Føroyskir súkklarar til Íslands at kappast

Kappingarárið hjá føroysku súkklarunum er farið at halla og seinastu kappingarnar verða í vikuskiftinum. Hesu ferð í Íslandi, har fýra kappingar verða ímóti bestu súkklarunum í Íslandi

súkkling

Fríggjadagin 12. september fara nýggju føroyskir súkklarar til Íslands at kappast. Millum hesar eru tríggir unglingar, royndir súkklarar og føroyska súkklulandsliðið, ið luttók á Oyggjaleikum fyrr í summar.

Fýra kappingar standa á skránni, har tann eina er ein liðkapping millum Ísland og Føroyar. Tá verður koyrt einkultstart fyri lið. Tríggir mans eru á hvørjum liði, og tíðin hjá tveimum teimum fyrstu um málstrikuna telur.
Hinar tríggjar kappingarnar verða koyrdar sum etapukappingar, og tað vil siga, at tíðin fyri hvørja etapu verður løgd saman, og verður samlaði vinnarin tí funnin sunnukvøldið.

Liðsúkklingin verður sum sagt ein einkultstartur, ið er 20 km langur. Leygarmorgunin verður koyrt landavegkoyring, har teinurin er umleið 80 km. Á hesum teini skulu súkklararnir rættiliga upp í hæddirnar at royna seg. Teinurin er brættur onkrastaðni og hægsta punkt á rutuni er góðar 450 metrar.
Sunnumorgunin verður aftur koyrdur ein langur teinur, landavegkoyring, og hesin teinur er eisini umleið 80 km.
Sunnudagin seinnapart verður so seinasta kappingin og tá verður aftur koyrdur ein einkultstartur, men hesu ferð fyri einstaklingar. Eisini hesin teinur er umleið 20 km.

Við á ferðini eru:

Unglingar:
Hans Krosstein
Bergur Johansen
Dánjal Michaelsen

Vaksin:
Bogi Kristiansen
Sverri M. Edvinsson
Eli Christiansen
Gunnar Dahl-Olsen
Esmar Joensen
Christian Guttesen
Tórshavnar Súkklufelag vil her nýta høvi at takka teimum, ið hava stuðla ferðina. Hesi eru:
Statoil Føroyar, Tórshavnar Skipasmiðja og Fitur