Verkfall: Vit standa øksl við øksl

Arbeiðarafeløgini standa sum ein maður og tað var ongin ivi um at semingsuppskotið skuldi vrakast

Verkfall

?Samanhaldið hevur verið ótrúliga gott.Vit standa sum ein maður.
Nú verkfall er lýst um alt landið, ásannar Ingeborg Vinther, at samanhald gevur styrki.
Øll fimm arbeiðarafeløgini í landinum hava lagt arbeiðið niður og forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag sigur, at tað var ongin slingur í valsinum, tá ið støða skuldi takast til semingsuppskotið týskvøldið.
?Tað var so vánaligt, at tað kundi ikki koma uppá tal at góðtaka tað, sigur hon.
Semingsuppskotið líktust mest tilboðnum frá arbeiðsgevarun um og tað kundu vit ikki góðtaka.

Kravdu okkum niður um 10 krónur
Ingeborg Vinther sigur, at upprunaliga kravdu arbeiðarafeløgini 12 ,60 krónur um árið í tvey ár.
? Men fyri at fáa samráðinagar í gongd, slakaðu vit niður á 8, 24 krónur um árið, men tað segði tað sama.
? Vit loraðu nakað afturat týskvøldið fyri at fáa gond á, men semingsmaðurin gjøri okkum púra greitt,at vit skuldu í hvussu so er niður um 10 krónur árið í lønarhækking tilsamans.
Ingeborg Vinther sigur, at sostatt ljóðaði semingsuppskotið uppá 3,20 um árið í tvey ár, ella 6,40 tilsamans
Ingeborg Vinther sigur, at hetta er nógv minni enn tey fingu seinast, tí tá ið tey fingu yvir 10 krónur tilsamans.
Sostatt tók tað onga tíð at taka støðu til semingsuppskotið.
Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, er púra samdur við Ingeborg Vinther.
?Endamálið við verkfallinum er púra greitt og tað er at forða fyri at lønarmunurin ímillum arbeiðsfólk og tær hægru lønirnar vekstur og at stættarmunurin sostatt eisini veksur.
Hann sigur annars, at tað hevur gingið væl at skipa fyri verkfallinum.
Tey høvdu fólk á vakt alla hósnáttina, men tað vóru ongir trupulleikar.
Norrøna fór av landinum sum vant hóskvøldið, men ongin farmur slapp við.
? Tríggir bilar, sum vóru komnir við byggitilfarið til Føroya Tele royndu at sleppa niður aftur við.
? Tann eini bilurin var farin umborð, men tá ið hinir báðir bilførararnir fingu at vita, at verkfall var og at teir ikki sluppu umborð, góðtóku teir tað, uttan at blunka, sigur Hans Joensen.