Næstsíðsta vikuskiftið fór fótbólturin í Danmark á rull aftur í góðveðrinum, og tað var eins gott summarveður, tá ið annað av teimum 33 umførunum, sum skulu fáast frá hondini, áðrenn tað verður greitt, hvør verður meistari, varð avgreitt í vikuskiftinum.
Longu leygardagin hevði FCK, sum í fyrsta umfarinum hevði vunnið 2?0 í torføra útidystinum í Aalborg, vitjan av OB. Undan hesum kappingarárinum hevur verið spátt, at OB, sum í fyrsta umfarinum á heimavølli vann 2?0 á uppflytarunum úr Frem, kanska skal gerast ein hóttan fyri Brøndby og FCK.
Ítróttarstjóri í OB er Kim Brinck, sum áður hevur verið venjari í FCK. Í Noregi er Rosenborg einasta stórliðið. Í Skotlandi eru tað Glasgow feløgini Celtic og Rangers. Í Danmark hevur gongdin seinastu árini alt meiri verið tann, at FCK og Brøndby hava lagt sjógv millum seg og hini. Hetta ætla teir í Odense at gera nakað við, og leygardagin sást væl í Parkini, at teir eru komnir fittan tein av vegnum. OB vann 4?2 á FCK, sjálvt um gestinir frammanfyri 15.281 áskoðarum vóru undirmannaðir síðsta stóra hálva tíman, tí Nikolai Stokholm, sum er ein av fleiri nýggjum spælarum í felagnum (teir hava keypt hann í AB) sá gult fyri aðru ferð og harvið reytt.
OB fekk fulla úrtøku burturúr trimum teimum fyrstu møguleikunum, sum teir høvdu. FCK setti leingi dám á, tí álopsparturin var á góðari leið, men verjuspælararnir og ikki minst málverjin vóru ikki so sannførandi, sum tað kann roknast við. Zuma javnaði til 1?1 miðskeiðis í 1. hálvleiki við góðum skoti av brotsteigarmarkinum, og Peter Møller minkaði um munin til 3?2 tveir minuttir eftir, at hann í 63. minutti hevði loyst Toda Jónsson av. Hann stóð minni enn ein fót frá málstrikuni, tá ið hann fekk fatur á returbólti. So varð roknað við, at FCK skuldi leggja trýst á fyri at javna, men málverjin hjá teimum metti heilt skeivt, tá ið hann fór úr málinum, og so vann OB 4?2.
Eins og í Aalborg næstsíðsta leygardag spældi Todi væl, og hann hevði onkrar góðar royndir ímóti málinum, men tað eydnaðist honum ikki at fáa mál. Í Aalborg stútaði FCK bæði málini eftir deyðbóltsstøður, og tá vóru tað miðverjin Bo Svensson og miðvallarin Thomas Røll, sum vóru málskjúttar.
Jón Rói á beinkinum
Michael Laudrup hevði seytjan spælarar við til útidystin í Valby ímóti Frem, sum var fyrstu ferð á heimavølli í bestu deildini, síðani teir í 1993 fóru a húsagang og vórðu fluttir niður í Danmarksseriuna.
Jón Rói Jacobsen var millum teir seytjan, men hann var á beinkinum allar 90 minuttirnar. 20 ára gamli Jonas Kamper, sum hevur havt ilt við at spæla seg til fast pláss, skoraði bæði Brøndby málini. Hitt fyrra stúaði hann í 5. minutti, og hitt seinna skoraði hann við góðum skoti, tá ið tað bara restaðu fýra minuttir. Á heimavølli ímóti Herfølge næstsiðsta sunnudag var hesin Jonas Kamper á beinkinum. Hann skoraði, tá ið hann varð skiftur inn. Harvið legði hann lunnar undir 2?0 sigurin ta ferðina, og hesa ferð hevði hann fingið pláss millum teir fyrstu ellivu.
Turbolensur í Århus
Mesta fótbóltsprátið ? í hvussu so er tað, sum ikki beinleiðis hevur við fótbóltsspælið at gera ? hevur síðstu vikuna verið um AGF. Liðformaðurin hjá teimum, Brian Steen Nielsen, misti bindið undan næstsíðsta vikuskifti, tí hann undir venjing fyri tveimum vikum síðani skuldi hava skallað ein av viðspælarunum. Nýggi liðformaðurin, Leon Andreasen, hevndi seg sunnudagin ímóti FC Nordsjælland, og so sá hann reytt.
Talan var um sannan dramatikk. Eisini ein FC Nordsjælland spælari varð rikin av vøllinum í Århus. Brian Steen Nielsen javnaði til 1?1 upp á brotsspark fyri AGF, og tríggjar minuttir undan leikloki hevði hann við nýggjum brotssparki møguleika at skora sigursmálið fyri AGF. Men ta ferðina sendi hann bóltin skeivu megin stólpan, og í næsta álopinum skoraði FC Nordsjælland, og so tóktist alt at liggja í knúsi fyri annars illa sperda AGF. Men tá ið 93 minuttir vóru farnir, skoraði AGF til 2?2, og so var dagurin bjargaður í Århus.
Viborg og Esbjerg spældu 1?1. Tommy Bechmann javnaði til 1?1 fyri Esbjerg við rimmar langskoti. Hesin ungi maðurin sigst vera í kikaranum hjá fleiri útlendskum feløgum, men enn hevur Esbjerg einki ítøkiligt boð fingið. Tað eru teir neyvan harmir um, tí hann er góður hjá Esbjerg at hava, og so leingi, sum hann spælir so væl, sum hann nú hevur gjørt, so økist søluprísurin.
AaB reisti seg eftir vónbrotið á heimavølli ímóti FCK. Teir vóru í Gladsaxe, har AB, sum hevur mist meiri enn helmingin av spælarunum, sum teir høvdu á liðnum í fjør, tapti 2?0. Herfølge hevði eftir tapið í fyrsta umfarinum í Brøndby, møguleika at reisa seg á heimavølli, men teir tóku ikki av. FC Midtjylland legði seg á odda beinanvegin. So mistu teir ein mann, men hóast Herfølge hevði yvirvág alla tíðina, so fingu teir einki burturúr.