hevur tað verið sera torført hjá honum at sannføra um, at hann hevur góð evni sum álopsspælari. Fyrst royndi hann seg í Esbjerg, har tað var torført hjá honum at sleppa framat. So flutti hann til Vejle [...] møguleikar at økja um leiðsluna, men teir fingu einki burturúr, og seinna partin av 2. hálvleiki var um reppið, at heimaliðið kom afturíaftur. Teir skoraðu tvey mál, og teir høvdu stórar møguleikar at javna [...] siga er neyðug hjá føroyskum spælarum, sum ætla sær nakað í Danmark, hevur Christian Høgni eftir øllum at døma fótað sær. Leygardagin var hann annar av fremstu Vejle monnunum í Keypmannahavn. Í Utterslev mosa
nýggja árið, at so elskaði Gud okkum, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum tryr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív. Meistari, hvat gott skal eg gera, at eg kann fáa [...] andaliga. Sum kristin menniskju hava vit eisini nøkur boð at halda okkum til og nakrar lógir og reglur at ganga eftir. Fyrsta boð er um ikki at hava aðrar gudar. Hetta má vera eitt sera týdningarmikið boð [...] rin til tey bíbilsku boðini, sum á mangan hátt verður gingið ov lætt um nú á døgum. Víst verður á, at har eitt nútímans samfelag sleppur sær av við tær grundleggjandi kristnu reglurnar, har spyrst einki
persóna bili. Ein, sum hevur gjørt eitt stórt arbeiði við at kanna gomul skjøl um teir fyrstu bilarnar, er Hergeir Petersen í Havn. Hann fann fram til, at ein ?Hanomag lille bil? varð seldur til Gudmund Mortensen [...] Tvøroyri í 1928. Skjótt vísti tað seg, at hetta var sami bilur. Í 75 ára minnisritinum hjá N.J. Mortensen var mynd av Gudmund Mortensen í bilinum saman við fleiri børnum. Við at kanna víðari, hava vit funnið fram [...] óvitum plagdi at hanga uppi í bilinum. Eg veit ikki, hvussu skjótt, ið koyrt varð, neyvan mundi tað vera meira enn einar 20 km um tíman, tí vegirnir vóru smalir, og so vóru eisini brúgvarnar at hugsa um. Vit
um KÍ skal hava nakrar vónir um at endurvinna meistaraheitið. Um KÍ vinnur, er alt opið, og teir eru við aftur í stríðnum um gullið. Um HB hinvegin vinnur, so ber til at avskriva KÍ sum meistarar, og HB [...] eisini ein fyrimunur, at spælt verður á heimavølli. Allan við aftur Í summarsteðginum kom Allan Mørkøre aftur úr Íslandi, har hann hevur spælt við ÍBV í eitt ár, men nú er hann aftur at síggja á HB liðnum [...] Mýrini í Klaksvík móti barndómsfelagnum. At fáa Allan aftur á liðið er ein veruligur fongur hjá HB, tí hann er tann besti leikarin á liðnum. Hann fer óivað at hava ein stóran leiklut í Klaksvík sunnudagin
teir betru spælararnar og orkuna at vinna dystin. Fyrstu minuttirnar gekk tó javnt á, men tá hálvleikurin varð hálvrunnin tók landsliðið yvir og vann eisini sannførandi at enda. Hevði tað ikki verið fyri [...] Debes skutu trý mál í part. Ikki í venjing Tað var týðuligt, at spælararnir ikki eru í venjing enn. Nógv mistøk vórðu gjørd, sum ikki verða at síggja seinni í vetur, tá spælararnir veruliga eru komnir í [...] Eg haldi eisini, at vit brenna ótrúliga nógvar upplagdar møguleikar, og í fyrra hálvleiki lá prosentið niðri á einum triðingi, og tað er alt ov høgt, sigur Palli. Palli segði eisini, at hetta er ein af
