-Kubanar duga veruliga at virðismeta sínar tónleikarar

Búi Dam er ein av okkara fremstu gittarleikarum. Seinastu hálva árið, hevur hann búð á Kuba, har hann hevur fingist við tónleik. Í drúgvari samrøðu, greiðir havnarmaðurin frá lívinum á Kuba. Hann gevur eisini eitt sindur ilt av sær, og fílist á, at tónleikarar í Føroyum verða ikki virðismettir fyri teirra arbeiði.

Beint undan ólavsøku kom ungi havnarmaðurin, Búi Dam, aftur av forvitnisligari ferð á Kuba. Búi hevur seinasta hálva árið búð á Kuba, har hann hevur fingist við tónleik. Ferðin á Kuba steðgaði tó brádliga, tí havnarmaðurin fekk gø í handliðið, og hevur tí ikki spælt tónleik teir seinastu tveir mánaðirnar.
Hann ætlar sær kortini ikki at sleppa ætlanini um at fara til Kuba aftur, og so skjótt, handliðið fær tað betri, verður ryggsekkurin pakkaður aftur, har ferðin aftur gongur til Kuba.

Savnaði íblástur
Spurdur, um hví ein sum tónleikari fer til eitt fjarskotið land sum Kuba at spæla, svarar Búi, at honum savnaði tónleikaligan íblástur í Føroyum.
? Eg hevði avgjørt, at eg skuldi royna nakað nýtt. Millum møguleikarnar var Kuba, USA, India og Nepal, tí umframt tað tónleikaliga, so hevði eg sett mær fyri, at eg eisini skuldi fáa nógv burturúr tí mentanarliga, greiðir Búi Dam frá.

Í februar mánað í ár pakkaði so ungi havnarmaðurin ryggsekkin, har leiðin gekk til Kuba. Fíggingin til ferðina kom í lag við stuðli frá Mentanargrunninum...Umframt stuðul, hevði Búi sjálvur eisini savnað pening.
Fyrstu mánaðirnar búði hann hjá einari familju stutt uttanfyri høvuðsstaðin Havanna, og seinastu tíðina hevur hann búleikast mitt í Havanna. Fyri 200 dollarar í leigu um mánaðin, hevur hann goldið fyri bæði kost og vistir.
Havanna er ein illa sperdur býur, og umstøðurnar minna ikki sørt um umstøðurnar í triðja heiminum. Kortini var Búi heppin at finna ein bústað, ið bæði var vakur og reinur. Húsið er av sponskum uppruna, og hóast tað er illa farið, so er tað væl hildið eftir kubanskum umstøðum.
Matvanarnir á Kuba kunnu ikki samanberast við teir føroysku. Kubanar eta einki rugbreyð, og eta í staðin nógvar bønir og rís. Av tí, at kubanski innflutningurin av vørum er rættiliga avmarkaður, verður meginparturin av maturin sjálvdyrkaður. Stóra døgurðamáltíðin er ikki fyrr enn klokkan tíggju á kvøldi, og Buí sigur skemtandi, at tað má verða orsøkin til, at kubanar hava so stóran búk.

Fjølbroytt tónleikalív
Búi Dam greiðir frá, at Kuba sum land víkir fullkomiliga frá Føroyum. ?Har er rættiliga fátækt, og tú kemur sum ein hvítur ríkmaður, hóast tú ikki eigur reyvina í tær sjálvum. At ein kemur einsamallur, og at eingin kennir teg, og ei heldur eru nakrar væntanir til tín, var ein nýggj og øðrvísi kensla, frá tí tú kennir heima í Føroyum, fortelur Búi.
Fólk á Kuba eru sera blíð, fyrikomandi og livandi. Dansur og tónleikur fyllir ómetaliga nógv í lívinum hjá kubanum. Sum tónleikari er Kuba eitt sera ótrúliga spennandi land. Kubanska tónleikalívið er sera fjølbroytt, og samansett av nógvum ymiskum stílum.
Tónleikastílirnir fevna eitt nú um Rumba, Salsa og Son, sum er traditionelli kubanski tónleikurin. Serliga er ljóðførið percussion frammaliga í tónleikinum á Kuba. Landið er rættiliga ríkt mentanarliga, og mongu fólkasløgini í landinum av endurspegla tær mongu tónleikarøturnar í landinum.
Kuba er samansett við íbúgvarum úr USA, Spania, Kina og India, og tað hevur havt við, at tónleikalívið er rættiliga fjølbroytt. Spurdur um tónleikastøðið á Kuba, svarar Búi, at tað er ómetaliga høgt, og kubanar hava eitt ótal av evnaríkum tónleikarum.?Tónleikurin er innbygdur í kubansku skúlaskipanina, og tí fáast øll kubansk børn við tónleik, frá tey eru heilt smá. Tónleikarar á Kuba verða eisini virðismettir høgt, sum eitt nú advokatar í Føroyum, so tað er avgjørt nakað annað, enn ein er vanur við í Føroyum, sigur Búi Dam.
Umstøðurnar á Kuba hjá tónleikarum eru ikki av teimum bestu. Stóra fátækadømi sæst eisini aftur á tónleikinum, har stórur tørvur á ljóðførum.Búi greiðir frá, at tað var torført fyrstu tíðina, tí hann var ikki so kringur í sponskum. Higartil hevur hann hevur nýtt meginpartin av tíðini til at finna rætta tónleikamakkaran, og nú tað endiliga eydnaðist, var hann so óheppin at fáa gø í handliðið.
? Eg havi alla tíð leitað eftir ávísum tónleikarum, sum hava somu hugsan sum eg um tónleik. Kemiin skal eisini passa, og tað kann taka tíð. Eg havi nú funnið tann rætta, og vit fara aftur at spæla saman, tá eg fari yviraftur, fortelur Búi.

