B68 eigur at verða tikið fyri fult

Tað er ilt at ímynda sær, at HB og Skála fara at verða flutt frá ávikavíst fremsta og aftasta plássinum

SAMANUM 12. UMFAR

Ein triðingur er eftir at landskappingini. HB vann væntaða sigurin á Skála. Harvið staðfesti HB sera trygga oddasessin. Teir eru fýra stig frammanfyri B68. Tað vil siga, at tað skulu í hvussu so er tvey umfør til, áðrenn tað kann hugsast, at nakar kann hótta HB. Tí kunnu vit ikki annað enn endurtaka útsøgnina frá fyri viku síðani um, at tað er rættuliga nógv, sum bendir á, at HB verður fyrsta felagið síðani GÍ í 1996, sum fer at megna at vinna FM heitið tvey ár á rað.
Skála er aftast, og tað skulu í hvussuso er tvey umfør til, áðrenn teir kunnu sleppa av plássinum, sum ber beinleiðis niðurflyting við sær. Teir hava einki fingið burturúr tveimum teimum fyrstu umførunum eftir summarsteðgin, meðan VB, sum í summarsteðginum var næstaftast, hevur fingið seks stig burturúr, soleiðis at FSV nú orduliga hevur yvirtikið næstaftasta plássið.
HB hevur fingið fult í tveimum umførum, meðan B36, sum í summarsteðginum var oddalið, einki hevur fingið burturúr. Tað luktar rættuliga av, at ballið er buðið hjá B36, sum noyðist at smyrja seg við, at steypasigurin verður einasta atgongumerkið hjá teimum til altjóða fótbólt komandi summar.

B68 er væl við
Mest merkisvert av ællum er tað, at B68 sunnudagin megnaði at taka enn eitt fet ímóti toppinum. Í summarsteðginum var B68 fjórða árið á rað á fjórða plássinum. Tað vóru teir ikki heilt misnøgdir við, men teir mettu vánir vera fyri at røkka eitt vet longri upp. Eftir 11. umfarið vóru teir á triðja plássinum, og nú eru teir nummar tvey. At B68 megnaði at koppa B36 í Gundadali er sjálvandi merkisvert.
Undan kappingarbyrjan varð spátt, at B68 fór at fáa eitt tað torførasta kappingarárið, síðani teir í 1981 komu í 1. deild. Tað varð roknað við, at B68 skuldi vera við í stríðnum fyri at sleppa undan niðurflytingini, men nú eru teir við í stríðnum um heiðursmerkini og Europa Cup luttøkuna. Um tað fer at eydnast teimum at hótta HB og harvið at vera við í kappingini um FM heitið, sum teir ikki hava vunnið síðani 1992, fæst at síggja næstu vikurnar. Annan sunndag skal B68 spæla á heimavølli ímóti KÍ, so skulu teir til Miðvágs, har teir skulu royna at hevna tapið, ið er orsøkin til, at B68 ikki er heilt tætt undir HB, og so skulu teir spæla lokaluppgerð ímóti NSÍ, áðrenn stóra lykladystin í Gundadali ímóti HB. Um tað fer at ganga, sum tað hevur gjørt higartil, so kann tað fara at vísa seg, at dysturin ímóti HB fer at gera FM heitið av.
Toftamenn eru skemtiligir og ikki sørt speiskir. Teir hugna sær við, at teimum varð spátt so vánaligt kappingarár, og at teir nú eru næstovastir. Onkur hevur tikið til, at nú eru teir komnir so mikið høgt upp, at útvarpið aftur kann væntast á vitjan, uttan at gestirnir nýtast at vera oddalið. Og so mugu teir í útvarpinum fara atgera lektir og læra seg nøvnini á B68 spælarunum, soleiðis at tað ikki bara verður ein toftamaður og B68ari ímóti Jens Kristian Hansen, John Petersen, Klæmint Matras og so víðari, skemta teir á Toftum.

Altjóða luttøkan
Ofta plagar at verða tikið til, at altjóða ferðirnar í august hava við sær, at liðini verða so mikið nógv órógvað, at tey missa í heimligu kappingini. Í hesi vikuni skulu bæði NSÍ og KÍ spæla ímóti norskum liðum. Orsaka av landsdystinum mikukvøldið í næstu viku verður ikki spælt í landskappingini nú sunnudagin. Tað ber við sær, at klaksvíkingar rættuliga sleppa undan stressinum frá altjóða fótbóltinum.
Bæði NSÍ og KÍ vunnu sunnudagin. Avrikið í Runavík var einki serligt. Hjá KÍ glapp tað við málskjótingini. KÍ liðið hevur framvegis nagativan málmun, ment eir eiga nú toppskjúttan í landskappingini.
GÍ hevur ongan brodd í álopinum. Sum hjá so mongum øðrum hevur tað víst seg, at hópurin er ikki nóg breiður. Tá ið lyklaspælarar eru skaddir ella leikbannaðir gongur tað ikki. HB megnaði undan summarsteðginum at koma væl undan tíðarskeiðnum, tá ið fleiri at teirra føstu monnum vóru burturfrá. Nú hava teir alt fólkið tókt ? og teir hava nógv fólk ? og tí skal vilja illa til, um teir ikki vinna FM heitið. Men nú eru tað toftamenn, sum eru teir næstu til at gera av, um HB skal fara einsamalt avstað ella ikki.