Christian Høgni skoraði tvær ferðir

Føroyski Vejle spælarin tykist vera komin fyri seg sum álopsspælari, eftir at hann seinastu tvey árini hevur verið royndur í øllum ketunum

DANMARK 1. DEILD

Tað hevur næstan verið sum í H. C. Andersen ævintýrinum um dunnuungan, sum brádliga blómaði sum vakri svanurin. Eingin hevur ivast í fótbóltsevnunum hjá Christani Høgna Jacobsen. Men síðani hann flutti til Danmarkar, hevur tað verið sera torført hjá honum at sannføra um, at hann hevur góð evni sum álopsspælari.
Fyrst royndi hann seg í Esbjerg, har tað var torført hjá honum at sleppa framat. So flutti hann til Vejle, har hann hevur verið vongverji og miðvallari, og har hann leingi taldist millum skiftisspælararnar, og onkra ferðina var hann als ikki í besta hópinum.
Í heyst hevur hann fleiri ferðir verið í Vejle álopinum. Eftir tillaðingartíðina, sum teir, ið hava skil fyri tí, siga er neyðug hjá føroyskum spælarum, sum ætla sær nakað í Danmark, hevur Christian Høgni eftir øllum at døma fótað sær. Leygardagin var hann annar av fremstu Vejle monnunum í Keypmannahavn. Í Utterslev mosa hava nógvir føroyingar spælt fótbólt.
Christian Høgni og Vejle vóru á Tingbjerg stadion, sum liggur upp at mosanum og nógvu fótbóltsvøllunum, sum eru har.
Vejle vann 3?2, og fyri fyrstu ferð var Christian Høgni tvífaldur málskjútti. Heilt tíðliga hevði hann tvær góðar royndir, men aðru ferðina bjargaði málverjin, og hina ferðina fór bólturin framvið.
Á hálva tímanum fekk Vejle hol á, og tveir minuttir seinni vóru teir frammanfyri 3?0. Álopsfelagin hjá Christian Høgna, Anders Nordstrøm, skoraði tað fyrsta við langskoti. Hann átti úr høgru uppleggið til næsta málið, sum Christian Høgni skoraði úr stuttari fjarstøðu, og Peter Gravesen sendi í dýpdina í vinstru, og so skoraði Christian Høgni til 3?0.
Eftir steðgin hevði Vejle fleiri møguleikar at økja um leiðsluna, men teir fingu einki burturúr, og seinna partin av 2. hálvleiki var um reppið, at heimaliðið kom afturíaftur. Teir skoraðu tvey mál, og teir høvdu stórar møguleikar at javna til 3?3, men Vejle fekk øll stigini, og tað var sera týdningarmikið fyri at sleppa burtur úr botninum.
Fremad Amager, sum Jann Ingi Petersen skal verða partur av eftir ársskiftið, tapti á heimavølli ímóti Køge, sum er í svárum fíggjarligum trupulleikum. Køge vann 1?0 og varðveitir harvið sambandið við toppliðini, meðan Fremad Amager er undir liðini á Vejle.
AC Horsens er framvegis oddalið, og tað er óvæntað. Í fjør satsaðu teir stórt, og tað kiksaði. Í ár hava teir tikið tað meiri róliga, og nú eru teir fimm stig frammanfyri Randers, sum er næstfremst. Hesa ferð vann Horsens 2?1 á heimavølli ímóti Skjold. Randers megnaði bara 1?1 á útivølli í Nykøbing Falster. Silkeborg er nummar trý. Hesa ferð vunnu teir 2?1 í Ølstykke, sum framvegis er í ovara partinum av deildini.
FC Aarhus, sum er aftast, vann 4?2 á heimavølli ímóti B1913, sum eisini er niðanfyri strikuna. B93 tapti 2?1 á Eysturbrúgv ímóti FC Nordjylland. Í Haderslev vann heimaliðið HFK Sønderjylland, sum ætlar sær at flyta upp, 3?2 ímóti Fredericia.