Laksavinna Glyvrar: Á Bakkafrost á Glyvrum, har eini 15 fólk støðugt hava kruvt laks í langa tíð, verður eingin kryvjing aftur fyrr enn um eitt ár ella so. Hans Jacobsen sigur, at tá ið september mánaði fer [...] hann verður heitari. Í slíkum førum ger sjúkan mest um seg. Hann heldur, at hesar broytingar taka nógv uppá fiskin, sum frammanundan er sjúkur. - Tað visir seg, at sjúki fiskurin verður lættari strongdur [...] hava nakað av smolti á Lambavík, og tað er hesin fiskurin, sum verður tøkuførur um eitt gott ár ella so, sigur Hans Jacobsen á Bakka.
mai skipar Kirkjuliga Heimamissiónin fyri tí vælumtókta ársmøtinum í Leguhúsinum í Nesvík, har nógv fólk úr øllum landinum plaga at savnast. Evnið í ár er Guds kall. Byrjað verður hósdagin 15. mai og hildið [...] eisini, so meðan foreldur eru til møti og annað, verða børnini ansað í ítrivrúminum og úti, har spælipláss, graslíkisvøllur og ein hylur er at rógva í. Eins og til vanligu tiltøkini í Nesvík, so verður
tað var ongin slingur í valsinum, tá ið støða skuldi takast til semingsuppskotið týskvøldið. ?Tað var so vánaligt, at tað kundi ikki koma uppá tal at góðtaka tað, sigur hon. Semingsuppskotið líktust mest [...] afturat týskvøldið fyri at fáa gond á, men semingsmaðurin gjøri okkum púra greitt,at vit skuldu í hvussu so er niður um 10 krónur árið í lønarhækking tilsamans. Ingeborg Vinther sigur, at sostatt ljóðaði se [...] semingsuppskotið uppá 3,20 um árið í tvey ár, ella 6,40 tilsamans Ingeborg Vinther sigur, at hetta er nógv minni enn tey fingu seinast, tí tá ið tey fingu yvir 10 krónur tilsamans. Sostatt tók tað onga tíð
hann var næstan fjøruti ár, so hevur hann víst seg sum ein framúr handverkara.Jónsvein sigldi fyrstu árini við Báruni í Gøtu. Seinni var hann við fleiri skipum. Hann sigldi nógv við Havørnini, og seinast [...] sinni, skemtingarsamur og dugir væl at práta við øll fólk. Ítróttarliga er tað GÍ, sum hevur áhugan, og í náttúruni er tað serliga fuglurin. Jónsvein er so sera glaður fyri sang. Tað hoyrist heima í stovuni
felagshøli, har ætlanin er, at ein kafé skal verða. - KÍ hevur nógvar trúfastar áskoðarar, og heilt nógv fólk hyggja ofta at, meðan 1. deild venur. Og tí halda vit, at tað kundi verið gott hjá teimum at havt [...] Statoil, og Gestur Hovgaard, formaður í KÍ, undir eina stuðulsavtalu fyri komandi tvey árini. Hetta hevur so við sær, at Statoil eisini verður høvuðsstuðul hjá felagnum, tá KÍ fyllir 100 ár í august 2004. Vegna [...] antin ger felagið tað við hjálp frá stuðlum og kommununi, ella má kommunan taka yvir aftur høllina og so gera hana í stand. - Høllin er fyri øll, og tí er tað sera umráðandi, at hon er í góðum standi, og
slíka stevnu tá eg var ungur. Hetta er eitt lítið land, so tær fáu góðu kreftirnar sum vit hava skulu jú brúkast, sigur Kári Jacobsen. Seks ung fólk vóru á tónleikaverksmiðjuni um vikuskiftið. Har hava tey [...] arbeiða við, sigur Kári, sum heldur, at sjálvt um støðið er ymiskt, so er hugurin heilt vist til staðar. ? Ein slík stevna gevur nógv. Tað er ymiskt, hvat tey fara at brúka tað til. Nøkur av teimum gerast
ferðavinnuni, sum mennist alt meira og meira. Seinnu árini kann ein tó siga, at tað ikki hevur verið so nógv at hoyrt til Vallaraheimið í Klaksvík, men tað sigur Maria, at tey fara at royna at broyta. Ætlanin [...] opið alt árið runt, men um veturin verður tað meiri avmarkað. Maria sigur tó, at tað fer at verða so, at fólk altíð kunnu fáa fatur á teimum. Spurd um tey ikki fara at troyttast skjótt av hesum, tí tey arbeiða
ikki var til arbeiðis har á leiðini. Eldurin hevði kunnað breitt seg til grannahúsini, og so hevði skaðin verið nógv størri, sigur Esmar Klakstein, varaleiðari hjá Klaksvíkar sløkkiliði. Langt er ímillum [...] at sleppa niðurundir. Parið mátti tí fara út ígjøgnum eitt loftsvindeyga. Fólk, sum høvdu varnast eldin, settu ein stiga upp, so fólkini kundu sleppa trygt niður. Húsini hava fingið stóran skaða. Øll húsini
fjør. Tvíburabrøðurnir hava altíð líkst sum tveir vatndropar, og teir siga sjálvir, at tað eru nógv fólk, teir kendu, farin í grøvina uttan at hava funnið út av, hvør er hvør teirra. Ein søga, teir plaga [...] útlendskan tónleikalærara, sum kom í Vágar at undirvísa. Hann búði í barnaheiminum hjá teimum báðum. Tá so okkurt var at taka hond í, komu teir, hvør í sínum lagi, rørsmiðurin og timburmaðurin og gjørdu tað [...] konu Brynjálvs. At talan var um tveir mans, og ikki tann sama, sum dugdi alt, visti hann heldur ikki. So tá hann ein dagin møtti Brynjálvi longri úti í Miðvági og varð boðin inn til ein kaffimunn, sum ein
liðið stóð seg betur ímóti klaksvíkingum. Runavíkingar stríddust væl. Teir vóru væl skipaðir, høvdu nógv fólk aftanfyri bóltin, men vóru skjótir at leypa á, tá møguleikin var til staðar. Jan Nónklett setti [...] síðu, sum endaði við, at lagt var flatt innfyri málið. KÍ-málverjin togdi seg og fekk hondina á, men so var Fróði Jóannesarson fyrstur á bóltinum og sendi í tóma málið. Tá liðini komu aftur frá hálvleik [...] trýsti KÍ, og teir høvdu fleiri royndir á málið. Men NSÍ kláraði at halda bóltin burturi frá málinum, og so fóru runavíkingar avstað við øllum, hóast tað var heimaliðið sum var favorittur til at vinna dystin