og avgjaldspolitikkurin eggja til, at tað loysir seg at arbeiða, framleiða, spara saman og gera íløgur. Samgongan er samd um, at tað er neyðugt at linka skattin fyri at lætta um hjá húskum og einstaklingum [...] er, ofta, at at lønirnar hækka, men keypiorkan hækkar ikki kortini, tí prísirnir hækka tilsvarandi. -? Tað hava vit ov nógv dømi um. Tað, vit mugu gera, er at leggja til rættis soleiðis, at tann tøka lønin [...] búsksparliga økinum. Og tað fer at síggjast aftur, nú arbeitt verður við at leggja fíggjarlógina fyri komandi ár,sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður. Í samgonguskjalinum stendur, at ?búskaparliga skal munurin
m við at fyrireika fíggjarlógina fyri næsta ár. Fíggjarlógin skal verða løgd fyri tingið í seinasta lagi 1. oktober, so í løtuni fer mesta arbeiðsorkan hjá landsstýrinum til at fáa samgonguna at semjast [...] . ? Í ár er arbeiðið eitt sindur seinkað afturímóti tí tað plagar, men tað kemst av, at løgtingsval var í vár og at tað gingu fleiri vikur til nýggj samgongað varð skipað og tað seinkaði arbeiðnum, sigur [...] afturat, at fíggjarlógin sjálvsagt verður klár sum ætlað. Annars vil Karsten Hansen onki siga um, hvussu arbeiðið gongst og hann vil heldur ikki siga nakað um tølini á fíggjarlógini. Men hann sigur, at landsstýrið
Fríggjakvøldið ætlaðu nakrar ungar gentur í Porkeri at seta eld á eini hús. Tær høvdu sett eld á nakrar tómar sigarettpakkar, sum tær síðani høvdu stungið í eitt hol í eini kiosk. Nógvur roykur kom frá [...] frá, og eldur eisini, men tær sløktu sjálvar eldin aftur. Frá politistøðini á Tvøroyri verður sagt, at tosað hevur við foreldrini, og sum skilst, so er málið meira ella minni slept. Genturnar vóru 14 ? 15
Statoil. Sosialurin skilur á luttakarunum, at teir fingu nógv burtur úr. Rúni Hansen, stjóri sigur, at teir royndu at greiða føroyski fyritøkunum, hvat skal til fyri at koma inn á útlendska marknaðin eitt nú [...] virkini so møguleika at fáa at vita, hvat skal til. Tað eru einstakir smáir undirveitarar, ið hava møguleika at koma inn á marknaðin. Men tað skal gerast eitt stórt arbeiði. Tað er ikki bara at knipsa við fingrunum [...] eru møguleikarnir hjá føroyingum at koma inn á tann stóra norska marknaðin at kappast við royndar og stórar norskar og altjóða fyritøkur um sáttmálar? Rúni Hansen sigur, at vit mugu hava bæði beinini á jørðini
nakað við meg at gera. Tað var sera hart, og tá tók eg avgerðina um, at tað var ein ov dýrur prísur at rinda fyri at vera burtur so langa tíð av árinum, greiðir Kristian frá. Silja sigur, at tað er heilt [...] er altíð nóg mikið at takast við her, leggur hon aftur at. Silja vísir á, hvussu óhugaligt tað er, um hon ætlar sær at fara til Tvøroyrar ein túr. - Tað er ein sera langur túrur at fara, tí ein nýtir ein [...] gera vart við, at hann hevur tikið knívin, tí tað letur ikki til, at foreldrini varnast tað. Hann er jú einans fýra ára gamal. Men eg velji at tiga, tá eg síggi, hvussu væl hann dugir at handfara knívin
Strandfaraskipum Landsins, fyrrapartin í gjár, mikudagin. ? Eg vóni, at tann vantandi deilurin kemur í kvøld, tí so fer Teistin aftur at sigla í morgin tíðliga. Tann vantandi deilurin skuldi koma úr Týsklandi í [...] Mánakvøldið noyddist Teistin, sum siglir til Sandoyar, at avlýsa sístðu túrarnar vegna tekniskt brek. ? Tað er ein turbina, sum er farin, segði Magnus Magnussen, leiðari á teknisku deild hjá Strandfaraskipum
Tað er púra greitt, at landið fer at betala ein part av havnaútbyggingini í Havn. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í viunnumálum, sigur, at landið ásannar, at tað hevur skyldu til at betala ein part av [...] útbyggingini. ? Landið ásannar, at tað er ein almenn uppgáva at tryggja, at suðuroyarskipið altíð sleppur at bryggju í Havnini og tí má tað almenna eisini vera við til at betala tað, ið verklagið kostar [...] fyri at skipið kann leggja at og hava fast pláss í Havn. Men hinvegin er tað ikki greitt, hvussu nógv landið skal betala. Bjarni Djurholm sigur, at Landsverkfrøðingurin er í løtuni í holt við at gera eina
vónar kortini, at hetta kemur í rættlag, soleiðis at tær hava møguleika at venja eitt sindur, áðrenn kappingin byrjar um fýra vikur. - At fáa føroyskarar leikarar at koma til Klaksvíkar at spæla, tykist [...] Ítróttarfelag, og tó at hann er alt annað enn fegin um støðuna, so ásannar hann tó, at tað er ein lætti, at felagið hóast alt fer at taka lut í kappingini. - Vit hava í øllum førum gjørt av at gera eina roynd [...] játtað at taka eitt tak kortini. Viðvíkjandi útlendsku leikarunum, so leggur Geir afturat, at hóast avtala er gjørd um at tær koma til Føroya at spæla, so tykist tað kortini ganga meira enn striltið at fáa
ikki fyri at eksperimentera, at vit fara á vøllin. Tá vit fara á vøllin, so er tað fyri at vinna, og so mugu vit royna at laga okkara lið til einstøku mótstøðuliðini. Tað er jú ikki víst, at tað eru somu [...] Tveir tímar, sum annars plaga at vera friðhalgaðir hjá landsliðnum. Altíð livað við bóltinum At fyrrverandi danski yrkisleikarin gjørdi av at gerast venjari, tykist á ongan hátt at vera tilvildarligt. Í øllum [...] høgra-beinið, at eg skuldi halda fram innan fyri fótbóltin, tó at eg ikki visti, akkurát hvussu hetta skuldi gerast. At gerast venjari var so sjálvandi ein møguleiki, so eg helt við mær sjálvum, at tað kundi
miðlum, at teir eru sissaðir nakað, eftir at Vogts eftir tapið fyri dønum hevði funnist at teimum, tí teir ikki gjørdu nóg nógv um seg á miðvøllinum. Skotski hópurin, sum eftir øllum at døma fer at telja [...] so einki er at ivast í, at Vogts er harmur um missin av teimum, og hartil hava báðir miðvallarovastarnir, Paul Lambert og Barry Ferguson, drigist við skaðar, men roknað verður tó við, at teir verða tøkir [...] bólki við Skotlandi sigur Völler, at hetta ikki er nakað, sum nervar teir. - Berti og skotska lið hansara eru als ikki nakað, sum vit hugsa um. Vit ivast ikki eina løtu í, at vit vinna bólkin. Og meðan Völler