Statoil aftur høvuðsstuðul hjá KÍ

Týskvøldið skrivaðu KÍ og Statoil undir stuðulsavtalu fyri komandi tvey árini

Fyrrakvøldið skrivaðu Heini Waag, marknaðarleiðari fyri Statoil, og Gestur Hovgaard, formaður í KÍ, undir eina stuðulsavtalu fyri komandi tvey árini. Hetta hevur so við sær, at Statoil eisini verður høvuðsstuðul hjá felagnum, tá KÍ fyllir 100 ár í august 2004.
Vegna KÍ nýtti Bill Jacobsen samstundis høvi til at greiða frá, hvørjar ætlanir felagið hevur fyri KÍ-høllina, sum felagið eigur og rekur.
Hann segði, at arbeitt verður fram ímóti at skapa góðar karmar fyri limir felagsins og áskoðararnar. Millum annað er ætlanin, tá kappingarárið byrjar, at ein sokallað KÍ móttøka skal verða í hølunum, sum eru beint við inngongdina til høllina.
Og hølið, har diskotekið í síni tíð helt til, skal gerast til eitt slag av felagshøli, har ætlanin er, at ein kafé skal verða.
- KÍ hevur nógvar trúfastar áskoðarar, og heilt nógv fólk hyggja ofta at, meðan 1. deild venur. Og tí halda vit, at tað kundi verið gott hjá teimum at havt eitt høli, har tey kunnu sita og njóta ein kaffimunn við onkrum afturvið, sigur Bill og leggur samstundis afturat, at sjálvandi verður kaféin fyri øll.
Bill sigur eisini, at høllin sjálv krevur umfatandi ábøtur, og ásannar hann samstundis, at alt hetta setur avbera høg krøv til felagið, kommununa og stuðlar. Serliga fíggjarliga. Men hann vísir á, at antin ger felagið tað við hjálp frá stuðlum og kommununi, ella má kommunan taka yvir aftur høllina og so gera hana í stand.
- Høllin er fyri øll, og tí er tað sera umráðandi, at hon er í góðum standi, og til tað skulu pengar, sigur Bill Jacobsen, sum varð settur sum ungdómsvenjari fyri stuttum. Hann virkar eisini sum dagligur leiðari.
Felagið hevur sostatt stórar ætlanir fyri framtíðarkarmarnar. Gongst sum ætlað, verður móttøkan liðug til kappingarárið byrjar og kaféin møguliga longu í summar.
Fyrstu deildarliðið hjá monnum byrjaði aftur at venja mikukvøldið undir leiðslu av tveimum nýggjum venjarum. Høvuðsvenjaranum Jan Joensen og hjálparvenjaranum Olgar Danielsen.