Aling
Suðuroy: Aling hevur nú í fleiri ár verið ein týðandi partur av vinnuliga grundarlagnum í Suðuroy.
Men nú er vandi fyri, at øll aling í Suðuroy steðgar.
Virksemið hjá Atlantic Seafarm umfatar bæði smoltstøð í Hovi, aling víða hvar á Vágsifirði og Trongisvágsfirði, umframt laksavirki í Vági og somu eigarar áttu eisini roykivirki í Porkeri.
Alt tað virksemið er nú komið í so svára peninganeyð, at tað er sett undir umsiting.
Leiðslan er farin frá og fyribils nýggjur stjóri er Páll Leo. Og fyribils nýggjur nevndarformaður er Kristian Andreasen, lógfrøðingur í Havn.
Og tað eru tey, sum halda, at tað boðar ikki frá góðum at løgfrøðingur er komin upp í leikin, tí tá ið ið teir koma uppí, plagdi merkja tað, at fyritøkan er uppgivin og skal avtoftast og at bara skulu royna at bjarga tí sum bjargast kann til tey, sum eiga pening til góðar í fyritøkuni, so at fíggarliga tapið verður sum minst.
Men tað avsannar Kristian Andreasen.
?Uppgávan er fyrst og fremst at royna at finna nýggjar íleggjarar til alifyritøkuna í Suðuroy, sigur hann.
Men hann sigur, at sjálvsagt er uppgáva hansara eisini at loysa teir trupulleikar sum eru og at bjarga teimum virðum, sum eru, so at tapið verður avmarkað mest møguligt.
Hann sigur, at hansara uppgáva fevnir ikki um Roykivirkið í Porkeri og tað liggur stilt í løtuni.
Ógvuliga trupult
Og Kristian Andreasen dylir heldur ikki fyri, at hann sær tað sum eina rættiliga trupla og møtimikla uppgávu at fáa nýggjar íleggjarar at trúgva a uppá alingina í Suðuroy.
?Sum kunnugt er alivinnan jú í svárari kreppu frammanundan. ILA hevur ført til stórt bakkast nógva staðni,eisini í Suðuroynni og prísirnir eru lágir. Sostatt eru útlitini fyri alivinnuni alt annað enn góð.
Nýggi nevndarformaðurin í Atlantic Seafarm sigur, at hóast roynt verður at finna nýggjar íleggjarar, er tað enn ómøguligt at siga um, antin tað fer at bera til. Hann fær ikki so frægt sum sagt, at tað er en ávísur áhugi.
?Vit royna at fáa tey, sum fáast við aling í Føroyum, at vísa áhuga. Teir eru ikki so nógvir í tali men tað er trupult.
Forðing fyri útlendingar
Kristian Andreasen sigur, at roynt verður eisini, at finna útlendskar íleggjarar til alivinnuna í Suðuroy.
? Men eisini tað er sera trupult og í hesum sambandi er reglan um, at útlendinga bara kunnu eiga 33% av einum alibrúki, eitt haft um beinið.
Kristian Andreasen sigur, at tað er rættiliga vónleyst at fáa útlendingar at seta munandi pening í alivinnuna uttan at teir eisini fáa ávirkan á raksturin.
? Men tá ið teir í mesta lagi kunnu eiga 33%, verða teir í øllum førum minniluta partaeigarar og undir slíkum treytum verður tað meiri enn trupult at fáa nakran at seta pening í.
? Føroyar eru eitt lítið land og tað er ógvuliga trupult at finna pening í Føroyum. Tí er hámarkið fyri útlendskum pengum upp á 33% ein forðing í hesum føri.
Hann sigur, at tað er heldur ikki væntandi, at fíggingarstovnarnir fara at reka alivinnuna framyvir.
Krevur nógvan pening
Hann sigur, at tann, sum setir pening í, skal helst hava fíggjarliga styrki til at líta frameftir og styrki til at taka eitt bakkast, ella tvey.
Hvussu nógvan pening, alingin í Suðuroy fær brúk fyri, fyri at kunna endurreisast, vil Kristian Andreasen ikki meta um. Men hann sigur, at alivinnan krevur rættiliga nógvan pening.
Men veruleikin er, at tá ið laksurin er nóg stórur at taka, kostar hann einar 20 krónur kilo, tí tað gongur so long tí, frá tí, at smoltið er slept í ringarnar, til laksurin er nóg stórur at taka og alla hesa tíðina skal hann fóðrast og passast.
Fyri egnu rokning kunnu vit so taka eitt dømi, at skulu 3.000 tons av laksi takast, kostar tað sostatt 60 milliónir!
Tað er sum ein heilur trolari, men her er talan um livandi fisk, sum kann verða raktur av sjúku og annað mangt, so vágin er sera stórur.
Leggjast kann afturat, at í løtuni er søluprísurin so vánaligur, at alarar fáa bara 17 krónur fyri kilo. sosatt er eitt hall upp á 3 krónir fyri hvørt kilo av laksi.
Taka vit so aftur tey 3.000 tonsini høvdu tey givið 9 milliónir í undirskoti, sum marknaðurin er í løtuni.
Og tað sigur seg sjálvt, at undir slíkum umstøðum er tað serstakliga trupult at finna áhugaðar íleggjarar.
Men Kristian Andreasen leggur afturat, at nú má tað ganga hampuliga skjótt, tí á jólum er arbeiðið liðugt at taka laksin, sum er klárur at taka nú og eru nýggir íleggjarar ikki funnir tá, er vandi fyri, at alt steðgar.
Men hann leggur eisini afturat, at í alivinnuni kann tað ganga rættiliga skjótt hvønn vegin so enn er ikki at missa vónina.