Eftir, at Vinnuhúsið almannakunngjørdi úrslitið av spurnarkanningini, hava fleiri havt á málið, at talan er um bílagt arbeiði frá Vinnuhúsinum, sum skal nýtast til í herferð
ímóti arbeiðarafeløgunum. Stovnurin, ið hevur latið kanningina um arbeiðsmarknaðinum úr hondum er Gallup-Føroyar. Stjórin, Ellindur Egilstrøð, leggur dent á, at stovnurin aldrin ger viðmerkingar til úrslitið av slíkum kanningum.
? Vit verða biðin at gera kanningar fyri nógvar ymiskar stovnar, og tað einasta, vit skulu tryggja okkum er, at spurnarkanningarnar eru rættvísar, og síðan avger stovnurin, ið eigur kanningina, hvat hann vil gera við hana, greiðir Ellindur frá.
500 fólk er nóg mikið
Vanliga verður mett, at um 1000 fólk eiga at verða spurd, um spurnarkanningar skulu verða umboðandi fyri øll. Tað er ein matematiskur frymil, ið hevur funnið fram til at júst 1000 er rætta talið.
Til kanningarnar hjá Gallup-Føroyum verða vanliga bert góð 500 fólk spurd, og tí kann spurningur setast við, um kanningar hjá stovninum eru umboðandi-og harvið geva rættvísa mynd av. hvat fólk halda um eitt ávíst evnið.
Til tann spurningin svarar Ellindur Egilstrøð, at munurin millum at spyrja 500 og 1000 fólk ikki er so stórur, og tí hevur stovnurin valt eina fasta mannagongd við at spyrja 500 fólk til hvørja kanning, tí verður mett, at 500 er nóg mikið.
Leiðandi spurningar
Til kanningina hjá Vinnuhúsið kunnu spurningar setast við, um allir spurningar kunnu sigast at verða objektivir. Einstakir spurningar, sum: " um fólk ynskja broytingar á arbeiðsmarknaðinum, so vit ikki koma í somu støðu aftur við longum verkfalli", kunnu eftir fimm vikur í verkfalli tykjast leiðandi. Flestu fólk vóru rættiliga troytt av drúgva verkfallinum, og tískil er svarið hjá flestum føroyingum givið frammanundan.
? Kanningin fyri Vinnuhúsið viðger eina djúpa konflikt millum tveir partar, sum júst høvdu verið í verkfalli, og allir spurningar kunnu diskuterast um teir eru leiðandi, og tað er upp til einstaklingin at avgera, um júst hasin spurningurin er leiðandi, svarar Ellindur Egilstrøð fyri Gallup-Føroyar.
Hann leggur annars dent á Gallup-Føroyar hevur sum uppgávu at tryggja at allir spurningar eru neutralir. Vanliga mannagongd er, at stovnurin, ið ynskir
kanningina kemur við einum uppleggi um spurningar, har Gallup síðan formulerar endaligu spurningar, greiðir Ellindur Egilstøð.