Fingið styrki sum menniskja
Spurdur, um hvat hann hevur fingið burturúr hálva árinum á Kuba, svarar Búi, at uppihaldið avgjørt hevur við til at styrkt hann sum menniskja. Hann vísir á, at í Føroyum hevur ein ofta lyndið til at missa styrki sum menniskja, tí alt er so tætt, lítið og trygt, og tí kendi hann á sær, at neyðugt var við broytingum.
-Á Kuba gekk eg millum bumsar, fátøk og rík fólk, og tað gav mær íblástur sum menniskja, og eg styrknaði av tí, greiðir havnarmaðurin frá.

Føroyski kristnidómurin avmarkar okkum
Búi virðismetir kubanar høgt sum fólk. Hóast kommunisman avgjørt hevur havt síni negativu árin á landið, so hevur hon eisini positiv ting við sær.
? Sum kommunistiskt land er Kuba rættiliga avbyrgt, og tað hevur millum annað við sær, at kubanar als ikki eru ávirkaðir av mótaheiminum, og tað gjørdi sterkt inntrykk á meg. Mentanin verður á ein hátt reinari og erligari. Konufólkini eru ótrúliga flott og bera seg heilt øðrvísi enn føroysk konufólk. At konufólkini á Kuba dansa so nógv, sum tey gera, er við til at gera nógv liðiligari, fortelur Búi frá.

Ungi havnarmaðurin er eisini av teirri áskoðan, at orsøkin til, at føroysk konufólk ofta kunnu tykjast heldur afturlatin seksuelt, kemur av føroysku fatanini av kristnidóminum. Hann heldur, at tað feminina og seksuella altíð hevur verið kúgað av kristnidóminum í Føroyum og verður tað framvegis, og tískil hava vit eitt afturlatið forhold til tað seksuella í Føroyum. Hann vísir í sama viðfangi á, at hann ikki gudloysingur.

Liva í núinum
Av tí, Búi var so óheppin at fáa gø fyri tveimum mánaðum síðan, dylir hann ikki fyri, at tónleikaliga fekk hann ikki tað optimala úr ferðini á Kuba. Undan ferðini gjørdi hann upp við seg sjálvan, at hann bert ætlaði at fylgja instinktinum, og setti sær ikki nakað yvirskipað mál við ferðini.
- Setur tú tær ov stórar forvæntningar, gloymir tú at liva í eygablikkinum, og tá fært tú ikki núið við. Vit sum menniskju hava tann herviliga óvana antin at hugsa í fortíðini ella framtíðini, og tá gloyma vit núið. Hóast ferðin endaði nakað brádliga, so eri eg glaðast fyri, at eg eri komin nærmari at læra meg at liva í núinum. Tann besti tónleikurin verður eisini skaptur í núinum, tí tað er ikki nakað tú kanst planleggja frammanundan, tí hann kemur bara, tá tankastreymarnir steðga, greiðir hann frá

Einki fyri tónleikaskúlum
Búi gekk ikki á nøkrum tónleikaskúla á Kuba, tí hann metir, at hann fær meir burturúr við taka tónleikatímar, enn at verða skúlaður.
- Eftir mínum tykki missa nógvir tónleikarar sína tónleikapersónligheit við at fara á skúlabonk. Tónleikararnir missa frælsi, tí teir fáa at vita júst hvat teir skulu hoyra og spæla, og tað meti eg ikki hava nakað við tónleik at gera. Orsøkin til, eg ikki fari á nakran tónleikaskúla er, at eg vil ikki enda sum nakar massaproduktiónstónleikari. Eg veit eisini fullvæl, at hetta ikki er galdandi fyri allar tónleikarar, og sjálvsagt hjálpa skúlarnar teg við hondverkinum, men ein má kenna seg rættiliga væl, fyri ikki at missa seg burtur, sigur Búi Dam.


