Róðrarfólk heiðraðu Jógvan

Á fyrstu gallaveitsluni fyri føroysk kappróðrarfólk varð utvarpsmaðurin, Jógvan Arge, heiðraður fyri framúrskarandi og livandi frásagnir frá FM-kappróðri í fjóðringsøld

 

? Er tað nakar, ið ger kappróðurin spennandi fyri fjøldina av Føroya fólki, er tað Jógvan Arge.

 

Hetta sigur Anfinn Gærdum, formaður í bygdarfelagnum Stráluni, sum valdi at heiðra Jógvan Arge við eini minnisplátu á gallaveitsluni fyri kappróðrarfólk leygardagin.

 

Anfinn Gærdum sigur, at fólk í felagnum leingi hava tosað um at geva Jógvani Arge eitt herðaklapp fyri framúrskarandi frásøgnirnar. Og tá bátur felagsins, Strálan, í ár fyllir tíggju ár, samdust tey um, at nú skuldi tað vera.

 

? Útvarp Føroya, og serliga Jógvan Arge, eiga stóra tøkk fyri, at kappróðurin verður gjørdur spennandi. Og sjálvt um eg á gallaveitsluni tosaði fyri 400 fólkum, eri eg vísur í, at hvørki umboðaði ein meiriluta ella ein minniluta, men alt Føroya fólk, tá eg segði, at Jógvan Arge eigur at verða heiðraður fyri at gera kappróðurin spennandi, sigur Anfinn Gærdum.

 

Minnisplátan, sum Jógvan Arge fekk frá Stráluni, var prýdd við graveraðari mynd frá kappróðrinum á vestanstevnu í fjør, har Strálan gjørdist nummar eitt, Hvessingur nummar trý og Hósvíkingur nummar fýra. Eisini var ein persónlig heilsan og tøkk við ynskjum um nógv góð ár í framtíðini, graverað í plátuna.

 

? Tá vit ynskja Jógvani Arge nógv góð ár í framtíðini, er tað eisini tí, at vit vilja hava hann at halda fram at siga frá kappróðri í mong ár afturat, sigur Anfinn Gærdum.