Brynjálvur og Leivur Nattestad 75 ár

Í dag 4. oktober fylla tvíburarnir Brynjálvur og Leivur Nattestad í Miðvági 75 ár. Ter eru burturstaddir føðingardagin.

Brynjálvur er giftur við Ásu, ið er ættað úr Sørvági. Tey eiga tríggjar døtur. Eyð, Jónu og Annibeth.
Leivur er giftur við Marjun úr Miðvági. Tey eiga fimm børn. Birnu, Ann Durutu, Niels og Atla Dáva.
13 ára gamlir mistu teir, brøðurnir, pápan, sum fórst av krígsávum við trolaranum Nýggjabergi.
Hetta helt tó ikki Leivi frá at fara til sjós, og var hann sjómaður fram til 1963, tá han legðist uppi og fór at arbeiða við HVS, sum tað eitur í dag. Tá varð sagt, at hann var rørleggjari. Leivur hevur rikið handil í Miðvági við HSV vørum fram til dagin í dag.
Brynjálvur lærdi til timburmann, og tað arbeiðið hevur hann røkt alt lívið. Í nøkur ár arbeiddi hann í Grønlandi. Hann er framvegis virkin. Eitt nú stóð hann fyri størri arbeiði í samband við umvælingina av Miðvágs Kirkju, sum gjørdist 50 ár í fjør.
Tvíburabrøðurnir hava altíð líkst sum tveir vatndropar, og teir siga sjálvir, at tað eru nógv fólk, teir kendu, farin í grøvina uttan at hava funnið út av, hvør er hvør teirra.
Ein søga, teir plaga at siga frá, er um ein útlendskan tónleikalærara, sum kom í Vágar at undirvísa. Hann búði í barnaheiminum hjá teimum báðum. Tá so okkurt var at taka hond í, komu teir, hvør í sínum lagi, rørsmiðurin og timburmaðurin og gjørdu tað, ið gerast skuldi.
Hesin lærarin kendi eisini Marjun, konu Leivs, men ikki Ásu, konu Brynjálvs. At talan var um tveir mans, og ikki tann sama, sum dugdi alt, visti hann heldur ikki.
So tá hann ein dagin møtti Brynjálvi longri úti í Miðvági og varð boðin inn til ein kaffimunn, sum ein kona, hann ikki kendi, stóð fyri, kom hann púra í neyð. Annað hús. Annar bilur í túninum. Onnur kona í køkinum. Men sami maður.
Tað tók sína tíð, áðrenn hann fekk mannað seg upp at spyrja Leiv, um hann livdi eitt dupultlív við teimum húsum og tveimum konum.

Myndir:

Brynjálvur Nattestad og Leivur Nattestad