Tónleikar virdir ov lítið í Føroyum
Havnarmaðurin er eisini av tí áskoðan, at tónleikarar í Føroyum verða alt ov lítið virdir.
?Tað var rættiliga stuttligt at síggja, hvussu kubanar virðismeta teirra tónleikarar, tí í Føroyum er støðan júst tann mótsatta, fortelur Búi
Hann vísir á, at hann í so máta hevur verið sera heppin, tí foreldrini, ið bæði fáast við sjónleik, altíð hava stuðlað honum við tónleikinum. Búi dugir kortini væl at síggja, at so er ikki statt hjá øllum føroyskum tónleikarum. Vanliga verða flestu tónleikarar trýstir av foreldrum teirra at fáa sær at orduligt arbeiði, tí at spæla tónleik verður ikki mett sum orduligt arbeiði í Føroyum.

Listin opnar fólk
Havnarmaðurin er ikki í iva um, at tónleikurin í Føroyum má raðfestast hægri. Hann heldur, at tónleikur geva ómetaliga nógv til føroysku mentanina og samleikan.
? Listafólk vísa fólki tað, tey ikki tora, og taka tey hagar, tey ikki hava verið. Listafólk opna teg eisini, og geva tær ein heilt serliga kenslu, sum oftast verður verandi í tær. Eg kann nevna eitt gott um dømi um tað sama. Eg var til eina konsert niðri á Meiarínum, har Brandur(Jacobsen, trummusláari, blðm) og ein amerikonsk songkvinna v. ø. spældu. Eftir konsertina vórðu fólk so kensluborðin, at tey endaðu við at klemmað hvønn annan, og tað var rættiliga óvæntað, tí vanliga takkar man bara tónleikarunum fyri konsertirnar. Eg eri ikki í iva um, at góði tónleikurin á Meiarínum hetta kvøldið var til at opna fólk fyri einum samkærleika, einum kærleika sum Jesus tosaði nógv, greiðir Búi Dam frá.
Hann leggur afturat, at hendingin á Meiarínum var enn eitt gott dømi um at duga at liva í núinum. Búi ivast ikki í, at sterka upplivingin á Meiaraínum liggur eftir hjá fólkum, og tað er júst málið við at spæla tónleik.

Føroyskur tónleikur á rættari kós
Búi er sera fegin um tí rívandi menningina, føroyskur tónleikur seinastu árini hevur verið fyri. At heimurin hevur fingið eyguni upp fyri føroyskum tónleiki er ótrúliga spennandi. Hann heldur, Føroyar eru tónleikaliga eitt rættiliga óspilt land, og nú eyguni eru vend henda vegin, kann okkurt stórt spyrjast burturúr.
Serliga tiltøk sum Prix Føroyar og G! Festivalurin bera boð um, at føroyingar ikki eru bangnir fyri at bróta burturúr nýggjum. Búi vil serliga rósa eysturoyingum fyri teirra áræði og málrættaða arbeiði. Serliga er tað ein fragd at spæla í Gøtu, har tónleikaandin altíð er framúr.
Karmarnar fyri at spæla tónleik í Føroyum gerast eisini betri og betri, og tað hevur eisini havt við sær, at tónleikurin mennnist alla tíðina.
? Eg kundi sjálvsagt brokkað meg um alt, men eg haldi, at støðan er nøktandi í løtuni, og vit mugu eisini læra at síggja tað positiva í tí, sum hendir í løtuni. Tey tingini, ið mangla í løtuni, skulu nokk koma upp á pláss við t´ðini, heldur Búi.

Hann hevur tó rís at geva kommunalu politikkarunum í Havn. Tað er stórur tørvur á einum spælistaði í Havn, har tónleikurin verður settur í hásætið, og rætti tónleikaandin verður til staðar. Staðið skal vera fyri fólki, ið hava hug til at hoyra tónleik, og umstøðurnar hjá tónleikarunum við ljóði o.ø skulu sjalvsagt vera nøktandi, sigur Búi Dam at enda.


Fakta:

Navn: Búi Egason Dam
Føðingardagur: 23/4-1979
Føðistaður: Tórshavn
Foreldur: Birita Mohr og Egi Dam
Starv: Tónleikari
Tónleikabólkar: Ludomania, Deep End, Funny Boys, Hanky Stuff, Ivory, 200, Lossingarmenn og Hedache Blues Treo
Fyrimyndir: John Scofield, Pat Metheniey, Jan Garbarek, John Purcell, Terji Rasmussen, Leivur Thomsen, Roberto Baggio, Gunnar Mohr, Jesus, Leo Brouwer og ikki minst foreldrini.

Mynd:
Búi saman við gittaralærara sínum á Kuba. Í løtuni argar handliðið, og tí fær hann ikki spælt á gittaran. So skjótt handliðið fær tað betur, fer Búi aftur til Kuba at fáast við tónleik.

Mynd: