Alt meðan sethúsaprísirnir í restini av Føroyum standa í stað ella minka, hava sethúsaprísirnir í Vágunum framhaldandi beina kós uppeftir. Eini miðal sethús í Vágunum kosta í dag umleið 740.000 krónur. Fyri einum ári síðan kostaðu tey umleið 620.000 krónur.
Ì sama tíðarskeiði, sum sethúsaprísirnir í Vágunum soleiðis eru hækkaðir við 120.000 krónum, er miðalprísurin fyri eini sethús í Havn lækkaður við umleið 100.000 krónum, vísa sethúsahagtøl, sum Føroya Sparikassi hevur latið gjørt.
Sambært sethúsahagtølum Sparikassans, sum byggja á allar vanligar sethúsasølur í landinum, er tað bert í Havn, at verulig afturgongd merkist í sethúsaprísunum. Á smærri bygdunum verða sethús seld fyri nakað tað sama sum í fjør, og á størri bygdum eru prísirnir kanska eitt vet hægri enn sama tíðarskeið í fjør. Fyrstu seks mánaðirnar í ár skiftu samanlagt 46 sethús eigara. Í fjør vórðu 42 hús seld og keypt fyrra hálvárið.
Vágarnar undantak
Stjórin í Føroya Sparikassa, Bjarni Olsen, kundi fyrr í vikuni við hagtølunum sum grundarlag staðfesta, at stígur var komin í sethúsaprísirnar í Føroyum. Hann spáddi, at prísirnir ikki fara at hækka komandi tíðina, heldur øvugt. Sparikassastjórin metti búskapargongdina í føroyska samfelagnum, lágu fiskaprísirnar og alivinnukreppuna vera høvuðsorsøkirnar til gongdina á sethúsamarknaðinum .
Hendan staðfestingin av stígi á húsamarknaðinum er beinrakin fyri nærum allar Føroyar, men kommunurnar í Vágunum eru eitt undantak.
Tunnilin ger munin
Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Sandavági, er ikki í iva um, at undirsjóvartunnilin er beinleiðis orsøkin til at sethúsaprísirnir framhaldandi hækka í Vágunum, alt meðan prísirnir standa í stað og lækka í restini av landinum.
- Tilflytingin higar byrjaði rættiliga, tá arbeiðið at gera tunnilin var um at koma á mál og hevur hildið fram til nú. Harumframt er eisini stórur eftirspurningur á summarhúsum, og tað hevur helst alt verið við til at hækka prísirnar, sigur borgarstjórin.
Undirsjóvartunnilin varð skotin ígjøgnum í januar 2002. Uppgerð Føroya Sparikassa vísir, at fyrra hálvár av 2001 kostaðu eini vanlig sethús í Vágunum umleið 500.000 krónur í miðal. Fyrra hálvár árið eftir, tá skotið varð ígjøgnum og arbeiðið at asfaltera tunnilin byrjaði, fór prísurin fyri eini sethús í oynni upp á umleið 620.000 krónur. Innan bara tvey ár, frá fyrra hálvári 2001 til fyrra hálvari 2003, eru húsaprísirnir í Vágunum hækkaðir nærum 50 prosent.
Vilja byggja
Men undirsjóvartunnilin hevur ikki bert skrúvað eftirspurningin á gomlum sethúsum upp. Eisini grundstykkini fóru knappliga at ganga sum heitt breyð. Til fyri tveimum árum síðan var vanligt at eitt ella tvey grundstykkir vórðu seld um árið í Sandavági. Nú er støðan ein heilt onnur, bæði í Sandavági og í hinum kommununum í oynni, sum allar hava uppliva nøkulunda somu gongd.
- Vit hava gjørt eina nýggja útstykking við 23 grundstykkjum, og tey eru øll seld. Fýra hús standa har nú, og restin verður bygt innan stutta tíð, sigur Rósa Samuelsen, borgarstjóri.
Í løtuni standa fólk á bíðilista til onnur 15 grundstykkir í Sandavági. Enn er einki útstykkjað, men tað verður allarhelst seinni.
Fólkatalið veksur
Fólkatalið í Sandavágs kommunu er eisini vaksið seinnu árini. Sambært kommunuskrivaranum í Sandavágs kommunu, Albert Thomassen, búgva góð 30 fólk fleiri í Sandavági í dag í mun til fyri tveimum árum síðan. Nú er vøksturin um at hasa av, men komandi tvey árini verða hús bygd á nýggju grundstykkjunum og tað fer eftir metingum hjá kommunuskrivaranum at hava við sær, at samlaða fólkatalið í kommununi fer at koma upp á umleið 750 fólk. Við ársbyrjan 2001 búðu 684 fólk í Sandavágs kommunu.
Ung venda aftur
Tað eru fyri tað mesta ung fólk úr oynni, sum hava keypt grundstykkini í Sandavági, meðan tey eru í útlegd, eitt nú í útbúgvingarørindum uttanlands. Sambært Albert Thomassen, kommunuskrivara, høvdu nógv av hesum fólkum helst flutt til Havnar um so var, at tunnilin ikki var komin, tí tað er í Havn at flestu teirra, ið hava útbúgvið seg uttanlands, finna sær arbeiði.
Sambært borgarstjóranum Rósu Samuelsen er barnaansingarpláss ein av høvuðsfortreytunum fyri at fáa ung fólk í útlegd at venda aftur í oynna, og júst barnaansing hevur kommunan gjørt stórar íløgur í seinnu árini, soleiðis at pláss nú er fyri børnunum hjá øllum, ið velja at flyta heim ella út til Sandavágs.