Lívsuppgávan at skapa lívsgleði

Í hesum døgum vitjar navnframi og víðagitni danski presturin, Johannes Møllehave, Føroyar. Í drúgvari samrøðu hugleiðir danski gudfrøðingurin um uppgávu prestsins og kirkjunnar og sigur hugsan sína um m.a. trúnna, lívið, deyðan og meining tilverunnar. Her verður fyrsti partur av tveimum prentaður, meðan seinna helvt verður at lesa í næstu útgávu

Danski presturin, Johannes Møllehave, hevur seinastu tíggjuáraskeiðini bergtikið og rúnarbundið menniskju í túsundatali kring alt Europa, serliga í Norðurlondum. Við sínum fotografiska minni, serstøku talugávum, vitan og eyðkenda humori kann danski orðasnillingurin tala og undirhalda sum fáur. 66 ára gamli Møllehave hevur skrivað á fleiri samfelagsatfinnandi tíðarritum og bløðum, luttikið í fleiri sjónvarps- og útvarpssendingum, hildið fyrilestrar umframt at hava givið út ymsar bøkur (prædikur, vísur, skemtileikir, skaldsøgur, barnabøkur o.s.fr.).
Hann varð útbúgvin gudfrøðingur í 1963, og hevur hann síðani tá verið av virknastu prestum í Norðurlondum. Navnframi presturin hevur júst verið á føroyavitjan, og samrøða varð fingin í lag við áhugaverda persónin.
Johannes Møllehave er ikki ein stereotypa av einum mætum, akademiskum, intellektuellum persóni, og tað kom skjótt til sjóndar, tá vit fríggjakvøldið hittust í miðbýnum í Havn. Uttan stórvegis hávirðing fyri sær sjálvum steðgaði hann á og prátaði við hvønn persón, ið kom framvið og vildi hava eitt prát við navnframa prestin, líkamikið um viðkomandi var edrúur ella ikki.

Kristindómur við móðurmjólkini
- Tað fall mær sera náttúrligt at gerast prestur. Forfedrar mínir í familjuni hjá móður míni hava verið prestar aftur til trúbótina, og eg havi fingið kristindómin inn við móðurmjólkini. Eg havi eisini altíð havt eitt barndómsynski um at gerast prestur, eru fyrstu orðini hjá enthusiastiska prestinum Johannes Møllehave. Hann leggur flennandi afturat, at tá hann fekk navnið Johannes, var hann longu halgaður til embætið, so eingin møguleiki var at sleppa undan. Átrúnaðarliga dimensiónin hevur altíð verið eins náttúrlig fyri hann sum at sova, eta, arbeiða, ganga túr o.s.fr.

Kierkegaard og Grundtvig
Spurdur hvat tað er, sum bergtekur hann við kristindóminum, vísir Møllehave beinanvegin á tveir lyklapersónar í lívi sínum.
- Í Danmark hava vit verið so eydnusom at átt tveir stórar persónar á gudfrøðiliga økinum, nevniliga Kierkegaard og Grundtvig. Teir hava lýst ævigt viðkomandi øki og spurningar, og vóru teir á mangan hátt frammanfyri samtíðina. T.d. lósu sera fá fólk Kierkegaard, meðan hann livdi, men í dag verður hann lisin kring allan heim.
Møllehave vísir á, at hóast hesir báðir gudfrøðingar eru sera ymiskir, verða teir við hvør sínum boðskapi sameindir í eina hægri eind. Summi hava ta áskoðan, at ein noyðist at velja millum teir báðar, men tað hevur Johannes Møllehave ongantíð megnað.
- Kierkegaard greinar eksistensin hjá einstaka menniskjanum, meðan Grundtvig lýsir menniskjað meira í felagsskapinum, og vit kunnu ikki vera nakran teirra fyriuttan. Í fyrstu atløgu eru vit einsom, unik eindømi sum menniskju, sum í individualiteti okkara mugu hugsa um og velja okkum sjálv og lív okkara við ábyrgd. Við hesum setir Kierkegaard allan individualistiska eksistenstrupulleikan undir sjóneyku. Eg hevði ikki viljað verið dani uttan Kierkegaard, men eg hevði heldur ikki viljað verið dani bert við Kierkegaard, staðfestir Møllehave, sum m.a. júst er kendur fyri stóra innlit sítt í verk Kierkegaards. Møllehave vísir víðari á Kierkegaard sum samfelagsatfinnara.
- Kierkegaard segði, at samfelagið má skipast eftir einstaklinginum, og ikki at einstaklingurin má skipast eftir samfelagnum, sum talan t.d. var um í Eystureuropa undir kommunismuni. Hann ognar einstaka menniskjaeksistensinum ómetaligt virði. Soleiðis endurgevir Møllehave eksistentialistiska starvsbróður sín frá 1800´talinum.
- Grundtvig vísir hinvegin á, at vit sum einstaklingar liva saman í einum felagsskapi, har alt samfelagið er bygt upp av smærri og størri felagsskapum. Tískil vísa hesir báðir menn á tvær neyðugar og grundleggjandi dimensiónir í tilveruni.

