Jónsvein Jensen 60 ár

Í dag fyllir ein kendur Gøtumaður trýss ár.

Hann eitur Jónsvein Jensen. Jónsvein er sonur Martinu og Meinhard (Hellu Meinhard) Jensen í Gøtu. Hann er mitt í einum systkinaflokki upp á ellivu.
Jónsvein er best kendur sum servicemaður hjá Alu-Plast í Gøtu. Hann hevur verið í flestu húsum í Føroyum. Á flestu virkjum og stovnum, á næstan hvørjari hædd. Sett hurðar og vindeygu í ella gjørt okkurt í stand, sum er farið.
Jónsvein er giftur við Kristionnu, fødd Øregaard, úr Søldarfirði. Tey eiga dóttrina Mirjam, sum er yngst, og synirnar Tórheðin og Meinhard. Øll búgva í Gøtu. Borgar var elst, men hann fórst í bilvanlukku í 1989. Kristianna og Jónsvein eiga ommu og abbabørnini Borgar, Kristionnu, Emblu, Jan og ein nýføddan ommu og abbason.
Jónsvein fór til skips, tá hann fylti fjúrtan, og sigldi fram til 1980. Tá fór hann í land at arbeiða hjá Alu-Plast, ella hjá Schwartz, sum tað ofta varð kallað fyrr. Har hevur hann verið øll árini síðan, eisini tá tað næstan var fólkatómt kreppuárini. Hóast hann ikki hevur lært og ikki fór at arbeiða sum handverkari, fyrr enn hann var næstan fjøruti ár, so hevur hann víst seg sum ein framúr handverkara.Jónsvein sigldi fyrstu árini við Báruni í Gøtu. Seinni var hann við fleiri skipum. Hann sigldi nógv við Havørnini, og seinast í sjeytiárunum var hann við kraftblokkabátinum Polaris. Tíðliga í trýssunum var hann við týskum trolara.
Annars kann tað sigast um Jónsvein, at hann er serliga lættur í sinni, skemtingarsamur og dugir væl at práta við øll fólk. Ítróttarliga er tað GÍ, sum hevur áhugan, og í náttúruni er tað serliga fuglurin.
Jónsvein er so sera glaður fyri sang. Tað hoyrist heima í stovuni. Serliga sunnudagurin fer fyri tað nógva við sangi. Bæði at syngja við á møti í Filadelfia í Gøtu og aftur við sjónvarpi og útvarpi og fløgum heima við hús.
Stórur føðingardagur var tilrættalagdur, í leigaðum høli, men tað varð steðgað av verkfalsrørsluni. Dagurin verður hildin heima hjá Kristionnu og Jónsveini í Norðragøtu, har húsini standa opin allan dagin og alt kvøldið.