haldi so ikki, at vit skulu iðra okkum um at tapa 2-1 fyri Týsklandi á útivølli. Tað varð jú tosað um bæði seks og átta mál, so vit eiga heldur at fegnast um, at vit soleiðis vóru við til at skapa ein góðan [...] bakhøvdinum, at hetta var heimsins besti málverji, sum kom ímóti mær. - Eg haldi annars, at eg gjørdi alt rætt, tá eg skeyt bóltin fram við honum. Eg kundi kanska tikið eitt trekk afturat ella roynt at lobba [...] Elttør hevði skorað upp á møguleikan, sum hann fekk stutt fyri leiklok. Onkur vildi kanska vera við, at tað mundi vera sjónin av framstormandi Oliver Kahn, sum kløkkaði Hjalgrím somikið nógv, men hesum var
alt annað enn lætt hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum at fáa kabalina at ganga upp. Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm sigur, at arbeiðið á Vinnumálaráðnum varð eisini liðugt fyri einum [...] uppskotið leggur upp til økini undir vinnumálum ætla at spara 3 % í mun til fíggjarárið 2003. Spurdur um á hvørjum økjum spart verður á, svarar Bjarni Djurholm, at tað vil hann ikki koma nærri inn á.
fyri einum 10 døgum síðani, og bað meg um at skriva eina politiska grein til FREGNIR, og orsøkin til at hann bað meg var tann, at hann hevði fingið at vita at undirritaði var formaður fyri Landsfelag [...] Skaale skulu verða í iva um, at Sjálvstýrisflokkurin hevur ein demokratiskan felagsskap, og at tað stendur limum floksins púra frítt at velja síni umboð. Annars haldi eg at arbeiðshátturin hjá feðgunum: [...] Torbjørn Jacobsen Sjúrður Skaale undirritaða undir at vilja yvirtaka SJÁLVSTÝRISFLOKKIN. Hann skrivar m.a. "Tað er ikki at vera fyri, nú Lasse aftur ætlar at yvirtaka Sjálvstýrisflokkin". "Og hvat vit føroyingar
súkkling Fríggjadagin 12. september fara nýggju føroyskir súkklarar til Íslands at kappast. Millum hesar eru tríggir unglingar, royndir súkklarar og føroyska súkklulandsliðið, ið luttók á Oyggjaleikum [...] um málstrikuna telur. Hinar tríggjar kappingarnar verða koyrdar sum etapukappingar, og tað vil siga, at tíðin fyri hvørja etapu verður løgd saman, og verður samlaði vinnarin tí funnin sunnukvøldið. Liðsúkklingin [...] landavegkoyring, har teinurin er umleið 80 km. Á hesum teini skulu súkklararnir rættiliga upp í hæddirnar at royna seg. Teinurin er brættur onkrastaðni og hægsta punkt á rutuni er góðar 450 metrar. Sunnumorgunin
Føroya. Ja tað er spill at fara beint heim frá skúlanum. Rúni heldur tað eisini vera ein góða gongd, at fleiri og fleiri føroyingar velja at fara aðrastaðni at lesa eisini enn bara at fara til Danmarkar. Nú [...] tað eins bíligt at fara til Skotlands at lesa sum til Danmarkar. Hann skilur ikki, hví ikki fleiri føroyingar velja at fara til Aberdeen at lesa. Rúni heldur tað vera ein stóran fyrimun at fara t.d. til [...] um teg. -Fara føroyingar úr myndini nú, so verður ringt at koma innaftur. Sjálvur hevur Rúni ein dreym um at koma heimaftur til Føroya ein dag at arbeiða í føroysku oljuvinnuni. Hvat tí føroysku luttøkuni
við 95 ára føðingardagin hjá húsinum, í 1995, var farið at tosa um, at tað hevði verið óføra stuttligt at farið á ferð saman. Og tað endaði við, at á sumri 1996 fór ferðalag við 110 fólkum til Edinburgh [...] tey eru væl sterkari har enn í so nógvum øðrum familjum ? uttan at taka nakað frá nøkrum. So glað eru tey fyri hvørt annað, at tey fara at ferðast saman. Men í hesari familjuni eru tað ikki bara babba, [...] møguleika ? tú hevur ikki ráð at lata vera. Eg kann staðiliga viðmæla øðrum at royna tílíkt, sigur ein avgjørdur Jens Eli Ellefsen, ið serliga heldur tað vera áhugavert at koma saman og minnast aftur á
fortreyt, at vit nú ferðast millum tónleikaelituna, at vit loyva okkum at finnast at og rósa. Frá teimum kunnu vit krevja nakað. Men hvat er ólavsøkukonsert. Hevur hon ta tign, sum nøkur vilja knýta at henni [...] eru vanliga ikki glaðir fyri at gjalda nógv til hvønn annan. So nothing but the best verður kravt afturfyri. Tað er at fegnast um, at ólavsøkukonsertin er komin hartil, at dygdin verður sett í hásæti. [...] vit, at funnið verður útav. Sunnukvøldið var tað ov nógv ein blandingur av pallskiftum og donskum tónleikarum, sum megnaðu at fáa túsundavís av fólki at vísa fullkomna líkasælu. Hetta fær okkum at seta
Ellindur Egilstrøð, at munurin millum at spyrja 500 og 1000 fólk ikki er so stórur, og tí hevur stovnurin valt eina fasta mannagongd við at spyrja 500 fólk til hvørja kanning, tí verður mett, at 500 er nóg mikið [...] leggur dent á, at stovnurin aldrin ger viðmerkingar til úrslitið av slíkum kanningum. ? Vit verða biðin at gera kanningar fyri nógvar ymiskar stovnar, og tað einasta, vit skulu tryggja okkum er, at spurnark [...] mikið Vanliga verður mett, at um 1000 fólk eiga at verða spurd, um spurnarkanningar skulu verða umboðandi fyri øll. Tað er ein matematiskur frymil, ið hevur funnið fram til at júst 1000 er rætta talið.
hevur við til at styrkt hann sum menniskja. Hann vísir á, at í Føroyum hevur ein ofta lyndið til at missa styrki sum menniskja, tí alt er so tætt, lítið og trygt, og tí kendi hann á sær, at neyðugt var við [...] føroysk konufólk. At konufólkini á Kuba dansa so nógv, sum tey gera, er við til at gera nógv liðiligari, fortelur Búi frá. Ungi havnarmaðurin er eisini av teirri áskoðan, at orsøkin til, at føroysk konufólk [...] herviliga óvana antin at hugsa í fortíðini ella framtíðini, og tá gloyma vit núið. Hóast ferðin endaði nakað brádliga, so eri eg glaðast fyri, at eg eri komin nærmari at læra meg at liva í núinum. Tann besti
fær illa merkt annað enn, at tað er eitt føroyskt ynski um, at Henrik Larsen í øllum førum tvey ár afturat verður føroyskur landsliðsvenjari. Og tað man lítið vera at ivast í, at stórur partur av fótbóltshugaðu [...] Framburður Tey sjey stigini, koma Føroyar so neyvan at fáa, hóast tað enn resta nakrir dystir at spæla í undankappingini. Hinvegin er einki at ivast í, at Føroyar ongan tíð hava verið so nær við so nógvum stigum [...] seinastu uppgávurnar, og einki er at ivast í, at bæði FSF, leikararnir og Henrik Larsen sjálvur fegnir høvdu vilja sæð eina avkláring á málinum, soleiðis at hetta ikki kann koma at órógva fyrireikingarnar.