Muslimska innrásin mennandi
Møllehave er ikki dapurskygdur viðvíkjandi gróðrarlíkindum kristindómsins í framtíðini.
- Øll okkara mentan og samfelagsbygnaður er sprottin úr kristindóminum, t.d. heilsuverkið, rættarskipanin, okkara uppfatan av at hjálpa neyðstøddum o.s.fr. Kristna trúgvin er allastaðni at finna. Eitt gott dømi um hetta er enntá gudsavnoktandi nihilisturin og umboðsmaðurin fyri absurditetin, Samuel Becket, sum er sera ávirkaður av júst kristindóminum, tí øll heitini á bókum hansara stava meiri ella minni frá Bíbliuni. Soleiðis síggja vit kristindómin gera seg galdandi á flest øllum økjum, eru metingar Møllehave.
Viðvíkjandi alsamt vaksandi muslimsku trúnni í Danmark sigur Møllehave, at hetta mótvegis fleiri øðrum uppfatanum er mennandi og sunt fyri kristna danan.
- Tað fær okkum at hugsa um og endurskoða trúgv okkara, og gevur tað okkum sostatt eina betri fatan av okkara egnu lívsáskoðan, umframt at vit fara at hugsa meiri í nuansum og fjølbroytni. Møllehave vísir víðari á týdningin av at síggja tey felags virði, vit hava, og at hetta kann elva til ein sameinandi og mennandi anda.

Vandamikil tíðarandi
Fleiri nútíðar sosiologar og heimsspekingar lýsa samtíðina í vesturlendska, globaliseraða heiminum sum relativistiska, einstaklingakenda og materialistiska. Spurdur um hetta rák, sum tó ikki er nýtt, vísir Møllehave á fleiri vandar.
- Fleiri trupulleikar kunnu standast av hesum solipsistiska ráki, sum kann elva til einsemi, sjálvsøkni og tómleika. Aftur er Kierkegaard í hesum høpi viðkomandi við boðskapi sínum um at velja seg sjálvan við ábyrgd og ikki liva lív sítt við ymsum maskum og leiklutum, sum at enda gerst meiningsleyst uttan ábyrgd og kærleika.

Um Gud er deyður, er alt forboðið
Ein av kendastu setningunum í sambandi við navnframa gudloysingin og kristindómsatfinnaran Friedrich Nietzsche er: "Um Gud er deyður, er alt loyvt". Møllehave hevur hug at venda sitatinum á høvdið og endurgevur fyrrverandi kommunistin Lacam, sum livdi undir, trúði á og ærdi sjálvan Stalin. Tá ræðuleikar gudleysa Stalins runnu upp fyri Lacam, varð hann varur við ein nýggjan sannleika.
- Tá Lacam var ungur, helt hann, at um Gud var deyður, var alt loyvt. Undir kommunismuni upplivdi hann, at nú Gud var deyður, var tvørturímóti alt absolutt forboðið. Tú kanst t.d. ikki taka telefonina, tí tú møguliga verður avlurtaður, tú kanst ikki siga egnu áskoðan tína um samfelagið, tí møguliga taka myndugleikarnir teg til fanga. Við hesum meinar Møllehave, at um ein yvirornað kraft ikki er, kann menniskjan gera júst tað, henni lystir, og tá gerst t.d. einaræði ein møguleiki. Stalin og Hitler kravdu t.d. avlurtan, loyniligar mikrofonir, Stasi o.s.fr., og tá gjørdist alt í gudleysa samfelagnum tvørturímóti forboðið hjá fjøldini, tí rætturin til tað privata varð tikin frá teimum.
Gudfrøðingurin yvirav mær leggur afturat, at hóast Nietzsche umboðaði nakrar vandamiklar tendensir, var hann ein sera dugnaligur atfinnari, og vóru hugsanir hansara tíverri misnýttar av monnum sum týska statsleiðaranum Adolf Hitler.

