FERÐ
Ættarbondini eru sterk í Højgaard familjuni. Ja, tey eru væl sterkari har enn í so nógvum øðrum familjum ? uttan at taka nakað frá nøkrum.
So glað eru tey fyri hvørt annað, at tey fara at ferðast saman. Men í hesari familjuni eru tað ikki bara babba, mamma og omma, sum fara ein túr uttanlands. Nei, tey fara ikki færri enn 150 fólk av landinum saman.
Hagtøl siga okkum, at í Føroyum eru eini 440 fólk við eftirnavninum Højgaard. Hóast fleiri á túrinum ikki kallast Højgaard, so eru tað ikki nógvar familjur, sum kunnu fáa slíkar túrar í lag. Í summar hava tey verið í Svøríki.
Dánjal Petur og Jana
Ættargranskingin í hesum førinum førir okkum aftur til hjúnuni Dánjal Petur og Janu Højgaard úr gamla húsi í Rituvík. Dánjal Petur doyði 98 ára gamal í 1974, og kona hansara átta ár undan, 89 ára gomul.
Hesi fingu tíggju børn, harav fingu átta børn sjálvi. Og tað er familjugreinin frá Janu og Dánjal Peturi, sum er upprunin til ferðalagið. Av børnum teirra eru Ingebeth, 87 ár, og Niclas, 91 ár, á lívi. Niclas var við á túrinum í Svøríki.
Í 95
Familjan er ættað úr Gamla húsi í Rituvík. Í sambandi við 95 ára føðingardagin hjá húsinum, í 1995, var farið at tosa um, at tað hevði verið óføra stuttligt at farið á ferð saman.
Og tað endaði við, at á sumri 1996 fór ferðalag við 110 fólkum til Edinburgh við Smyrli. Ferðalagið búðið í sonevndum caravans í tíggju dagar.
Hetta var vorðið sum túrur, og tað skuldi sjálvandi endurtakast. Fýra ár seinni varð aftur skrivað Højgaard á viðførisseðlarnar og hildið varð avstað til Portsmouth í Onglandi. Ferðast var umvegis Danmark, og tey høvdu 30 húsvognar til 120 fólk ferðalagið.
Hóast veðrið ikki var tað besta í Onglandi í 2000, so varð hildið ráðiligt at gera enn ein túr. Og hesaferð gekk leiðin til Svøríkis. Ferðin í ár var í døgunum 7. til 21. juli.
Tað er Ólavur Højgaard, sum er høvuðsfyriskipari. Hann heldur ferðirnar vera ógvuliga gevandi.
? Endamálið er, at tey ungu kunnu uppliva tey eldru, og tær ymsu greinirnar av
familjuni kunnu hittast, sigur Òlavur Højgaard.
Vit sita hendan hósdagin í stovuni hjá Òlavi og Tórun Højgaard saman við øðrum, sum eisini vóru við á ferðini. Og øll eru á einum máli um, at ferðirnar eru nakað serligt ? ein heilt serligur stemningur. Ættarbondini eru øgiliga sterk, eru tey samd um.
Jens Eli Ellefsen, sum er í familjuni umvegis mammu sína, tekur soleiðis til:
? Ferðin er ein dýrgripur. Tað er ikki ein spurningur, um tú hevur tíð ella møguleika ? tú hevur ikki ráð at lata vera. Eg kann staðiliga viðmæla øðrum at royna tílíkt, sigur ein avgjørdur Jens Eli Ellefsen, ið serliga heldur tað vera áhugavert at koma saman og minnast aftur á farnar hendingar.
Nógv fyrireiking
At fáa so nógv fólk avstað er ikki bara sum at siga tað, og krevur nógva fyrireiking. Umframt Ólav hjálpa eisini nógv onnur til. Eitt høvuðssekreteriat er ovasti myndugleiki, og tað er sjálvandi 91 ára gamli Niclas, sum er formaður.
Fyrireikingarnar til túrin til Svøríkis byrjaðu fyri einum góðum ári síðani. Tá varð kunnandi tilfar sent út til familjuna. Greitt verður frá, hvar ætlanin er at fara. Hvussu og hvat og sjálvt ferðakostnaðurin er longu roknaður út ? eitt ár undan fráferð. Og so kunnu fólk ? við neyðuga ættarbandinum ? tekna seg til ferðina. Og áhugin er stórur alt fyri eitt, tí royndirnar eru góðar.
?Tað snýr seg um at gera eitt sindur í senn, sigur Òlavur um
fyrireikingararbeiðið. Uppgávurnar verða býttar út á fleiri herðar. Á sjálvari ferðini eru nógv við til at fyriskipa ymiskt.
Hetta síðsta árið hava familjulimirnar móttikið ymiskt tilfar ? ávegistíðindi ? sum siga nærri um hvussu og hvat í sambandi við ferðina.
Svøríki
Nýggja Norrøna hevð sína ávirkan á, at farið varð avstað, hóast tað vanliga skulu ganga fýra ár millum ferðirnar. Suður Svøríki varð valt út í 2000. Frítíðarstaðið Klitterbyn við Ängelholm var hildið vera hóskandi. Og tað vísti seg eisini, at hetta stað riggaði perfekt. Familjan var tætt saman, og umstøðurnar vóru framúr.
150 fólk vóru við og eini fimmti afturat komu á vitjan. Ein fittur partur av familjuni býr eisini í Danmark og Svøríki.
Farið varð við Norrønu til Bergen og harfrá koyrt í bussi við hjá føroyska Bussferðum ? onkur koyrdi í egnum bili. Steðgað varð eina nátt í Norra, áðrenn farið varð til Klitterbyn.
Skipað varð soleiðis fyri, at ferðin skuldi vera so aktiv sum gjørligt, og æt tú Højgaard, vóru tilboðini um ítrótt, útferð og annað nógv. Skipað varð fyri ymsum kappingum á túrinum. Stórur dentur verður eisini lagdur á, at nógv tilboð eru til børnini.
Fyri at halda skil á øllum vóru tíggju álitisnevndir mannaðar. Alt frá sangi og undirhaldi til klagur varð skipað í nevnd.
Ferðast varð heim við Norrønu úr Danmark; koyrt varð til Danmarkar úr Svøríki.
Seinni í heyst verður ein Højgaard veitsla hildin fyri luttakarunum á ferðini, har ríkiligt høvi verður at minnast aftur á dagarnar í summar.
Ein tílíkan túr kann tað eisini hugsast, at fólk ikki tíma so væl bert at halda seg til sínar góðu familjulimir, men samanhaldið er sterkt.
? Tað vísir seg, at tey flestu søkja felagsskapin, sigur Finnur Helmsdal, sum sjálvur er giftur inn í familjuna og stórtrívist eins og hini nýhøjgaard?arnir.
Og familjan vil fegin heilsa Smyril Line og Bussferðum.
Tá spurt verður, um farið verður avstað aftur um nøkur ár, er svarið fyrst nei, men líkaskjótt greiðir Ólavur frá sínum nýggja hugskoti. So tað er ikki heilt ómøguligt, at tað verður gott at eita Højgaard aftur um fýra ár.