Fyri góðum mánaði síðan skuldu landsstýrismenninir á teimum ymisku økinum handa Karsten Hansen uppskot um teirra part á fíggjarlógini fyri komandi ár.
Sum skilst í teimum ymisku fjølmiðlunum seinastu vikuna, so verður tað alt annað enn lætt hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum at fáa kabalina at ganga upp.
Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm sigur, at arbeiðið á Vinnumálaráðnum varð eisini liðugt fyri einum mánaði síðan, og uppskotið leggur upp til økini undir vinnumálum ætla at spara 3 % í mun til fíggjarárið 2003. Spurdur um á hvørjum økjum spart verður á, svarar Bjarni Djurholm, at tað vil hann ikki koma nærri inn á.