KÍ skal vinna

Dystyrin millum KÍ og HB norðuri í Klaksvík hevur allar fortreytir til at gerast ein klassikari

Undan dystinum eru seks stig millum liðini. HB er á odda, meðan KÍ er á fimta plássi.

Kravið hjá klaksvíkingum er ein sigur, meðan alt annað ikki er nóg mikið, um KÍ skal hava nakrar vónir um at endurvinna meistaraheitið. Um KÍ vinnur, er alt opið, og teir eru við aftur í stríðnum um gullið. Um HB hinvegin vinnur, so ber til at avskriva KÍ sum meistarar, og HB tekur samstundis eitt stórt fet móti gullinum.


Bæði fara eftir øllum

Bæði havnarmenn og klaksvíkingar leggja dent á, at teir fara eftir øllum trimum stigunum, so lagt er upp til ein spennandi dyst, sum hevur avgerandi týdning fyri meistaraheitið. HB kann tó klára seg við einum javnleiki.

Fyrr í ár vann HB 1-0 á KÍ, og tá høvdu havnarmenn eydnuna við sær, og úrslitið kundi tá eisini verið javnleikur.

Tá ið KÍ spældi móti B36 í Havn í ár, var støðan tann sama, sum hon er nú, har ein sigur er tað einasta, ið kann brúkast. Tá vann KÍ, so klaksvíkingar kenna trýstið. Tað er eisini ein fyrimunur, at spælt verður á heimavølli.


Allan við aftur

Í summarsteðginum kom Allan Mørkøre aftur úr Íslandi, har hann hevur spælt við ÍBV í eitt ár, men nú er hann aftur at síggja á HB liðnum. Fyrsti dystur hansara verður á Mýrini í Klaksvík móti barndómsfelagnum.

At fáa Allan aftur á liðið er ein veruligur fongur hjá HB, tí hann er tann besti leikarin á liðnum. Hann fer óivað at hava ein stóran leiklut í Klaksvík sunnudagin, og kann eisini verða tann, sum tryggjar HB meistaraheitið.

Tá ið Allan hevur spælt í Klaksvík móti KÍ, er tað ofta komið til skarpskeringar millum hann og gomlu liðfelagarnar, og spælið er vorðið í so harðligt til tíðir. Spennandi verður tí at fylgja við Allani sunnudagin.

Annars eru allir mans klárir hjá HB. Rumenarnir Florin og Gigi hava verið skaddir, men eru nú báðir klárir aftur, so venjarin hevur ein positivan trupulleika. Tað er væntandi, at Florin fer í miðverjuna, og Símin Eliassen verðu fluttur upp á miðjuna. Allan Mørkøre verður høgru megin, meðan Hallur Danielsen, Rói Árting, Gigi og Pætur Dahl allir eru um boðið í vinstru. Andrew av Fløtum verður í álopinum saman við Bárði Mortanson ella Jón Róa Jacobsen.


John Ryan ikki við

John Ryan hevur ikki vant síðani seinasta dyst undan steðginum, og hann verður tí ikki við móti HB Tí er ivasamt, hvør verður vinstrumegin.

Kristian á Lakjuni hevur verið skaddur í fótinum, men hann er farin at venja og er klárur aftur. Kristian hevur víst sera nógv í ár, og hann verður væntandi við í byrjunaruppstillingini.

Fyri summarsteðgin komu tveir jugoslavar til KÍ. Áleyparin Srecko Milicevic fekk aldrin fótin fastan og er farin heimaftur, meðan málverjin Zoltan Kujundic framvegis spælir við KÍ.

Annars eru eingir skaðar ella leikbann hjá KÍ, og venjarin kann seta tað besta liðið.