men heldur eina lívsgleði mitt í líðingini og neyðini. At megna at skapa eina gleði, har líðingin er við uttan at hava seinasta orðið, at megna at skapa eina lívsgóðsku hóast allar ræðuleikarnar er eftir [...] okkara egnu lívsáskoðan, umframt at vit fara at hugsa meiri í nuansum og fjølbroytni. Møllehave vísir víðari á týdningin av at síggja tey felags virði, vit hava, og at hetta kann elva til ein sameinandi [...] og nihilistiska rákið. Boðskapurin er at vísa menniskjum á, at sigur er vunnin á tómleikanum og absurditetinum, at tað er eitt "alt" áðrenn tað er eitt "einki", og at fyribrigdið "nakað" kemur áðrenn fyribrigdið
kann tað fara at vísa seg, at dysturin ímóti HB fer at gera FM heitið av. Toftamenn eru skemtiligir og ikki sørt speiskir. Teir hugna sær við, at teimum varð spátt so vánaligt kappingarár, og at teir nú eru [...] hugsast, at nakar kann hótta HB. Tí kunnu vit ikki annað enn endurtaka útsøgnina frá fyri viku síðani um, at tað er rættuliga nógv, sum bendir á, at HB verður fyrsta felagið síðani GÍ í 1996, sum fer at megna [...] kappingarbyrjan varð spátt, at B68 fór at fáa eitt tað torførasta kappingarárið, síðani teir í 1981 komu í 1. deild. Tað varð roknað við, at B68 skuldi vera við í stríðnum fyri at sleppa undan niðurflytingini
vøksturin um at hasa av, men komandi tvey árini verða hús bygd á nýggju grundstykkjunum og tað fer eftir metingum hjá kommunuskrivaranum at hava við sær, at samlaða fólkatalið í kommununi fer at koma upp á [...] unum fyri at fáa ung fólk í útlegd at venda aftur í oynna, og júst barnaansing hevur kommunan gjørt stórar íløgur í seinnu árini, soleiðis at pláss nú er fyri børnunum hjá øllum, ið velja at flyta heim [...] kundi fyrr í vikuni við hagtølunum sum grundarlag staðfesta, at stígur var komin í sethúsaprísirnar í Føroyum. Hann spáddi, at prísirnir ikki fara at hækka komandi tíðina, heldur øvugt. Sparikassastjórin metti
í búnanum, at torført verður hjá honum at svimja bringusvimjing, um blýggj ikki verður hongt uppí búnan, sum ger, at hann liggur tyngri í sjónum. - Nú fáa vit at síggja, hvussu hetta fer at laga seg, men [...] men vit fara at royna at finna út av, hvussu vit loysa málið, sigur Hans Michael Hansen. Bæði pápin og mamman vænta, at Tórur fer at vinna um fjørðin ? og tað ger Teitur so sanniliga eisini. Yngsti svimjari [...] sum er 2 ár og Teit, sum er 5. Teitur er ógvuliga spentur, nú stóribeiggi fer at royna at fremja hetta roysnið, og tey siga, at hann reypar óført? Men tað er ikki bara Teitur, sum er spentur. Tað eru Guðrið
sum orsaka av skaði ikki var førur fyri at spæla ímóti KÍ. Eingin ivi er um, at hann verður ímillum teir fyrstu ellivu í morgin. At hann verður við, ber við sær, at onkur annar av útlendsku VB spælarunum [...] um tað í Vági og í Vágum. Tann teirra, sum megnar at vinna innanhýsis uppgerðina í Miðvági í morgin, fer eftir átjan umfør at hava góðan møguleika fyri at sleppa undan níggjunda plássinum og harvið longdum [...] spælarunum verður uttanfyri. Ásetingarnar siga, at hámarkstalið fyri útlendingar er fýra. Einki forðar fyri, at ein fimti útlendingur verður á VB beinkinum, og at hann verður skiftur inn fyri ein annan útlending
svarar Ellindur Egilstrøð, at tað kann vera torført at taka støðu til ymiskar spuringar, og vita hvussu ymiskt nýtt ferð at virka, men her er tað uppgávan hjá teimum avvarandi at upplýsa fólki, so fólki kann [...] fyri ikki at vita, hvat tey svaraðu. Serliga svarini til spuriningin, um fólk ynsktu ein serliga rætt settan á stovn, til at taka sær av ósemjum, metti Ingeborg ikki verða álítandi. Hon vísti á, at høvdu fólk [...] mikudagin vístu vit á, at vanliga verður mett, at 1000 fólk skulu spyrjast, um spurnarkanningarnar skulu verða haldgóðar. Ingeborg Vinther hevur eisini verið í fjølmiðlunum og borið fram, at 500 fólk er ov lítið
seinastu árini alt meiri verið tann, at FCK og Brøndby hava lagt sjógv millum seg og hini. Hetta ætla teir í Odense at gera nakað við, og leygardagin sást væl í Parkini, at teir eru komnir fittan tein av vegnum [...] eftir, at hann í 63. minutti hevði loyst Toda Jónsson av. Hann stóð minni enn ein fót frá málstrikuni, tá ið hann fekk fatur á returbólti. So varð roknað við, at FCK skuldi leggja trýst á fyri at javna [...] nýggjum brotssparki møguleika at skora sigursmálið fyri AGF. Men ta ferðina sendi hann bóltin skeivu megin stólpan, og í næsta álopinum skoraði FC Nordsjælland, og so tóktist alt at liggja í knúsi fyri annars
suðurafrikanarin Mark Shuttleworth. Ætlanin var, at tveir amerikanarar skuldu eisini fara út í rúmdina at ferðast í fjør, men tað varð av ongum, tí teir megnaðu ikki at rinda ferðaseðilin. Og tað er heldur ikki [...] skrivað undir sáttmála við amerikansku rúmdarfyritøkuna Space Adventure um at senda ferðafólk út til altjóða rúmdarstøðina ISS at ferðast. Ferðin út hagar verður við einum fari av slagnum Soyus TmA, og tann
Seafarm sigur, at hóast roynt verður at finna nýggjar íleggjarar, er tað enn ómøguligt at siga um, antin tað fer at bera til. Hann fær ikki so frægt sum sagt, at tað er en ávísur áhugi. ?Vit royna at fáa tey [...] sum halda, at tað boðar ikki frá góðum at løgfrøðingur er komin upp í leikin, tí tá ið ið teir koma uppí, plagdi merkja tað, at fyritøkan er uppgivin og skal avtoftast og at bara skulu royna at bjarga tí [...] Men hann sigur, at sjálvsagt er uppgáva hansara eisini at loysa teir trupulleikar sum eru og at bjarga teimum virðum, sum eru, so at tapið verður avmarkað mest møguligt. Hann sigur, at hansara uppgáva
um hetta kanska var tekin um, at hann nú er um at finna stórspælið aftur, tóktist álopsmaðurin tó ikki so ivaleysur, sum man skuldi trúð. - Eg veit ikki um tú kanst siga, at eg fekk gongd á. Eg var tríggjar [...] ein ótrúliga týdningarmikil sigur. Vit hava jú ikki vunnið í Vági í 13 ár, so tað sigur seg sjálvt, at gleðin er stór, helt hann fyri. Sjálvur hevur Andrew kanska ikki heilt funnið formin frá árinum í fjør [...] rætta staðnum, men fyrst og fremst vóru hatta nøkur ótrúliga týdningarmikil mál. Sigurin hevði alt at siga fyri okkum, og tað er fyrst og fremst, sum hevur týdning fyri mítt viðkomandi, segði ein fegin