Tey eru ikki mong, ið starvast at kalla alt lív sítt á sama arbeiðsplássi. Jósvein Djurhuus er ein teirra, tí í 50 ár hevur hann starvast á posthúsinum í Vági. Mánadagin hevur hann sín síðsta arbeiðsdag, tí hann hevur frítíð til góða.
Mánadagur er sostatt síðsti dagur í røðini av arbeiðsdøgum og einum arbeiðslívi, ið fevnir yvir 50 ár ? hálva øld á sama arbeiðsplássi.
Tað var 1. apríl í 1951, at Jósvein byrjaði á posthúsinum í Vági. Hetta var á gamla posthúsinum í Vági. Pápi hansara starvaðist á postkontórinum og tey búði í ovaru hæddini. Tá Jósvein fór úr skúlanum 16 ára gamal, byrjaði hann á posthúsinum.
Gott arbeiðspláss
- Pápi hevði posthúsið, so tað kom av sær sjálvum, sigur Jósvein og leggur skemtiliga afturat, at hetta, at tey búðu á staðnum, var gott um morgnarnar, men eisini sera hent, tá postur kom á kvøldi.
- Tá vóru starvsfólkini í starvi uppá kontrakt. Seinni broyttust umstøðurnar og Postverkið bleiv yvirtikið og gjørdist føroyskt, sigur Jósevin, ið ikki dylir, at hann metir Postverkið at hava verið eitt gott arbeiðspláss.
- Tá var eingin banki í Vági, so vit gjørdu nógv av tí arbeiðinum. Útbetalingskontórið fekk pening til útgjald og eisini keypmenn fingu reiðan pening frá okkum, greiðir Jósvein frá.
Eitt ár hevur Jósvein tó verið burtur frá, um ein kann siga so. Í 1959 fór hann til Danmarkar at starvast á posthúsi í Ballerup í eitt ár. Hann kom aftur í 1960 og var hetta eitt ár, ið skuldi nýtast at fáa royndir.
- Tá var eg ungur og tá er alt so lætt, sigur Jósvein, ið vanliga verður róptur Jósvein á Posthúsinum.
Broytingar
At starvast á posthúsi á bygd er ein serstøk støða at hava. Ein kemur at kenna flest øll fólk.
- Eg kenni nærum hvønn óvita, sigur Jósvein, ið ikki noktar, at tað er ein býarmynd, ið hvørvur, nú hann leggur frá sær.
Eftir so mong ár, hálva øld, í sama starvi, eru ikki smávegis broytingar farnar fram.
- Tá Einkarsølan kom og vit mistu spiritusið, mistu vit nógv arbeiði. Vit mistu nógv arbeiði, serliga til høgtíðirnar. Í dag eru færri inngjaldingar, tí hesum taka bankarnir sær mest av. Men viðvíkjandi pakkum er støðan hin sama, sigur Jósvein Djurhuus.
Men hóast sagt verður, at við teldupostinum er brævaskriving farin í søguna, so heldur Jósvein, at talið á brøvum er nakað tað sama, sum áður.
- Brøvini eru eisini á leið tey somu í tali. Kanska er heldur færri privatbrøv, tað kann vera, men hinvegin eru somikið fleiri rokningar, væl meira enn fyrr. Og so eru eisini lýsingarbløð og annað tílíkt, sigur Jósvein.
- At nógv er broytt, kann Jósvein bara ásanna.
- Tá eg byrjaði, var ikki eingang ein roknimaskina. Vit taldu saman við hond, sigur Jósvein, sum hevur upplivað alla gongdina frá 1951, fram til dagin í dag, nú teldurnar gera stóran part av arbeiðinum, men ikki er frítt, at hann hevur hug at halda, at villurnar eru ikki færri í dag.
Gott at eiga seg sjálvan
Jósvein Djurhuus hevur, eftir hálva øld á posthúsinum, ikki trupult við at sleppa starvinum.
Gleðir tú teg at fáa frí?
- Nei, tað veit eg nú ikki, men tíðin er komin. Men tað verður gott at eiga seg sjálvan, eftir at hava arbeitt eitt heilt lív, sigur Jósvein.
- Fyrr høvdu vit enntá opið leygardagar til klokkan 17. Jólaaftan kundi tað eisini henda, at arbeitt varð seint, tí pakkar ella annað lá eftir, minnist Jósvein.
Keðir seg ikki
Eingin vandi er fyri, at Jósvein nú fer at keða seg, ella at hann ikki veit, hvat hann skal fáa tíðina at ganga við. Hann hevur seyð, so hann fer ikki at keða seg.
- Mær dámar eisini væl at lesa, sigur Jósvein og váttar, at heilsan er góð ? enn, í hvussu er, leggur hann afturat.
Nú tíðin meira er nakað, ið hann ræður yvir sjálvur, er ikki óhugsandi, at hann ætlar sær undir ymiskt, ið tíðin ikki hevur verið til áður.
- Eg ætli kanska at ferðast. Nú er møguleikin í hvussu er til hetta. Mær hevur altíð dámað væl at ferðast, men eg havi havt seyð, so tað skuldi passa við hesar ymsu tíðirnar, sigur Jósvein Djurhuus.
Mánadagin fer hann fyri seinastu ferð aftur um skivuna á posthúsinum í Vági. Og tað er soleiðis vágbingar kenna hann, Jósvein á Posthúsinum: Blíður og klárur at hjálpa, handan skivuna, og greiður og væl inni í arbeiðsgongdini, eftir hálva øld í trúgvari og drúgvari tænastu.