Týskland-Føroyar
Hannover: Stóra løtan í Hannover kundi verið enn størri, um Hjalgrím Elttør hevði skorað upp á møguleikan, sum hann fekk stutt fyri leiklok.
Onkur vildi kanska vera við, at tað mundi vera sjónin av framstormandi Oliver Kahn, sum kløkkaði Hjalgrím somikið nógv, men hesum var ungi klaksvíkingurin tó ikki samdur í.
- Tað haldi eg ikki. Hatta eru støður, sum koma fyri av og á, so eg hugsaði ikki stórvegis um tað, men kanska hevur tað sitið onku staðni í bakhøvdinum, at hetta var heimsins besti málverji, sum kom ímóti mær.
- Eg haldi annars, at eg gjørdi alt rætt, tá eg skeyt bóltin fram við honum. Eg kundi kanska tikið eitt trekk afturat ella roynt at lobba, men sjálvur sá eg bóltin í málinum, men tað skuldi bara ikki vera so.
Og hóast misnýtta møguleikan, so var Hjalgrím sum heild nøgdur um føroyska avrikið.
- Eg haldi so ikki, at vit skulu iðra okkum um at tapa 2-1 fyri Týsklandi á útivølli. Tað varð jú tosað um bæði seks og átta mál, so vit eiga heldur at fegnast um, at vit soleiðis vóru við til at skapa ein góðan dyst, men sjálvandi. Tað kundi jú verið javnleikur...