av leikmyndini er at spæla inneftir, heldur enn úteftir, tað vil siga at sipa til heldur enn at spæla, og tað er ein leikháttur, sum vit ikki eru von við. Áskoðarin sleppur sjálvur at ímynda sær tað sum [...] Jóansøkunátt. Síðst men ikki minst er at nevna Jytte Joensen, sum er einasti leikarin í leikinum. Hon hevur tikið lut í øllum skeiðum í Føroyum, sum hava havt við sjónleik at gera. Hon hevur verið við í hoyrispølum [...] á 16 ymiskum leikhúsum í Danmark í hesum mánaðinum. Tað hevur ikki eydnast Havnar Sjónleikarfelag at fáa Himmelflugten til Føroya. Ístaðin verður Ferðin til teir grønu skuggarnar spældur, og tað ger kanska
gingið søgur um, at Øssur Hansen skiftir til annað av havnarfeløgunum, og nógv bendir nú á, at tað verður B36. Sunnudagin spælir Leiftur í Klaksvík móti KÍ. Hetta gevur eisini norðoyingum høvi at royna seg móti [...] B36 Fyri at gera tað enn meira áhugavert hjá áskoðarunum fær B36, sum skal spæla móti Leiftri leygardagin, stuðul frá nøkrum HB-spælarum (B36-venjarin Tomislav Sivic segði í Sosialinum herfyri, at tað hevði [...] hevði verið ynskiligt, at hesir vóru Súni Fríði Johannesen, Allan Mørkøre og Hans Fróði Hansen), og nú er eisini greitt, at Øssur Hansen úr B68 skal spæla við B36 móti íslendska liðnum í morgin. Tað hava
Kalsø og øðrum hevði Mjølnir alt at siga í dystinum. Kvinnurnar hjá Mjølni vunnu eins og menninir føroyameistaraheitið seinast, og tær eru væl samanspældar. Í løtuni er ilt at fáa eyga á nakað lið, sum kann [...] enn SÍ, men tað er eingin ivi um, at tá tað kemur til stríðsvilja, tekur eingin liðið úr Sørvági. Fleyr vann 1. settið rímiliga snikkaleyst. SÍ hevði trupulleikar við at fáa servurnar upp, og liðið hevur [...] settið og sostatt dystin 3-1, men tað er eingin ivi um, at tað skal nógv til afturat hjá Fleyr, áðrenn teir kunnu vera heilt nøgdir. Móti SÍ kláraðu teir at halda fast í 4. setti, men tað skal meira støðugt
tí tað er einki at ivast í at tað verða fleiri sum kunnu gleðast um eina slíka bók. Í sambandi við at framsýningin letur upp leygardagin fara Ingegerd Rönnbäck og Kirstin Didriksen at siga nøkur orð um [...] aftur til Bretlands at búgva. Tí búgva nógv fólk í Bretlandi í dag, sum á ein ella annan hátt hava tilknýti til Føroyar. Antin tí at foreldur teirra búgva her ella hava búð, ella tí, at skyldfólk teirra - [...] greiðir lætt frá eitt nú mununum millum mentaninar í londunum báðum. Tilfarið er lætt at lesa men tað er undrunarvert, at tað í bókini eru gjøgnumgangandi villur. Konufólkanavn er bent skeivt í føroysku týðingini
royndi seg við at mansverja Artur Johansen, men tað gjørdi ikki tann stóra munin, og Kyndil hótti ongantíð veruliga gestirnar aftur, sum fyri aðru ferð í landskappingini vunnu á Kyndli, umframt at teir eisini [...] teimum í steypakappingini, tá sum 2. deildarlið. Tað er torført at taka nakran framum á StÍF-liðnum, men kortini er tað ikki synd fyri hinar at nevna tveir: Sveinbjørn Poulsen, sum vísti stak gott strikuspæl [...] Men StÍF átti dagin, og teir tykjast nú at hava fingið gott tak á Kyndli, sum teir hava vunnið tríggjar ferðir í ár. Sigurin var eisini týdningarmikil á tann hátt, at strandingar nú eru komnir upp á triðja