Ferðin byrjar í næstu viku

Einrøðuleikurin Ferðin til teir grønu skuggarnar verður sýndur fyri fyrstu ferð næsta leygarkvøld.

Næsta leygarkvøld verður fyrsta sýning av einrøðuleikinum Ferðin til teir grønu skuggarnar hjá Havnar Sjónleikarfelag. Leikin hevur Finn Mettling skrivað og ein av fyrrverandi formonnum Havnar Sjónleikarfelags, Poul Johannes Lindberg, hevur týtt..

Dansk Amatør Teater Samvirke ella DATS, sum tað eisini verður rópt, verður hálvt hundrað ár í hesum mánaðinum. Í hesum sambandi hevur Finn Methling skrivað leikin Himmelflugten, sum verður frumsýndur á 16 ymiskum leikhúsum í Danmark í hesum mánaðinum. Tað hevur ikki eydnast Havnar Sjónleikarfelag at fáa Himmelflugten til Føroya. Ístaðin verður Ferðin til teir grønu skuggarnar spældur, og tað ger kanska ikki minni, tí leikurin sigst vera eitt av meistaraverkunum hjá Methling.

- Eitt leikrit er ein uppskrift. Síðani kemur kokkurin og ger matin, hevur Finn Methling einaferð sagt. Kokkurin í hesum føri er Eyð Matras, ið er útbúgvin journalistur, hevur lisið "Drama, film og teater". Hon hevur altíð spælt sjónleik, fyrst í Klaksvík, síðani í Havn, bæði í Grímu og Havnar Sjónleikarfelag. Leikin Vøkuljóð hjá nólsoyingum og Ísblomstrið hjá Havnar Sjónleikarfelag hevur hon leikstjórnað.


Gott fólk

Pallmyndina tekur Edvard Fuglø sær av. Hann er gamal í garði, tá ið tað snýr seg um at gera leikpall, hann hevur gjørt pall og búnar kring alt landið. Ljósinum tekur Niels Nielsen sær av. Hóast ikki so gamal hevur Niels átt nógvar ljós- og ljóðuppgávur í sjónleikarhøpi. Um summrarnar tekur hann sær av ljóðinum, tá ið kappróður verður rógvin um landið. Afturat sær hevur hann Turpin Napoleon Djurhuus, sum umframt at hava áhuga fyri ljósi og ljóði hevur spælt nógv sjónleik. Hann er sera virkin og lovandi leikari.

Tónleikurin til leikin er nýggjur. Stamen D. Stanchev, sum vit kenna sum klaverspælara og lærara á Musikskúlanum, hevur gjørt tónleikin. Tað var eisini hann, sum gjørdi tónleikin til Ísblomstrið og Dreym Jóansøkunátt.

Síðst men ikki minst er at nevna Jytte Joensen, sum er einasti leikarin í leikinum. Hon hevur tikið lut í øllum skeiðum í Føroyum, sum hava havt við sjónleik at gera. Hon hevur verið við í hoyrispølum, sum yngri spældi hon nógv og seinastu 6-8 árini hevur hon verið virkin báðumegin leiktjaldið. Hon var við í Óvitum, Dansi í fyllandi sól og Ísblomstrinum.


Øðrvísi leikur

Leikurin Ferðin til teir grønu skuggarnar er krevjandi leikur at spæla. Hann er ein lívsmynd - ein tíðar- og staðleys ringrás, har høvundurin saman við leikaranum minnir okkum á ymsar hendingar í lívinum hjá eini kvinnu, sum eins væl kundi verið ein tú kennir, sum ein tú ikki veitst er til.

Leikskrivarin hevur kinesiskar røtur og tær koma til sjóndar í leikinum. Nógva av leikmyndini er at spæla inneftir, heldur enn úteftir, tað vil siga at sipa til heldur enn at spæla, og tað er ein leikháttur, sum vit ikki eru von við. Áskoðarin sleppur sjálvur at ímynda sær tað sum leikarin á pallinum leggur upp til.

Finn Methling fylti 80 ár í august. Hann hevur skrivað hálvthundrað smáar og stórar tekstir til pall, sjónvarp, útvarp og film. Hann hevur fingið Holberg virðislønina, Kjeld Abel virðislønina og Dansk Blindesamfunds Radiopris.