Út í rúmdina at ferðast

Kundi tú hugsað tær at sloppið eina ferð út í rúmdina? Tað ber til nú, men ferðaseðilin kostar 130 milliónir krónur

FerÐavinna
Árni Joensen:


Russiska rúmdarleiðslan Rosaviakosmos hevur nú skrivað undir sáttmála við amerikansku rúmdarfyritøkuna Space Adventure um at senda ferðafólk út til altjóða rúmdarstøðina ISS at ferðast.
Ferðin út hagar verður við einum fari av slagnum Soyus TmA, og tann fyrsta ferðin verður frá støðini í Balikonor í Russlandi á vári í 2005. Hetta er sama støðin, sum varð nýtt, tá heimsins fyrsti rúmdarmaður, Jurij Gagarin, varð skotin út í rúmdina. Heimsins fyrsti fylgisveinur, Sputnik, varð eisini skotin út haðani.
Russiska rúmdarverkætlanin hevur fingið munandi størri týdning og áhuga eftir vanlukkuna við amerikansku rúmdarferjuni Colombia fyrr í ár. Fyribils hava amerikanararnir steðgað allari flúgving og nýta nú russisk rúmdarfør til samskiftið við ISS.
Higartil hava tveir ferðamenn verið úti í rúmdini. Í 2001 var tað amerikanski ríkmaðurin Dennis Tito og í fjør suðurafrikanarin Mark Shuttleworth. Ætlanin var, at tveir amerikanarar skuldu eisini fara út í rúmdina at ferðast í fjør, men tað varð av ongum, tí teir megnaðu ikki at rinda ferðaseðilin.
Og tað er heldur ikki so lætt, tí ferðin og uppihald á ISS í tíggju dagar kostar 130 milliónir krónur.