjølbroytt arbeiði, sigur Jensa Heinesen at enda.