Menniskjan broytist ikki
Ein av fremstu sosiologum okkara, enski Anthony Giddens (ráðgevari hjá Tony Blair), hevur ta áskoðan, at menniskjan í dag hevur flutt seg inn í eina søguliga og kvalitativt nýggja epoku á sosiologiska økinum, og við hesum sipar hann til yvirgongdina frá moderniteti til seinmodernitet, har menniskjan grundleggjandi er í nýggjum umstøðum, fortreytum og spurningum. Hesum er Møllehave tó ikki samdur í.
- Menniskjan er grundleggjandi tann sama, og søgan endurtekur seg, bert í nýggjum formum og við nýggjum andlitum. Teir somu djúpu spurningarnir og trupulleikarnir sirkulera í samfelagnum í dag eins og langt áðrenn Jesu føðing. Tað er tí at t.d. Homer heldur á at vera viðkomandi og bergtakandi. Eitt annað dømi er William Shakespeare, sum arbeiðir við grundleggjandi eginleikum menniskjans, sum ongantíð broytast, og tískil heldur hann eisini á at vera viðkomandi. Menniskjan heldur á at vera tann sama, í botn og grund eru somu grundleggjandi spurningar og tørvir afturvendandi, og tískil eri eg ikki samdur við fleiri av modernaðu samfelagslýsarunum, sum vísa á eitt søguligt brot við fortíðina. Tað eru nevniliga nakrir ævigt viðkomandi trupulleikar, sum ongantíð hvørva, sigur ein avgjørdur Johannes Møllehave.

Deyðin ein gáva
Spurdur, hvussu menniskjað í dagsins tíðaranda kann finna sítt andaliga og átrúnaðarliga fótafesti, vísir Møllehave aftur á hugsanir Kierkegaards, tó í øvugtari raðfylgju.
- Ein boðskapur kristindómsins er, at vit eru skapt frammanundan, og tað vil siga, at vit ikki skulu royna at skapa okkum sjálv. Andaliga dimensiónin er okkum givin frammanundan, og tískil skulu vit ikki fara út og finna ella uppfinna hana sjálvi. Hvør dagur er ein gáva, tað er ein gáva at liva, og tað er ein gáva at doyggja. Deyðin ger hvønn dag avgerandi og týdningarmiklan, og eitt lív uttan deyðan hevði fyri meg verið høpisleyst. Lívið er givið okkum við lívsins og deyðans fortreytum. Møllehave vísir víðari á, at hóast eksistensurin er áðrenn essensin, er ein givin, transcendentur essensur litin okkum í hendur, og tískil nýtist okkum ikki at uppfinna eitt andaligt fótafesti.

Meiningin við lívinum ein luksustrupulleiki
Tað er sambært Møllehave einki annað enn ein luksustrupulleiki at spyrja, hvat meiningin við lívinum er. Hvør dagur, hvør løta og hvør hending hevur eina meining og ein týdning fyri eitt yvirornað endamál, tí lívið og týdningurin er givin frammanundan.
- Meðan vit í vesturheiminum forkelað og arrogant spyrja, hvønn týdning lívið hevur, skríggja íbúgvararnir í 3. heiminum eftir føði, og tey eru takksom, um børn teirra gerast eldri enn 10 ár. Høvuðsboðskapurin í eksistentialismuni, Kierkegaard umboðaði, er, at meiningin og týdningurin júst er í sjálvum eksistensinum og tí tilveru, júst tú hevur fingið, og at bert ein kann liva títt lív á besta hátt, og tað er tú sjálvur. Á henda hátt gerst lívið ein gáva og samstundis ein uppgáva, sum ongantíð er tómt og høpisleyst, eru troystandi orð Møllehave til ein heim eyðkendan av dapurskygni, upploysningstendensum og vónloysi.

Uppgávan at skapa lívsgleði
Spurdur, hvør uppgáva prestsins og kirkjunnar í dag er, vísir Møllehave í fyrstu atløgu á eitt ítøkiligt endamál.
- Uppgávan er vónandi at skapa lívsgleði. Ikki bert eina grunna lívsoptimismu her og nú, men heldur eina lívsgleði mitt í líðingini og neyðini. At megna at skapa eina gleði, har líðingin er við uttan at hava seinasta orðið, at megna at skapa eina lívsgóðsku hóast allar ræðuleikarnar er eftir mínum tykki høvuðsuppgáva kirkjunnar og prestsins.
Hetta er sambært Møllehave aftursvarið til tað áðurnevnda virðisrelativistiska og nihilistiska rákið. Boðskapurin er at vísa menniskjum á, at sigur er vunnin á tómleikanum og absurditetinum, at tað er eitt "alt" áðrenn tað er eitt "einki", og at fyribrigdið "nakað" kemur áðrenn fyribrigdið "einki".
Johannes Møllehave vísir til seinast á uppgávuna at skapa kærleika til sjálvt lívið og at síggja lívið og hvørja løtu sum eina gávu og eina uppgávu. Við hesum kemur innihald og endamál í eksistensin, sum elvir til lívsgleði.
Sum sagt verður annar partur av samrøðuni við Johannes Møllehave prentaður í næstu útgávu.


Fakta um Johannes Volf Møllehave:
Føddur 4. januar 1937 í Keypmannahavn
Útbúgvin gudfrøðingur (cand. theol.) í 1963 á Københavns Universitet
Hevur starvast sum prestur síðani 1963
Skrivað og útgivið prædikur, skemtileikir, barnabøkur, skaldsøgur og vísur
Luttikið í útvarps- og sjónvarpssendingum